kostar einki. Men, so vil eg eisini vera realistiskur, og tá ivist eg stórliga í viljanum hjá teimum ráðandi. Tað sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu. Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil [...] aðrastaðni, so fáa vit ikki lut í vøkstrinum. Borgarstjórin velur at trúgva, at tað verður betur við føstum sambandi og fleiri møguleikum – til tey, sum búgva her og restina av Føroyum, sum tá eru samanbundnar [...] samband við meginøkið? - Tað er bara at hyggja at støðuni í Suðuroy í dag, og tað verður nokk ikki betur. Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki? - Eg stúri
svar mikudagin, so er ikki nógv, eg kann gera við tað. Men eg kann bíða til hosdagin, um tað er so, at tað ikki liggur fyri at koma við svari innan, tí t.d. onkur er uttanlanda, men eg havi so fingið tað burturúr [...] stuðul hansara til samgonguna framvegis skal vera tryggur, so skal svarið vera í tráð við krøvini í brævinum til løgmann. Snýttur upp undir eyguni - Eg vil ikki vera við til at avtaka Sandoyartunilin. Eg vil [...] gjørdu avtalu við samgonguna um nøkur mál, tí vit eru ikki so áhugaðir í at samgongan bjóðar okkum nevndarsessir. Um so var, so kundu teir eisini bara havt gjørt tað beinanvegin, sigur Kári á Rógvi. - Vit vóri
bæði hava ein serligan lívsstíl, her vit brúka eina bygd sum kulissu til okkara visjón um at hava ein bóndagarð, har øll eru vælkomin – høgur sum lágur. Okkara visjón er, at her skal altíð vera pláss fyri [...] Fámará: - Tú mást orsaka, at eg tivi so illa. Men eg var júst í ferð við at saga pinnabreni, nú tú ringdi. Soleiðis geri eg hvønn einasta dag, so hetta er bara ein partur av tí at búgva her, sigur Johan [...] 1000 Facebook-vinum, sum uppmuntra okkum um at halda áfram. - Eg havi síðani lisið lýsingina, og eg kann so saktans taka yvir hetta festið við teimum royndum og kvalifikasjónum sum eg havi, greiðir Johan
Lívsins skúli lærdi meg, at vera opnan og erligan. Mær dámar væl at skriva, og tá ein sigur tað, sum ein meinar, so má ein rokna við at verða útsettur fyri mótspæli, sigur Gerhard. Sum virkin í politikki í mong [...] mær, at Javnaðarflokkurin bara er fyri ekstrem fólk, sum meina at alt skal vera so og so frítt. Tað trúgvi eg einki uppá. - Lítil maður um eg bakkaði Tað eru mong her á landi sum fegin vilja siga sína hugsan [...] hetta málið. Tað munnu hinvegin ikki vera eins mong, sum vita hvør hesin maðurin er. Hesin maðurin, sum soleiðis torir at siga sína hjartans hugsan alment. Og sum haraftrat ikki bakkar fyri trýsti, sjálvt
nógv frá fólki, sum vildu ráða honum frá at taka við prestastarvinum á Viðareiði, tí tað varð sagt, at har spøkti so illa á prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði. - Eg bað bara Jesuspápa vera hjá mær, sigur [...] Kirkjutíðindi, sum hann eisini ritstjórnaði, og á Fjúrtanda hevur hann starvast sum blaðmaður. Seinastu árini hevur hann tó burturav starvast sum prestur, og havt tær uppgávur um hendi, sum hoyra til pr [...] Pauli Danielsen, sum Gamlaárskvøld avgreiddi sína seinastu uppgávu sum prestur í starvi. Síðan hann í 1968 varð útbúgvin teologur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, hevur hann starvast sum prestur á Viðareiði
tikin. Eg meti ikki kroppin vera heilt kláran, og serliga hælsinan hevur argað og plágað meg. Tá ið eg ikki fái spælt 100%, so kann eg ikki spæla á landsliðnum, tí har krevst at ein er púra klárur til hvønn [...] landsdystir og er hetta met í føroyskum fótbóltshøpi. Mong góð minnir Eftir so mong ár og dystir er sjálvsagt ein rúgva av upplivingum sum Óli hevur fingið. Spurdur um hann kundi nevna nakrar, fortaldi hann við [...] verður goymd sum reyða gull. Sæð út frá einum ítróttarligum sjónarhorni eru tað serliga tvær løtur, ið Óli minnist aftur á. - Tá vit javnaðu til 1-1 á útivølli móti so mætari fótbóltstjóð sum Týsklandi,
seg sum arbeiðsleysa eins og hini 88. Tað kom sum eitt sjokk uppá hana, tá stjórin í Fiskavirking boðaði teimum frá, at einki arbeiði varð til teirra á virkinum í Hvalba. Hetta virkið sum týðir so nógv [...] helst at vera trupult at hugsa um eina framtíð á hesum støðum. Ein teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta [...] eftir, út frá tí sum varð sagt um framtíðina hjá Fiskavirking. Tey tímaløntu starvsfólkini á Fiskavirking í Hvalba vórðu tó ikki uppsøgd formelt henda dagin, men tað mundi bara vera ein spurningur um tíð
at eg geri innsløg, sum mangan eru kritisk, so øsir tað eisini summi fólk. Men soleiðis er tað bara, sigur Jan Lamhauge. Hann heldur tað vera av alstórum týdningi, at eitt nú mál, sum innibera stórar pe [...] ikki ov langt. Um nakað so eri eg, líka sum flest aðrir føroyskir journalistar, alt ov lagaligur, sigur Jan Lamhauge. Honum dámar væl arbeiðið sum journalistur, sum hann lýsir sum eitt serstakliga alment [...] innsløg, so er tað ikki soleiðis, at eg royni at provokera við vilja, sigur Jan Lamhauge, sum er ættaður úr Runavík. Jan Lamhauge heldur, at tá hann ger tað slagið av innsløgum, hann sum oftast ger, so slepst
Joensen var sum vera man stak glaður eftir sína konsert á Summarfestivalinum fyrr í kvøld. - Eg haldi sjálvur, at tað gekk ordiliga væl. Men eg hevði ikki væntað so nógv fólk, so tað eri eg bara ordiliga [...] Eli, sum einsamallur á pallinum sang fleiri av sínum sangum. Tekstirnir hjá Jákup Eli eru rættiliga skemtingasamir. Eitt nú var eykalagið hjá honum ein sangur við heitinum 'Eg royki hash', sum er ein skemtilig [...] dagligdegi, so í roynd og veru er tað ikki meiningin, at teir skulu vera stuttligir, sigur Jákup Eli, sum gav sína fyrstu fløgu út í fjør og sína seinnu fyrr í ár. Sigur man Jákup Eli, so má man siga Vanja
Nærabergi sum dekkari. Aftaná hetta hevur hon verið dekkari bæði við Fram og Vestmenningi, sum pápi hennara er reiðari á, og við Grønanesi sum somuleiðis er heimahoyrandi í Vestmanna. - Eg fekk so ikki skrekk [...] kortini heppin. Teir umborð á Fram stóðu beint nú og manglaðu ein stýrimann. Og við útbúgving síni sum skipsførari, var hetta ein møguleiki sum hon - í orðsins sanna týdningi - ikki lat fara aftur við borðinum [...] ivi man vera um, at á hondbóltsvøllinum liggur hennara partur ikki eftir. Og tað ger tað neyvan heldur á sjónum. Spurningurin er so, hvørjar ætlanir hon hevur á sjónum í framtíðini. - Eg ætli mær so í øllum