ið eg skuldi eiga, fór eg av oynni til Kvívíkar, har eg fekk míni børn. Ein kona var deyð av føðikrampa tað árið, vit komu vestur, so tað var hildið at vera tryggari at fara av oynni. Hetta var ein syrgilig [...] stríggið. Eisini høvdu vit nakað av jørð í hondum fyri ognarar í Sørvági og eisini fyri Sofus Sivertsen. Vit plagdu at fletta 50 lomb. Meginparturin av kjøtinum varð selt av oynni. Øll avroðini komu til [...] fóru av oynni. Teir vórðu koyrdir á sjógv og sleipaðir av einum báti til Smiril, sum tók teir til Havnar, har teir vórðu slaktaðir. Vit plagdu at hava tveir oksar. Tilsamans fóru 10-12 oksar av oynni
krígsrakta Ukraina og Turkaland og Sýria, sum er vórðu rakt av jarðskjálvta mánanáttina í síðstu viku. Higartil eru út við 37.000 fólk staðfest deyð. Landsstýrið ætlar at játta Ukraina sjey milliónir krónur [...] so hevur Danmark eina játtan upp á 17 milliardir, sum er 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Skuldu Føroyar játtað 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í neyðhjálp, so var talan ikki um 12 milliónir krónur
onnur størri ella minni økir, har intern budget eru givin, millum annað til vask av klæðum, reingerð, húsavørð, menning av heilsustarvsfólkum, o. m.a. Økir, sum vit longu tíðliga í vár sóu, fóru at hava [...] slan metir, at hetta er vanligt internt samskifti við Heilsumálaráðið. Restina av meirútreiðslunum innan hendan partin av rakstrinum fer Landssjúkrahúsið við innanhýsis atgerðum at klára sjálvt. Leiðslan [...] Serlæknarnir hava fyri teirra økir ábyrgdina av, at sjúklingurin fær so góða viðgerð sum gjørligt. Tá so Landssjúkrahúsið skal spara, má tað ganga út yvir onkur av hesum serlæknaøkjunum. T.v.s., at líka nógvir
vórðu særd. Hernaðarligi bólkurin Islamskur Statur (IS) hevur tikið ábyrgdina av báðum álopunum. Tað er eitt øki i vestara parti av afganska høvuðsstaðnum, sum seinastu tveir dagarnar hevur verið málið fyri [...] lokalir miðlar sambært tíðindastovuni Reuters. Tað er annar dagur á rað, at økið í Kabul verður rakt av álopi, sum krevur mannalív. Í minsta lagi tvey fólk doyðu í dag, og onnur 13 fingu skaða. Í gjár doyðu
gjárkvøldið kyknaði eldur í Grenfell Tower í vestara parti av London. Bygningurin er í 27 hæddum. Líkt var til, at eldurin byrjaði á einari av niðaru hæddunum og spjaddi seg til allan bygningin. Fólk búgva [...] búgva í Grenfell Tower, og myndugleikarnir hava boðað frá, at fólk eru deyð í eldsbrunanum, men teir hava ikki nevnt tøl enn. Nógv fólk eru eisini koyrd á sjúkrahús við roykeitran. Fleiri hundað brandfólk [...] brandmaður havi eg ikki upplivað nakað líknandi. Eg eri sera hamur um at muga boða frá, at fleiri fólk eru deyð í eldsbrunanum. Í løtuni kann eg ikki siga nakað tal , tí bygningurin er so stórur, sigur Dany Cotton
fýra eru løstaðir í einum ísraelskum álopi har suðuri í Libanon í dag. Á hinari síðuni eru fimm fólk deyð har norðuri í Ísrael í einum rakettálopi á bygdina, Metula. Ísraelsku tíðindamiðlarnir, Haaretz og [...] Israel, vita at siga, at talan var um rakettir, sendar úr Libanon, sum raktu eitt landbúnaðarøki. - Ein av teimum, sum læt lív, var ísraeli. Hini vóru útlendskir ríkisborgarar, veit ísraelska sjónvarpsrásin
Ókent tal av fólkum hava latið lív í einum bussvanlukku við millum 60 og 70 fólkum umborð, sum lutvíst er undir vatni í Hadsel í Norðurnoregi. Tað boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi nú klokkan 14, sambært [...] bjargingarleiðarin Ørjan Delebekk frá bjargingarmiðstøðini í Norðurnoregi við fjølmiðlarnar. Umfangið av vanlukkuni er enn ógreitt, sigur Delebekk og leggur afturat, at neyðhjálpartænastur frá fleiri støðum [...] koma hagar. Sjúkrahúsið í Nordland, Nordlandssykehuset, hevur kallað eyka starvsfólk inn sum avleiðing av vanlukkuni, upplýsir sjúkrahúsið. Tey hava hækkað sonevndu vanlukkuávaringina, sum sambært samskif
undantak av tveimum árum) ongantíð verið á sama støði sum í Føroyum. við øðrum orðum er fólkatalið í Suðuroy, í lutfalli av fólkatalinum í Føroyum, minkað hvørt ár síðan 1921, við undantaki av tveimum árum [...] við tilsamans 24,8% í árunum 1985 til 2007. Minkingin í talinum av kvinnum er tó munandi størri enn minkingin í talinum av monnum. Talið av kvinnum í aldursbólkinum 20-39 ár er minkað við 31,4%, meðan minkingin [...] Suðuroy verið fyri eini árligari minking í 42 av teimum seinastu 56 árunum. Ein familja flutt úr Suðuroy hvønn mánað í 20 ár Minkandi fólkatalið stendst millum annað av stórari fráflyting úr Suðuroy. Tilsamans
ferðsluni, og tey sum liva við missinum. Tey, sum eru deyð í ferðsluni hetta síðsta árið, eru ein kvinna og átta menn. Ingi Gunnarsson, sum er ein av stigtakarunum til henda serliga minningardagin, sigur
bygdarráðsformaðurin frá og leggur afturat, at í flestu førum er talan um hús, sum eldri fólk, ið eru deyð, hava búð í. Í nýggju útstykkingini eru 25 grundstykkir, og prísurin liggur um 200.000 krónur, tá [...] karmarnar fyri stevnuni á ymsan hátt. Sjálva fjarðastevnuna verður Gunn Joensen annars nógv upptikin av, at Vestmanna kommuna fær vitjan úr Íslandi. Tað er bygdarráðið í vinarkommununi hjá Vestmanna í Íslandi [...] limirnir í Vestmanna nógv upptiknir á stevnuni. Spennandi ætlanir Viðvíkjandi ætlanunum um bygging av matstovu og kunningarstovu inni á Fjørð, sigur Gunn Joensen, at eftir hennara tykki eru hesar ætlanir