Fyrsta danska rannsóknarskipið í 30 ár

Danskir granskarar fáa nú eitt nýtt rannsóknarskip, sum kann brúkast til kanningar bæði oman fyri og undir havbotninum.

Skipið, sum hevur fingið navnið Aurora, telist ikki millum tey stóru rannsóknarskipini, og tað telist heldur ikki millum tey dýru. Skipið er 28 metrar langt, og prísurin liggur um 40 milliónir krónur.

 

Hetta er tað fyrstu ferð í 30 ár, at danir fáa nýtt rannsóknarskip.

 

Tað er lærdi háskúlin í Aarhus, sum skal brúka skipið, og tað skal gera kanningar í Norðsjónum,, Skagerrak og í Eystrasalti.

Aurora kann brúkast til jarðfrøðiligar kanningar av havbotninum, og við smávegis broytingum kann tað brúkast til havlívfrøðiligar kanningar so sum fiskirannsóknir. Skipið kann brúka granskingarútgerð so sum CTD, seismiska útgerð, botnbor og robottar, sum kunnu fara niður á 1.000 metra dýpi. Herumframt er skipið útgjørt til trol.