Fyrrverandi unnusta hjá Joachim prinsi deyð

Mánadagin doyði fyrrverandi unnustan hjá Joachim prinsi, Iben Kadziola, sum fyrr æt Iben Detlefs, einans 48 ára gomul.

 

Hon hevur seinasta árið verið sjúk av krabba í tarmunum – og doyði á einum hospice í Brandholm á Lollandi.

 

Iben Detlefs, sum tá var fotomodel, og Joachim prinsur vóru par í fimm ár fyri umleið 25 árum síðani. Nú hon doyði, var hon gift við Thomas Kadziola, og búðu tey á Lollandi. Iben hevur tveir synir frá eini fyrru giftu.

 

Sum unnusta hjá Joachim prinsi varð hon boðin við til silvurbrúdleypið hjá Margretu drotning og Heindriki prinsi og til 50 ára føðingardagin hjá drotningini.

 

Tað kom einkis millum Iben Detlefs og Joachim prins í 1993.