tað er í morgin - fer Sundalags Bátafelag at skipa fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta er eitt tiltak, sum er yngri enn bæði bátastevnan í Vestmanna, bátafestivalurin á Toftum og regattasiglingin í Sundalagnum [...] Sundalagnum, sum endar í Hósvík. Men, hóast hetta bátatiltak í Hvalvík ikki hevur so nógv ár á baki og í stødd og innihaldið ikki kann metast við tær størru bátastevnurnar, so er hetta kortini eitt tiltak, sum [...] leygardagin, og bátarnir eru komnir at liggja trygt í maritima bátahylinum í Hvalvík, verður høvi hjá øllum bátsmanningum og kampingfólki at fara í tjaldið á bryggjuni til gott smyrjibreyð. Tað er bygdafólkið
At Norðoyggjar eru slopnar í samstarv við Sunda kommunu á barnaverndarøkinum, og at sunnari partur av Suðuroynni nú fer undir ellis- og røktarheim uttan um norðara partin í oynni, har komandi 13 árini [...] ið ger øllum til vildar, ger ongum til vildar«, er gamalt, men kortini ikki minni veruligt í hesum døgum. Bæði í samgonguskjalinum hjá seinastu samgongu og hesari er stutt men sera greið orðing: »Kommunala [...] vitandi, at hetta fremur skilaloysi og gevur stórar trupulleikar í framtíðini, sum valla slepst úr. Sterkari kommunur Sum landsstýrismaður í kommunumálum legði eg ikki færri enn tvær ferðir fyri á landss
næmingarnar í ein størri skúla. Hetta tjakið hevur ein eisini sett hol á í Sunda kommunu, og var tað millum annað tikið fram á einum fundi í november mánaði í fjør, har skúlaleiðararnir og limir í skúlastýrinum [...] upplivað ein ávísa afturgongd, millum annað í fólkatali og í næmingum í lítla og hugnaliga bygdarskúlanum. Fyri trimum árum síðani vóru 25 næmingar í skúlanum. Í ár eru tey 19 og gongst sum mett, verða tey [...] bygdarskúlan! Fjølbroytt undirvísing Í Haldórsvík og í Tjørnuvík eru tveir smáir bygdarskúlar, við ávikavist 19 og 6 næmingum úr 1. upp í 7. flokk. Í framhaldsdeildini fara tey í Felagsskúlan á Oyrarbakka. Av
Tey hava drúgvar royndir í renni tiltøkum uttanlands og hildu, at tað er upplagt at skipa fyri slíkari renning í Føroyum. Meginparturin av kappingini gongur fyri seg í Sunda kommunu, og tí skipar kommunan [...] føroyingar at renna maraton úti í heimi, men seinastu árini er skipað fyri fleiri hálvmaraton og maratonkappingum her í Føroyum. Tað er týdningarmikið at skilja seg út úr mongdini í kappingini um uppmerksemi [...] hav í Nepal og hygg eftir Føroyum! Eg gleði meg at vitja har, sigur Mira Rai. Mira Rai hevur vunnið ein hóp av slíkum kappingum, síðani hon byrjaði at kappast í 2014. Hon eigur eisini fleiri met í altjóða
kommunurnar í august er gjørt uppá á TAKS. Nógvar kommunur hava størri inntøk í august í ár í mun til í fjør. Nógv tann størsti lutfalsligi vøksturin er í Fugloy, har inntøkan er 124% størri í august í ár. Í [...] Í krónum er upphæddin vaksin frá 145,200 krónum upp í 326,385 krónur. Aðrar kommunur, sum hava eitt betri august mánaða í ár í mun til í fjør er til dømis Viðareiðis kommuna við einum vøkstri á góð 25% [...] kommununar sunnanfyri, ið hava eina afturgongd higartil í ár. Sí tølini fyri august og fyri árið higartil sí talvunum niðanfyri. Fyribilsskattur til kommunurnar í august: Kommuna: 2016 2017 Munur kr. Munur % Fugloyar
minkað í 14 bygdum í Skálavík er tað minkað 10 fólk, í Húsavík er tað minkað níggju fólk og á Sandi er tað minkað trý fólk. Annars er tað kvinkað niður eftir í Kvívík, í Fámjin í Hovi, umframt í Fugloy [...] nú í Kalsoy, í Hesti, í Skúvoy og í Mykinesi, samstundis sum at fólkatalið er kvinkað niður eftir í Fugloy og Svínoy. Men av teimum stóru kommununum er tað bara á Tvøroyri, at fólkatalið stendur í stað [...] Tað er bara í Sandoy, í Svínoy og í Fugloy, at fólkatalið er minkað hetta seinasta árið. Annars veksur fólkatalið allastaðni, men í Suðuroynni er vøksturin ógvuliga avmarkaður. Tað staðfestir Hagstovan
Oyri: Í vár fær ungdómurin í Sundalagnum sítt egna hús. Dagstovnurin á Oyri hevur staðið tómur síðani nýggi stovnurin á Oyrarbakka, Dagstovnurin á Flatinum, var tikin í nýtslu í 2005. Men nú er ætlanin [...] Joensen er formaður í sosialu deild í kommununi, og hann greiðir frá, at ætlanin er, at ungdómurin skal sleppa at húsast í ovaru hæddini á gamla barnagarðinum nøkur kvøld um vikuna. Í kommununi hava tey ásanna [...] verður ein spíri til eitt virkishús í kommununi. – Tær 50.000 krónurnar skulu brúkast til at fríska ovara hæddina upp við, sigur formaðurin í sosialu deild í Sunda kommunu. Ikki nýtt hugskot Hugskotið
røktarheim í Vági. Bórgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur í útvarpinum boðað frá, at Tvøroyrar Býráð fer neyvan at samráðast um at byggja røktarheim í Vági uttan at kommunurnar í Suðuro eisini [...] samanlegging ? Mær dámar illa at málið um kommunusamanlegging í Suðuroy og málið um at byggja røktarheim í Vági, eru tengd saman. Borgarstjórin í Vági følir tað sum um hon hevur fingið revolvaran fyri pannuna [...] at frætt, hvørjar royndir tey á Skálafirði og tey í Sunda Kommunu hava gjørt sær av samanleggingini, bæði at góðum og ringum, heldur borgarstjórin í Vági.
Jógvan í Skorini vísir á, at hóast Eiðis kommuna fer at gera íløgur fyri stívliga 16 miljónir krónur í 2016, kemur kommunan at skylda tað sama við ársenda í 2016, sum skuldin er við ársenda í 2015. - [...] fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir, er í allar mátar væl fyri, og ikki minst hevur kommunan í løtuni eitt rættiliga stórt fíggjarligt rásarúm. Umframt at skattainntøkurnar í ár eru umleið 2,5 miljónir krónur [...] Felagsskúlanum á Oyrarbakka til Sunda kommunu, umframt at Røktar-og Ellisheimið í Runavík, sum kommunan eisini var partur av, er selt Skálafjarðarsamstarvinum. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, ásannar,
at tiltakið í ár fer fram í Leguhúsunum í Nesvík, liggur væl fyri at gista har. Verkætlanin OLE2 fer fram í átta kommunum í fimm londum, og verður stuðlað av útnorðurfelagsskapinum NPP. Í Føroyum samskipar [...] ein liður í verkætlanini OLE2,- okkara lív sum eldri, verður skipað fyri sonevndum eldradøgum í Nesvík hósdagin 28. og fríggjadagin 29. oktobur. Fyrsta líknandi tiltak í verkætlanini var í Vágum í fjør, og [...] luttakandi kommunurnar Vága-, Sunda- og Porkeris kommunur. Útlendsku samstarvspartarnir eru úr Svøríki og Finlandi, sum eisini skipa fyri líknandi tiltøkum. Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við avvarðandi