Røktarheim og samanlegging
? Mær dámar illa at málið um kommunusamanlegging í Suðuroy og málið um at byggja røktarheim í Vági, eru tengd saman.
Borgarstjórin í Vági følir tað sum um hon hevur fingið revolvaran fyri pannuna, nú kommunurnar skulu samráðast um at byggja røktarheim í Vági.
Bórgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, hevur í útvarpinum boðað frá, at Tvøroyrar Býráð fer neyvan at samráðast um at byggja røktarheim í Vági uttan at kommunurnar í Suðuro eisini eru sinnaðar til at samráðast um at leggja saman.
? At samráðast undir slíkum treytum hóvar mær sera illa, tí eg haldi, at tað er skeivt at tengja málini saman. Og eg haldi ikki at tað er rætt at hótta hinar kommunurnar í oynni á hendan hátt. sigur Kirstin Strøm Bech.
? Men nú fáa vit at síggja, hvussu samráðingarnar verða, leggur hon afturat.
Kortini ásannar hon, at spurningurin um at leggja kommunur í Suðuroy saman, er eitt mál, sum bý- og bygdaráðini í oynni koma at taka støðu til í næstu framtíð.
? Skulu kommunurnar leggja saman, mugu vit eisini gera okkum greitt, at vit vilja arbeiða fyri at menna alla oynna og ikki bara ávís pláss.
? Hetta er ein spurningur, sum eisini Vágs Býráð kemur at taka støðu til í næstum, sigur hon.
Men hon er sannførd um, at áðrenn býráðið fer undir eina samanlegging, má tað fáa heimild til tað frá fólkininum á eini fólkaatkvøðu.
Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, hevur áður nevnt møguleikan at gera eina óhefta, fakliga kanning um, hvørjir fyrimunir og vansar eru við eini kommunusamanlegging í Suðuroy og tað er eitt uppskot, sum Kirstin Strøm Bech heldur ljóðar skilagott.
? Kommunusamanlegging er nýtt fyribrigdi í Føroyum og tað kundi eisini verið hent hjá suðuroyingum at frætt, hvørjar royndir tey á Skálafirði og tey í Sunda Kommunu hava gjørt sær av samanleggingini, bæði at góðum og ringum, heldur borgarstjórin í Vági.