Íløgur fyri stívliga 16 miljónir krónur

- Vit hava eina ótrúliga spennandi fíggjarætlan fyri 2016, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri.

Eiðis kommuna, sum fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir, er í allar mátar væl fyri, og ikki minst hevur kommunan í løtuni eitt rættiliga stórt fíggjarligt rásarúm.

 

Umframt at skattainntøkurnar í ár eru umleið 2,5 miljónir krónur hægri enn mett, hevur kommunan eisini selt sín part av Felagsskúlanum á Oyrarbakka til Sunda kommunu, umframt at Røktar-og Ellisheimið í Runavík, sum kommunan eisini var partur av, er selt Skálafjarðarsamstarvinum.

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, ásannar, at her eru einar 18-19 miljónir krónur í meirinntøku, og tað er greitt, at hetta gevur kommununi nýggjar og spennandi møguleikar.

 

Góða gongdin kemur á ymiskan hátt teimum sløku 700 borgarunum í kommununi til góðar - við einum lágum skattaprosenti og høgum barnafrádrátti.

 

- Vit hava eina ótrúliga spennandi fíggjarætlan fyri 2016. Skattaprosentið lækkar við tveimum prosentum niður á 18,75 prosent, og vit hava ein høgan barnafrádrátt á 7.500 krónur.

 

Jógvan í Skorini sigur, at Eiðis kommuna áður hevur víst á skattligu fyrimunirnar hjá fólk aðrastaðni at flyta í kommununa.

 

- Jú, tað er nógvur peningur at spara við at flyta eitt nú úr miðstaðarøkinum og henda vegin at búgva. Men, tað eru ikki bara fólk, ið vilja flyta higar, ið fáa lut í hesum fyrimunum.

 

Hann vísir á, at ein miðal familja, sum longu býr í kommununi, kemur at hava umleið 12.000 krónur fleiri eftir næsta ár. Hetta er ein lætti, sum borgararnir veruliga koma at merkja.

 

Hóast kommunan nú lækkar skattaprosentið, steðgar kommunan kortini ikki við at gera íløgur, tvørturímóti.

 

- Í fíggjarætlanini fyri 2016 hava vit sett óvanliga nógv av til íløgur. Hetta kunnu vit gera uttan lántøku, tí kommunan hevur ein sunnan og góðan rakstur, samstundis sum vit hava tøkan pening.

 

Jógvan í Skorini vísir á, at hóast Eiðis kommuna fer at gera íløgur fyri stívliga 16 miljónir krónur í 2016, kemur kommunan at skylda tað sama við ársenda í 2016, sum skuldin er við ársenda í 2015.

 

- Skuldin er nógv niðurgoldin seinastu árini og er nú væl niðan fyri eina hálva álíkning, leggur hann aftrat.