vanligt, at økini klára at semjast um, hvønn tey skulu velja í stýrið, men í onkrum økjum hevur tað verið stríðsval, og í Havnini hava tað altíð verið meira enn eitt umboð. Tað vísir seg sum, at tað er meira [...] minnilutin mælti til, at Bjarti Mohr kom í stýrið. Hetta var skrivað í gerðabólkina. Meirilutin í Tórshavnar býráð helt eftir fundin, at valið var ikki nóg greitt, tí tað kundi skiljast, sum at tað komu tvey tilmæli [...] stýrinum fyri SEV. Minnilutin møtti til fundin, men rýmdi aftur fyri at mótmæla mannagongdini, og tí var endin tann, at býráðið samtykti, at skjóta Leiv Hansen upp til stýrið, meðan Katrin Dahl Jacobsen skuldi
tað tí av týdningi, at eisini Føroyar samhaldsfast átaka sær sín part av arbeiðinum við at steðga veðurlagsbroytingum. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil mæla til, at roynt verður at minka um útleiðingina [...] na av veður-lagsgassi. Hetta merkir, at nýtslan av fossilum brennievnum eigur at tálmast. Størsta avbjóðingin vil verða at minka CO2 útlátið frá fiskiskipum, sum standa fyri 33% av CO2 útlátinum. Harafturat [...] veðurlagið væntandi at broytast meiri ella minni. Hetta uttan mun til, um tað eydnast pørtunum í Kyoto-protokollini at liva upp til málsetningar-nar. Tí er tað eisini týdn-ingarmikið at fáa staðfest, hvørjar
við Aftenposten. Hann vísir á, at fyri bara einari viku síðani vístu forsagnirnar, at 2006 fór at verða eitt tað besta í ísraelsku søguni, og at búskaparvøksturin fór at liggja um 6,6 prosent. Men nú er [...] verður verri enn, sigur Gad Lior, sum væntar, at stríðið ímillum Ísrael og Hizbollah fer at vara nakrar vikur afturat. Tað fer at raka búskapin meint, eftir at vit hava havt tvey góð ár, sigur ísraelski [...] Hotellini har norðuri í Ísrael standa at kalla tóm, tí hvørki ferðafólk ella handilsfólk tora at gista har longur. Leygardagin rakti ein rakett hjá Hizbollah eitt av hotellunum í býnum Tiberias, og løtu
frá, at Lógarritið, sum hevur seks ár á baki, nú er at finna á internetinum. Kári á Rógvi, ritstjóri, greiddi frá, at arbeiðið við ritinum byrjaði í sambandi við grundlógarsmíðið. Hildið varð, at ov fáar [...] torført at skriva um júst tað løgfrøðiliga økið á føroyskum, sigur Kári á Rógvi, at tað heldur hann ikki. - Tað er ein avbjóðing, men ikki trupult, tí føroyskt egnar seg væl. Hann greiðir frá, at í grundlógar- [...] Vit lesa jú um løgfrøðiligar avgerðir hvønn dag í fjølmiðlunum. Virkisfýsnið og eldhugin var ikki at fara at skeivur, tá Føroyskt Lógarrit skipaði fyri tíðindafundi í morgun. Ikki tí, áhugin frá fjølmiðlunum
stigatalvuna. Hvørt teir so megna at halda sessinum, er ein heilt onnur søga. Men tað er púra vist, at Manchester United hevur illa ráð at vera lítla normannin fyriuttan í royndini at halda Chelsea aftan fyri seg [...] útvegur hjá Ferguson, enn at tveita the baby-faced assasain á vøllin. Eitt eyknevnið, smádreingja-útsjóndin saman við máltevinum syrgdi fyri. Og tað var ikki minst honum at takka, at United upplivdi søguliga [...] fyrr enn í 2003/2004 varð hann at rokna sum fastur maður, og nú var tað saman við Ruud van Nistelrooy, at málini vórðu send inn um mótstøðuverjurnar. Men so fóru skaðarnir at gera um seg. Trupulleikarnir
munandi meiri óstøðug. Harafturat er vert at hava í huga, at liðið hjá vestmenningum er mannað við rættuliga royndum leikarum, ið so at siga allir hava verið við til at gerast føroyameistarar áður, og tað kann [...] Vestmanna, og nógv vilja verða við, at liðið, ið tapir dystin sunnudagin, er úti av kappingini um føroyameistaraheitið. Um so er, er ilt at meta um, men eingin ivi er um, at vinnandi liðið hevur sera góð kort [...] Seinasta viku var enn einaferð staðfest, at Kyndil hevur stórar trupulleikar við at fáa gongd á spælið hjá sær, tá ið teir fyri triðju ferð í hesum kappingarárinum noyddust at lúta fyri hoyvíkingum. Kyndil skal
dystunum í bólki C í EM-endaspælinum, at teir stúrdu fyri, at dysturin millum Danmark og Svøríki eftir avtalað spæl fór at enda 2-2, tí júst hetta úrslitið merkti, at bæði tey norðurlendsku liðini komu víðari [...] hevur italski fótbóltsforsetin, Franco Carraro, alment sagt, at hann ivast ikki í, at talan var um avtalað spæl, men tað verður trupult at prógva tað, sigur hann. Italsku fjølmiðlarnir eru tó ikki so [...] italska landsliðnum. Fjølmiðlarnir halda, at italska avrikið undir EM-endaspælinum hevur verið undir alt lágmark, og at spælararnir bert kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir nú eru útslignir. Italski venjarin
Allani Simonsen. ? At spæla tríggjar dystir í eina viku er ikki so lítið krevjandi. Serliga tá ið havt verður í huga, at tað er so so mikið tíðliga á árinum, at tað ikki kann roknast við, at spælararnir verða [...] nevnt, at HB fer undir venjingarnar mánadagin 2. februar. Tað vil við øðrum orðum siga, at landsliðsspælararnir hjá HB fara bara at hava vant í tvær vikur, tá ið teir eftir ætlan skulu til Spania at vera [...] seinastu dagarnar hevur tað kenst sum um, at vetrarveðrið rættuliga ætlar sær at fáa fastatøkur á okkum. Myrkrið, kuldin, kavin og vindurin tykjast kortini ikki at leggja fótonglar fyri fyrstu fyrireikingarnar
hóskandi sangir til konsertina. Tað er ein fragd at hoyra MC syngja, og nú hann fer at leggja bakkan frá sær á Hotel Hafnia, er tað bara at vóna, at hann fer at servera meira tónleik til føroyingar. SALT roynist [...] góður og tryggur performari. MC greiddi frá, at hann hevði ikki spælt so nógv á konsertum seinnu árini, men at hann alíkavæl vildi sleppa til Fuglafirðar at spæla. Fuglfirðingar høvdu nevniliga givið honum [...] sum skipaði fyri konsertini, hevði fingið MC Restorff, SALT og Petsi Tvørfoss at spæla til konsertina, og hetta vísti seg at verða ein sera góð blanding av føroyskum sangarum. Signar á Brúnni, sum er f
tey skjóta at svara, at tað verður tað ikki. ?Nei vit hava nógv annað at tosa um enn politikk, tá vit eru saman í Turiðargøtu. Vit tosa ómetaliga lítið um politikk, tí okkum dámar nógv betur at syngja og [...] og tí er tað eitt sindur margháttligt, at heili trý valevni eru at finna í somu gøtu, sum ikki telir meira enn góð 20 hús. Heldur B36 og HB Hetta er fyrstu ferð, at Steinfinnur Mittelstein og Inga Dahl stilla [...] fyrstu er tað lætt at koma í samband við fólk, tí tú fært nógvar reaktiónir og fólk spyrja, hvat tú stendir fyri, og tað er bara stuttligt, heldur Inga Dahl. ?Tað er einki at ivast í, at tað er fótarbeiðið-