Hittini regnaðu á Kambsdali

MC Restorff, SALT og Petsi Tvørfoss høvdu eina óføra góða jólakonsert á Kambsdali seinasta vikuskiftið. MC Restorff var í rætta essinum og greiddi frá, hvussu fuglfirðingar høvdu givið honum eina konu

Konsert

Farna sunnudag var ein av teimum mongu jólakonsertunum, sum verða hildnar kring landið, í ítróttarhøllini á Kambsdali.
ÍF, sum skipaði fyri konsertini, hevði fingið MC Restorff, SALT og Petsi Tvørfoss at spæla til konsertina, og hetta vísti seg at verða ein sera góð blanding av føroyskum sangarum.
Signar á Brúnni, sum er fyrrverandi landsstýrismaður, men sum nú er farin upp í kommunualpolitikk í Fuglafirði, var frásøgumaður, og tað dugdi hann væl.
MC skemtaði
MC Restorff fekk heiðurin at byrja konsertina, og hann var sera væl upplagdur. MC dugir sera væl at framføra, og hóast hann til tíðir kann tykjast nakað beskeðin, so liggur í honum einum framúr góður og tryggur performari.
MC greiddi frá, at hann hevði ikki spælt so nógv á konsertum seinnu árini, men at hann alíkavæl vildi sleppa til Fuglafirðar at spæla. Fuglfirðingar høvdu nevniliga givið honum eina konu fyri nógvum árum síðani, og hann helt, at tað var enntá nevndin í ÍF, sum hevði gjørt tað.
Signar á Brúnni heilsaði seinni frá núverandi nevndini í ÍF, at slíkt fingust teir ikki við longur...
Spældi og prátaði
MC Restorff spældi nakrar sangir einsamallur á klaver, og tað var ikki sum fyrr, tá ið hann plagdi at hava góða hjálp afturat sær.
MC helt fyri, at tá ið stórir menn sum Ólavur á Váli og Kári Svensson vóru á pallinum saman við honum, kendi hann seg ikki einsamallan. Nú stóð hann púra einsamallur har á pallinum við sínum ljómborði, og tað kendist øðrvísi. Til seinasta sangin fekk hann tó hjálp frá Bárði á Lakjuni og Poulu Jespersen, sum sungu saman við honum.
MC bæði spældi og sang væl, og hann hevði valt góðar og hóskandi sangir til konsertina. Tað er ein fragd at hoyra MC syngja, og nú hann fer at leggja bakkan frá sær á Hotel Hafnia, er tað bara at vóna, at hann fer at servera meira tónleik til føroyingar.
SALT roynist væl
Sangbólkurin SALT, sum herfyri gav sína fyrstu fløgu út, kom síðani á pallin. Hetta eru ungfólk úr Eysturoynni, sum fyri nøkrum árum síðan funnu saman í bólkin. Tey hava verið meira og minni virkin hesi árini, men seinastu tíðina hava tey verið nógv frammi.
Og tað er ikki so løgið, tí tey syngja fantastiska væl. Eitt er at spæla eina fløgu inn, men at fara á pallin og geva ein so góða live-framførslu er enn betri.
Tey sungu sangir av nýggju útgávuni og høvdu eisini onkran jólasang við. Og spurningurin er, um ikki salt er eitt ov beskeðið navn til ein sangbólk, sum hevur nógv meira krút í sær.
Petsi í selskapi við tær stóru
Sogkvinnan Petsi Tvørfoss fekk heiðurin at spæla seinasta, og tað megnaði hon sera væl.
Tað kann tykjast eitt sindur misvísandi, at Petsi av fyrstan tíð kom fram í danska Grand Prixnum, tí tann einstáttaði tónleikastílurin har er als ikki nakað, sum hon er løst fast í.
Petsi er ein framúr góð og fjølbroytt songkvinna, og hesaferð sang hon sangir hjá kendum aljóða songstjørnum sum Bonnie Raitt, Celine Dion og Mariah Carey, og tað vóru ikki minst sangirnir hjá Carey, sum eydnaðust sera væl.
Afturat sær á pallinum hevði hon manningina í bólkinum Showmonnum, og teir vóru sum vanligt væl fyri. Trummuspælarin James Olsen royndi enntá at peppa áhoyrarafjøldina eitt sindur upp.
Føgur er foldin fór til beins
Eftir at Petsi hevði sungið sínar sangir, endaði konsertin við einum eykasangi, har allir sangararnir vóru aftur á pallinum.
Føgur á Foldum varð latin í nýggjan og meira lívligan búnað, og tað riggaði sera væl. Showmenn spældu undir, og teir mongu góðu sangararnir sungu.
Og so til endans var punktum sett við einum meira friðarligum Gleðilig jól. Konsertin var frálík og fjølbroytt ? júst sum ein jólakonsert skal vera.