viðurskifti mangan uppá tvørs av hvørjum øðrum og kynstrið er at duga at meta um í hvønn mun vit kunnu reka landið skilabest, soleiðis at mest fæst fyri skattakrónurnar, eisini í samstarvi við umheimin [...] høvuðsvinna, landskassaliga fór av sporinum At bústaðarmøguleikarnir ikki eru at líkna við teir, ið okkara grannalond hava havt í áratíggjur, helst øldir. At eldraøkið – ikki hevur tað bústaðarfjølbroytni [...] grannalond okkara hava. At seinheilaskadd og onnur kronisk sjúk ikki hava sama tilboð til viðlíkahaldsvenjing, sum grannalond okkara hava. At Almannaverkið gremur seg um pengar og starvsfólk. At bygningar ikki
nevndu bók. Tað er fólki sum teimum báðum fyri at takka, at vit kunnu varðveita søguna um hetta dapra tíðarskeið og um hvussu tey eftirsitandi komu undan. Kom at búgva í Mykineshólmi og Borðuni Sum aðrar gentur [...] letur væl at at vera hjá. 23 ára gomul giftist Julianna við Olaf, sum var sonur kenda kongaliga loðsin, Theodor Samuelsen. Olaf fekk arbeiði sum vitapassari í Mykineshólmi. Tá kom Julianna at fáa samband [...] komu vit at kennast. Eisini kom hon nógv í Frelsunarherin. Julianna er eitt framúr skilafólk Sigast kann um Julionnu, at hon er eitt skilafólk. Hon minnist væl til, og hon dugur framvegis at greiða væl
Men nú fara tey at siga – eins og tá ið hjálandaveldini fóru út í heim at bjóða glasperlur til tey innføddu afturfyri at taka teirra land: Jú, men føroyskar fyritøkur skulu kanska sleppa at byggja okkurt [...] tey spara við at brúka okkum mótvegis NATO. Danmark hevur langt síðani játtað at gera hetta mótvegis USA og NATO – uttan at føroyingar eru spurdir ella kunnaðir. Síðani hevur bara rátt um at spæla ein sjónleik [...] myndugleikum. 12 tímar at selja okkum fyri glasperlur Nú ein seinnapart í desember, kemur danski verjumálaráðharrin til Føroya. Dagin eftir ætlar hon at undirskriva eina avtalu um at Danmark skal seta ein
við Fólkaflokkin, fer hann í øðrum lagi at verða noyddur at reka borgarligan og við honum fólkaflokspolitikk, um honum eydnast at koma í samgongu. Hann eigur at taka við læru av partamonnum sínum í Danmark [...] skapi við. Hann sigur. “at hann ætlar sær ikki at lumpa veljaran”! Ja, vit fáa at síggja! Tað segði formaður danska Javnaðarfloksins eisini. Hóast tað, hevur hon verið noydd at gera beint í móti lyftum [...] heimsbardagar, har tað vísti seg, at londini ið fóru í knús, komu skjótast fyri seg aftur. Wall Street kreppan og avleiðingarnar av henni gav ilt av sær, men var eisini við til at skapa og brynja fólk av nýggjum
til reiðar at stuðla tí vissi tað skal til fyri at fáa prísirnar niður”. »Vit« merkir í hesum føri ikki, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla. Tað merkir, at Tjóðveldi er til reiðar at fara í lummarnar [...] Atlantsflogi í Rás2 mikudagin segði Høgni Hoydal, at ”nú hoyra vit Sjúrð Skaale siga, at vit bara skulu flúgva til Danmarkar”. Í kjaki kann vera snilt at siga fólk hava onkran víðgongda meining, sum tey [...] er gott. Men um avleiðingin av nýggjum destinasjónum er, at fólk skulu rinda stóran yvirprís fyri at sleppa av landinum, rokni eg ikki við, at vanligir føroyingar og vinnulívið – herundir ferðavinnan
ingar um, at vaktarskip skuldu vera tøk alt døgnið við boripallarnar. Hetta fyri at forða ásigling og vera klár at hjálpa, um vanlukkur hendu á pallunum. – Esvagt sá skjótt ein møgu-leika at gera seg gald-andi [...] Carlsson. – Vit tora at gera hesa íløg-una, tí flotin av vaktar-skipum í Norðsjónum sum heild er við at verða ov gam-al. Trygdarkrøvini í frá-landa-vinnuni økjast alla-tíðina, og tí ræður um at fylgja við og [...] . Við nýggju skipunum er vit nú eisini klár at bjóða okkum fram í altjóða frá-landavinnuni, sigur Ovin Carlsson, sum ikki úthýsir, at felagið eisini fer at bjóða seg fram í eini føroyskari oljuvinnu. –
semja um at Fámjin er tann eldri formurin av navninum, meðan Famjin er ein yngri úttala eftir tí danska skriftforminum Famien. Navnið eigur tí at verða skrivað Fámjin. Haldórsvík Tað er semja um at forliðurin [...] út til at hava kappast (enn hoyrast oyndfirðingar siga ”yvir á Hellur”). Í nútíðarmáli tykist tann bundni formurin at hava verið við yvirlutan, og einmælt ynski er komið frá bygdarfólkinum um at fáa tann [...] bygdini og er tí eisini at fata sum hvørfalsformur. Skála Bygdin hevur upprunaliga itið At Skála, sum merkir ’bygdin við skálan’, og sum síðan er blivið til Á Skála. Skáli er at meta sum ein konstrueraður
líkasum at geva eftir fyri náttúrukreftunum. Onkrar plátur losnaðu og menn óttaðust fyri, at hon fór at detta niður, soleiðis at alt fór at fúka íkring í vindinum. Tí varð snøgt sagt tikin avgerð um at taka [...] kortini ikki at nerva teir arbeiðsmenninar, sum hesa løtuni stríðast við at rudda eitt arbeiðsøki hjá Landsverki við innkoyringina til tann norðasta tunnilin á Kalsoynni. Teir eru ídnir eftir at gera arbeiðið [...] hann frá. Teir væntaðu at verða lidnir við hetta arbeiðið á Kalsoynni í gjár. Í dag bíðar eitt arbeiði eftir teimum í Vestmanna, og í næstu viku er ætlanin at fara til Suðuroyar at arbeiða. Illa farin Tað
umborð á Bjørtu, har pápin er skipari: ”Det er bedre ikke at vide, hvor man befinder sig og at være klar over det, end det er at være overbevidst om, at man er der, hvor man i virkeligheden ikke er”. Sitatið [...] goymir eina rættiliga neyva lýsing av høvuðstvístøðuni í Færøblues: At kenna sítt pláss, at finna sítt pláss, at røkka sínum plássi og so at halda seg til sítt pláss. Hesin samleikatrupulleikin verður endavendur [...] vinklarnir tryggja uttan iva, at so nógvir ymiskir lesarar, sum gjørligt fáa okkurt burturúr at lesa Færøblues. Men sum heild verður tað ov nógv av tí góða - søgan hevur hug at hvørva og lata lesaran sita
vera ábending um, at trýstið á stovnin er ov ógvusligt. Tær siga seg vóna, at samlaða tilfarið bæði frá landingum og kanningum hjá Fiskirannsóknarstovuni fer at gera tað møguligt at meta um støðuna hjá [...] frá hesum. - Eftir at gulllaksur er farin at gýta, minkar vøksturin, og hetta sæst eisini aftur á nytrunum, sum annars siga nógv um gulllaksin. Árini eftir, at gulllaksur er farin at gýta, verða árringarnir [...] í Sjóvarmál, siga, at hetta eru týðandi parametrar til at lýsa lívfrøðina hjá gulllaksinum, og hópur av tilfari er savnað síðan 2006. - Stórur dentur hevur eisini verið lagdur á at kanna, hvussu búgvið