Jógvan við Keldu
----
Føroyar hava brúk fyri væl útbúnum fólki, sum torir og vil satsa, sum er skapandi, soleiðis at vit fáa vøkstur. Tað er einasti vegur til framburð
Her hava føroyingar balst í øldir, og seinastu hundrað árini hava vit sæð, eins og í londunum uttanum okkum, eina sjáldsama menning.
Bóndasamfelagið veik – í fyrstuni makliga - fyri fiskivinnusamfelagnum, havfiskiskapurin tók seg upp, ídnaðarsamfelagið tók dik á seg. Meðan hetta fer fram, fer Evropa ígjøgnum onki minni enn tveir heimsbardagar, har tað vísti seg, at londini ið fóru í knús, komu skjótast fyri seg aftur. Wall Street kreppan og avleiðingarnar av henni gav ilt av sær, men var eisini við til at skapa og brynja fólk av nýggjum. Fólkið sá álvaran av lívinum. Føroyar fóru ígjøgnum kreppur í 1930unum, 50unum við satsningum, missum og hóttafallum, og í nýggjari tíð í 80/90unum, har landið var sanerað av danska ríkiskassanum, vinnulívið av bankunum og bankarnir av landskassanum. – Einasti partur, sum saneraði “seg sjálvt”, vóru føroysku kommunurnar.
Formaður Javnaðarfloksins
eigur at taka við læru
Sagt verður so ofta, at hetta er alt so stutt síðani. Men er tað nú tað? Nei, veruleikin er ein annar, tí tey, sum ídag eru í víðari útbúgving, ella í loknari útbúgving út í arbeiði, vita - í praksis – lítið og onki um seinastu kreppuna, sum birtist av 80unum, tí antin vóru tey ikki fødd, ella vóru tey børn, sum livdu í lívsins dreymalandi.
Vælferðin og almenna ovurnýtslan hevur havt við sær, at politiski veruleikin er broyttur, og hóast floksformaður Javnaðarfloksins Axel V. Johannesen, hevur gjørt av, at flokkurin fer ikki - við sær sum formanni – í samstarv við Fólkaflokkin, fer hann í øðrum lagi at verða noyddur at reka borgarligan og við honum fólkaflokspolitikk, um honum eydnast at koma í samgongu. Hann eigur at taka við læru av partamonnum sínum í Danmark, sum vit enn eru í ríkisfelagsskapi við.
Hann sigur. “at hann ætlar sær ikki at lumpa veljaran”! Ja, vit fáa at síggja! Tað segði formaður danska Javnaðarfloksins eisini. Hóast tað, hevur hon verið noydd at gera beint í móti lyftum. – Tað er ikki lætt at vera politikkari soleiðis, at veljarin ikki, á ein ella annan hátt, kennir seg lumpaðan. - Nú rekur danski vinstravongurin borgarligan og/ella kapitalistiskan politikk. Hví! Tí umstøðurnar sleppast ikki undan.
Tori at siga, at soleiðis verður tað eisini í Føroyum um fá ár, kanska skjótari enn vit rokna við.
Úrmælingurin og stjórin á GE-fyritøkuni, Jack Welch, hevur tikið til: “Face the reality as it is, not as it was or as you wish it to be”. Hesi orð legði eg til merkis, at kendi journalisturin, Niels Lunde, tekur til í seinastu bókini um LEGO , tá felagið hevði afturgongd fyrst í hesi øldini.
Danska “reyða” samgongan borgarlig
Ídag hevur Danmark eitt arbeiðsloysi við 6 prosentum, meðan Føroyar liggja á umleið 5%. Hesi londini fylgjast ofta. Føroyar hava eini 1.300 fólk í arbeiðsloysi, meðan tað í øllum førum eru 1.500 føroyingar í arbeiði í øðrum londum. Føroyskir sjómenn og verkafólk, hava altíð verið mobilir og soleiðis vunnið gylt til landið. Samstundis er hópin av føroyingum sum bæði lesa í Føroyum og uttanlanda, og sum hava ynski um at koma heimaftur, og sum tikið hevur verið til av teimum, um ikki annað so í als.
Føroyar hava brúk fyri væl útbúnum fólki sum torir og vil satsa, sum er skapandi, soleiðis at vit fáa vøkstur. Tað er einasti vegur til framburð. Tíbetur hava Føroyar altíð átt menn og kvinnur, ið hava lagt rygg til, tað hava vit enn, og tað er vónin vit kunnu byggja á.
Seinasta skotið á “reyðu” donsku samgonguni er, at “vit mugu geva vinnulívinum betri um støður og lækka kostnaðin”. – Enn hevur miðan og vinstrivongurin í føroyskum politikki ikki givið sær far um, at hetta er vegurin.
Er fólkaflokkurin so galin
Havi fylgt við, bæði hoyrt og lisið framløgur og viðmerkingar Javnaðar- og Tjóðveldisfloksins seinasta árið. Havi spurt meg sjálvan: “Er Fólkaflokkurin nú so galin, sum hann verður gjørdur av teimum”. – Nei eg haldi ikki, men hesir hava fingið loyvi og óátalaðir av okkara KVF at fara langt út um mark við ákærum og í førum illgitingum. Síðani verður hetta skorðað undir av vinstravendum “undirgreina-viðmerkjarum”, sum sjáldan eru tespiligar.
Tí er ongin ivi um, at vanligi gerandisføroyingurin spyr seg sjálvan og veruliga hugsar: “Hvagar eru Føroyar á veg”!