Esvagt á veg út í heim

Tað byrjaði við tveimum umbygdum trolarum. Nú teljast vaktar- og bjargingarskipini hjá Esvagt í Esbjerg millum tey best útgjørdu í frálandavinnuni í Norðsjónum.

– Næsta stig verður altjóða frálandavinnan, sigur tvørámaðurin og stjórin á Esvagt, Ovin Carlsson

TILBÚGVING

 

Champagnufløskan brestir í skipssíðuna. Tað er sannur hátíðardámur á keiuni, nú nýggjasta skipið hjá reiða-rínum Esvagt í Esbjerg verður doypt hendan vakra dag-in fyrst í mei. Við serliga væl útgjørda skipinum ’Esvagt Contender’ hevur Esvagt tikið enn eitt stig á leiðini at veita boripallum í altjóða frálandavinnuni bestu tænastuna, tá tað ræð-ur um vaktarhald, tilbúgving og tænastuveitingar.

Nýtt støði

Við ’Esvagt Contender’ telir flotin hjá Esvagt nú 25 skip. Samstundis er skipið tað næsta av átta nýggjum skipum, sum koma afturat flotanum hjá Esvagt fram til 2010. Tilsamans kosta tey átta skipini 1,1 milliard krónir.

Ovurstóra peningaupp-hæddin fær tó ikki fjáltur á tvørámannin og stjóran á Esvagt, Ovin Carlsson.

– Vit tora at gera hesa íløg-una, tí flotin av vaktar-skipum í Norðsjónum sum heild er við at verða ov gam-al. Trygdarkrøvini í frá-landa-vinnuni økjast alla-tíðina, og tí ræður um at fylgja við og helst vera eitt stig frammanfyri, um tú skalt standa teg í kappingini, sigur Ovin Carlsson.

Við nýggju skipunum setur Esvagt eitt heilt nýtt, hámodernað støði fyri vakt-ar- og bjargingararbeiði í frálandavinnuni. Eitt nú verða trý av skipunum dup-ult so stór sum tey higartil stórstu í flotanum. Sum nak-að rættiliga sermerkt tek-ur sniðið á skipunum støði í gomlu víkinga-skip-unum. Hetta merkir millum annað, at tey kunnu sigla munandi skjótari í høgari aldu, samstundis sum tey brúka væl minni olju.

– Nýggja íløgan hjá Esvagt merkir ikki bara, at felagið hevur eina røð av fyrimunum í kappingini um vaktartænastur í Norð-sjó-num. Við nýggju skipunum er vit nú eisini klár at bjóða okkum fram í altjóða frá-landavinnuni, sigur Ovin Carlsson, sum ikki úthýsir, at felagið eisini fer at bjóða seg fram í eini føroyskari oljuvinnu.

– Eitt av fremstu eyð-kennunum við okkara skip-um er, at tey egna seg ser-liga væl at arbeiða skjótt í ringum veðri, og slíkum skipum verður uttan iva brúk fyri í føroyskum sjógvi, sigur Ovin Carls-son.

Á rætta stað

Søgan um Esvagt er søgan um eitt felag, sum í 1981 var á rætta stað røttu løtuna. Meðan oljuvinnan í Norð-sjó-num av álvara tók dik á seg, komu nýggjar lógar-ásetingar um, at vaktarskip skuldu vera tøk alt døgnið við boripallarnar. Hetta fyri at forða ásigling og vera klár at hjálpa, um vanlukkur hendu á pallunum.

– Esvagt sá skjótt ein møgu-leika at gera seg gald-andi, og bjóðaði seg fram við tveimum umbygdum trol--arum. Manningin var í stóran mun fiskimenn, sum fingu endurútbúgving í sam-svar við nýggju uppgáv-ur-nar, greiðir stjórin á Esvagt, Ovin Carlsson frá.

Síðani tað hevur eitt høgt útbúgvingar- og trygdar-støði eyðkent virksemið hjá Esvagt. Eitt nú byrjaði felagið skjótt at skipa síni egnu útbúgvingartilboð til manningarnar, meðan flotin allatíðina varð útbygdur og nútímansgjørdur.

– Eitt av okkara sukses-kriterium er at forða sjálvt teimum minstu arbeiðs-ólukkunum umborð. Trý av okkara skipum hava nú 15 ár á baki uttan eina einastu arbeiðsólukku, og tað eru vit rættiliga errin av, sigur Ovin Carlsson.

Hann leggur afturat, at ein arbeiðsólukka í hesum høpi merkir ein ólukka, sum hevur við sær, at starvs-fólkið ikki fær verið til arbeiðis aftur innan 24 tímar.

Bjargað 114 fólkum

Á eini talvu inni á høv-uðs-skrivstovuni hjá Esvagt er eitt yvirlit yvir allar bjarg-ingarnar, skipini hjá felag-num hava verið við í síðani byrjan. Hetta er sonevnda ’altartalvan’, sum millum annað vísir, at Esvagt hevur verið við til at bjarga 114 fólkum frá vanlukkum á havinum.

Ein tann mest umrødda vanlukkan, har Esvagt hevði ein týðandi leiklut í bjargingararbeiðinum, var í 1990 tá norski boripallurin ”West Gamma” holvdist í ódnarveðri. 49 fólkum eydn-aðist tað tá skipum hjá Es--vagt at bjarga frá illa stadda boripallinum.

Umframt bjargingar-arbeiði taka skipini hjá Esvagt sær av øllum frá at sigla proviant og oljurør út til boripallarnar til at flyta manningar millum pallar-nar. Eisini er Esvagt liður í tilbúgvingartænanstuni, um skip á leiðini koma í havs-neyð.

100 nýggj starvsfólk

Tvørámaðurin Ovin Carls-son hevur verið stjóri á Esvagt síðanði 1997. Hetta tíðarskeiðið er reiðaríið vaksið nógv, bæði tá ræður um tal á skipum og starvs-fólkum og øktum virksemi. Út við 500 fólk starvast í dag hjá Esvagt, og hevði reiðaríið ein umsetning á 330 milliónir í fjør við 61 milliónum krónum í yvir-skoti.

Við nýggju skipunum væntar Ovin Carlsson at starvsfólkatalið verður økt við á leið 100 fólkum í hes-um árinum ár, tá skipaflotin hjá Esvagt fer at telja 32 skip.