Ummæli
Pætur M. Dahl
Lisbeth Nebelong hevur við skaldsøguni Færøblues – drengen med celloen skrivað annan partin í sínari Føroya triologi, við Når englene spiller Mozart sum fyrsta skaldsøgan. Færøblues er meir ella minni eitt framhald av tí fyrstu, men kann kortini væl lesast fyri seg sjálva.
Klassiskur tónleikur sum snúningspunkt
Færøblues er fyrst og fremst ein persónlig búningarskaldsøga. Søgan fylgir unga Kára sum sakleysan og droymandi smádrong í Havn, til hann rýmur sum nýfloygd og vónbrotin studentar-pisa úr Føroyum til Noregs, har hann sleppur inn á tónleika-konservatorium og broytir navn sítt til Kåre.
Sum ungur má Kári stríðast við eina rættiliga dominerandi mammu og taka til takka við einum fjarum pápa, ið ofta er til skips. Sum aðrir tannáringar hevur hann hartil sínar egnu trupulleikar at dragast við.
Kári er ikki sum hini børnini. Hann er meir innfjarur og djúphugsin. Hann er afturhaldandi og krýpur ikki undan sínum skjøldri, fyrr enn pápabeiggin Árni lærir hann at spæla cello og á ymsan hátt gevur honum innlit í klassiska tónleikin. Restina av ungdómsárunum hjá Kára er klassiki tónleikurin snúningspunktið í hansara lívi, bæði uppá gott og ónt.
Færøblues er ein søga um at gerast vaksin, um at herðast og missa sítt sakloysi til girdina og kærleikan. Ein søga um vinarløg, familju og ábyrgd. Sýkudelisku og uppreistarsinnaðu 70´ini í Tórshavn eru nostalgiski karmurin um frásøgnina.
Endurtøkur
Størsti trupulleikin og samstundis eisini ein av styrkinum við Færøblues eru tey mongu evnini og nostalgisku minnisbrotini. Onkuntíð tykjast hesi bert vera ein uppreksan ella ein demonstratión av, hvussu nógv rithøvundurin veit um Føroyar og um samtíðina. Tað verður langdrigið og ikki serliga áhugavert aftur og aftur at hoyra hesar uppreksanir, ið heldur kennast pátiknar, enn sum ein nátúrligur partur av søgugongdini.
Tá hetta er sagt, so rokni eg eisini við, at júst hetta gevur ættarliðnum, ið vóru ung í 70´unum stóra afturkenningargleði og eitt gott lesiupplivilsi.
Mongu evnini og vinklarnir tryggja uttan iva, at so nógvir ymiskir lesarar, sum gjørligt fáa okkurt burturúr at lesa Færøblues. Men sum heild verður tað ov nógv av tí góða - søgan hevur hug at hvørva og lata lesaran sita undrandi eftir.
Samleikin
Tað góða við Færøblues er eginleikin hjá Lisbeth Nebelong at geva lesaranum møguleika fara inn í høvdið hjá høvuðspersóninum og liva seg inn í hansara afturvendandi samleikaloysi. Hetta tykist platt og kliché-agtigt í byrjani, men eftirhondini, sum Kári gerst eldri, verða hansra eygleiðingar og hugleiðingar eisini meir áhugaverdar. Tær verða meir erligar, tvískildar og umfatandi. Tú fært møguleika at gera tær tína egnar meiningar um tað, sum fer fram, heldur enn at verða passivt fóðraður kensluliga. Júst, sum tað skal verða.
Tá undirritaði ikki er so gamal, og studentartíðin tí ikki liggur so langt afturi í tíðini, gjørdist tann síðsti paturin í bókini um Hoydalar, ball og tónleik eitt ordiligt ”nostalgi-tripp”. Undirhaldandi lesnaður!
Politiskir undirtónar
Hóast Færøblues ikki er ein beinleiðis politisk skaldsøga, slepst ikki undan, at bókin fær ein hálvpolitiskan dám. Um hetta hongur saman við, at bókin er skrivað við donskum penni ella lisin við føroyskum eygum er ilt at siga. Ivaleyst er tað ein samantvinning av báðum.
Ofta spentu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark ávirka í størri og minni mun meginpartin av persónunum í søguni – bæði sálarliga og ítøkiliga í samanstoytum millum danar og loysingarsinnaðar føroyingar. Men hetta hendir meir sum ein undirliggjandi spenningur í bókini, heldur enn eitt høvuðs evni. Tað, Lisbeth Nebelong reint politiskt roynir við síni bók, er helst meira miðsavnandi enn partapolitisk, tí hon mælir til ”forsoning” heldur enn klandur. Kortini verður tann loysingarsinnaði føroyingurin ofta lýstur sum víðgongdur og tápuligur, meðan danin - í ringasta føri - verður lýstir sum eitt sindur ábyrdarleysur, men annars sum ein lívsnjótari.
At kenna sítt pláss
Mest sigandi og mítt yndisbrot í bókini er, tá ungi Kári lesur eitt sitat frá Cassini, (stjóri á observatorinum í París í 1770), ið hongur á brúnni umborð á Bjørtu, har pápin er skipari:
”Det er bedre ikke at vide, hvor man befinder sig og at være klar over det, end det er at være overbevidst om, at man er der, hvor man i virkeligheden ikke er”.
Sitatið goymir eina rættiliga neyva lýsing av høvuðstvístøðuni í Færøblues: At kenna sítt pláss, at finna sítt pláss, at røkka sínum plássi og so at halda seg til sítt pláss. Hesin samleikatrupulleikin verður endavendur undir ymiskum umstøðum ferð eftir ferð gjøgnum alla bókina. Nakað sum øll kunnu fyrihalda seg til og læra av.
Samanumtikið kann sigast, at ynskir tú ein nostalgiskan og innihaldsríkan umgang av ”temunns-realismu”, so er Færøblues ein sera góð íløga. Hon er lætt lisin og til tíðir fangandi. Men ynskir tú meira kjøt uppá beinini og eina størri avbjóðing, er hetta ikki júst skaldsøgan at fara í holt við.