í løtuni, at fáa fleiri at spæla fótbólt. VFF metir, at tá talið av spælarum/feløgum er økt, og harvið fleiri møguleikar fyri skipan av kappingin, tá er grundarlag fyri kjakið um, hvussu deildirnar á [...] Føroyum. Spurt verður um verandi kappingarleistur er nøktandi, í mun til menning av føroyskum spælarum? Er talið og skipanin av liðum í bestu- og næstbestu deildunum hóskandi, spyr Venjarafelagið í tíðindaskriv [...] til at kappast. Ein avleiðing av hesum, metir VFF, er, at tey fremstu liðini í bestu deildini, hava breiðan hóp, og spælarar, sum eftir okkara áskoðan, høvdu havt betur av at spælt við besta liði í øðrum
verður minni krevjandi bæði ítróttarliga og peningaliga, tí nú verður talan um Cup-skipan frá byrjan av. Hevur kravt nógv av feløgunum Áður hevur tað verið soleiðis, at spælt hevur verið í innleiðandi bólkaspæli [...] luttakara. Kærkomnar broytingar UEFA hevur gjørt av at broyta Intertoto-Cup kappingina, og tað fegnast tey um í Vági, tí nú fer kappingin at krevja minni av felagnum. Felagið skal spæla ein heimadyst og ein [...] Intertoto-Cup. Men tað er eingin loyna, at Intertoto-Cup hevur verið tann minst lokkandi kappingin av øllum teimum, sum UEFA skipar fyri, og áður hevur B71 takka nei til at luttaka í hesi kapping. Men
heit ymiskir. Á Vágseiði spældi heimaliðið leygardagin fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyrting. Gestirnir av Toftum vóru fríggjakvøldið komnir suður at fyrireika seg til stríð fyri at fáa silvu [...] hevði ov gott tak á einum av álopsspælarunum, men Oddmar Andreasen bríkslaði ikki. VB hevði onkrar skotroyndir úti frá, sum Albert Sævarsson ongar trupulleikar hevði at taka sær av. Sum heild vóru málmøg [...] aftur komandi ár fer at fáa møguleika at vísa, at tað er ein sjálvfylgja, at VB og Vágur eru partur av fótbóltsstríðnum, har tað rættuliga gongur fyri seg. Toftamenn fóru norður um aftur við blandaðari
eisini hava rós fyri), og so punkteraði ballónin av álvara. VÍF royndi eina løtu at hanga í, og eitt time-out tóktist hava givið teimum nakað av skipan í spælið aftur. Men seinastu seks-sjey minuttirnar [...] eftir sínum liði, sum tey gjørdu tað hóskvøldið, tá VB var á vitjan. Hóast væl av fólki var í høllini, og hóast meginparturin av hesum mundi koma úr Vestmanna, so vóru tað einamest vágbingarnir, sum hoyrdust [...] bert tey mest trúføstu av heimaáskoðarunum at enda høvdu hug at fylgja við, og har sjálvt ikki hesi høvdu orku at koyra undir heimaliðið. Byrjaði væl Undan dystinum varð annars av teimum flestu roknað við
fremst um alla politisku skipanina í Føroyum. Ongin kann hava álit á eini skipan, har ovasti leiðarin av útinnandi valdinum av sínum egnu er skýrdur at vera so kriminellur, at hann ikki kundi sitið í nakrari [...] ar mugu verða gjørdar til onkis, annahvørt soleiðis at Tórbjørn Jacobsen - sjálvboðin ella noyddur av sínum partamonnum - alment kunngerð at hansara skuldsetingar eru rangar, ella at dómsvaldið staðfestir
vitan og hugmyndafrøði. Sum øll onnur menniskju hevði Blair eitt slag av viðføri, og sum mong onnur varð hann sum ungur ávirkaður av kveikjandi persónum. Tann maður, sum kanska fekk størst týdning fyri [...] floymur av nýggjum hugskotum og eitt ávíst respektloysi gjørdu seg galdandi. Hann legði dent á, at kristindómur bara hevði týdning, um hann gagnaði vanligum menniskjum og hevði við sær bata av sosialum [...] Samgongan móti Saddam gjørdist sera smøl, ein útgangur, sum bæði kom av, at lond sum Týskland og Frakland vóru ímóti kríggi, og av tí sannroynd, at nýafturhaldið ikki var hugað fyri einum slíkum samstarvi
málsræðið verdur flutt úr Keypmannahavn til Føroya og Grønlands. - Stjórnin er sinnað at umrøða eina skipan, sum ber í sær, at føroysku og grønlendsku landsstýrini fáa heimild at taka avgerðir vegna ríkið [...] stóra broyting í mun til tær mannagongdir, sum eru galdandi í dag. Í dag kunnu Føroyar og Grønland ikki av sínum eintingum gera sáttmálar - um eitt nú fiskivinnurættindi - við onnur lond. Danska Uttanríkisráðið [...] sigur hann. Stjórnin styðjar tí einari gongd, sum ber í sær, at Føroyar og Grønland yvirtaka ábyrgdina av so nógvum uppgávum sum gjørligt, leggur hann afturat. Forsætisráðharrin vísir á, at samráðingar í løtuni
er at taka lut í heiminum. Vit fáa eina fatan av, hvat gongur fyri seg uttan fyri føroyska samfelagið og eru partur av altjóða orðaskiftinum. Tá bjóða vit av og lyfta okkum upp. Tá menna vit okkum sum eitt [...] vanliga føroyinginum. Tað gongur sjón fyri søgn, at Føroyar eru vorðnar munandi ríkari, síðani vit av røttum ásettu okkum størri uppsjóvarkvotur. Vit hava havt ein søguligan framburð, tí vit tóku eina [...] Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið á Christiansborg uttanríkispolitisk mál. Undir verandi skipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum løgtingslimir ikki kunnu ávirka í Løgtinginum. Tí skal
traðka út í heimin og taka ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Vit hava vitanina og sjálvsálitið til at taka fulla altjóða ábyrgd. Tað kunnu vit ikki í verandi skipan. Troyggjan er ov trong, uttanríki [...] luttaka, handla og royna at spæla okkara part, so væl, sum yvirhøvur til ber. Men tá av tornar, er tað er uppá náði av Danmark. Tænir tað teimum, at vit luttaka her og har, ja, so sleppa vit. Ger tað ikki [...] heldur ikki alment at kalla hetta sendistovur, men bara umboðan. Stikini gera, at vit brúka meginpartin av okkara orku uppá at fáa onnur at síggja okkum, at sleppa á fund og verða viðurkend sum ein samstarvspartur
funnið. Tað mugu vit loysa. Fólkaflokkurin sær sera stóra týdningin av uttanlandsinntøkum. Vit vilja kempa fyri rættvísari skipan fyri hesi eisini. Eingin skal rinda dupult, tað vilja vit tryggja. Jørgen