Vakmyndatól setast upp í miðbýnum í Havn

Tey skulu verja jólatræ, og annað jólapynt, ímóti herverki

Vakmyndatól verða nú aftur sett upp í miðbýnum.

 

Tað boðar Tórshavnar Býráð nú frá á heimasíðuni.

 

Vakmyndatólini skulu standa á ávísum støðum í miðbýnum, har tey taka upp, tað íð fyriferst.

 Endamálið er at fyribyrgja, at fólk ikki gera seg inn á jólatrø og jólabýir hjá kommununi.

 

Býráðið sigur, at fleiri dømi hava verið um herverk á jólatrø, har trø eru brotin og ljósketur stolnar. Vakmyndatólini skulu sostatt virka fyribyrgjandi til jólatrøini, og jólabýirnir, verða tikin niður í januar.

 

Býráðið sigur, at talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar av staðnum við tí endamáli at uppklára møgulig lógarbrot.


 

Býráðið sigur, at tey hava biðið Dátueftirlitið um góðkenning, og øll neyðug fyrilit eru tikin fyri at tryggja privatlívið hjá borgarnum. Og tólini verða sett til, tá ið loyvið fyriliggur.