Vakmyndatól setast upp í Havn

- Nú er nóg mikið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum nú hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta upp vakmyndatól í býnum.

Fyrr í vikuni var herverk framt fyri aðru ferð á standmyndirnar, sum standa runt í býnum í Havnini. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tòrshavnar Kommunu, hevur nú fingið loyvi til at seta upp vakmyndatól kring Havnina, fyri at verja ognirnar hjá Kommununi.

- Tað kann ikki bera til, at okkara felags ognir ikki fáa frið, og tá herverk eisini verður framt á tað, sum býurin hevur í varðveitslu frá øðrum, so kann tað vera nóg mikið. So nú skal fyribyrgjast og uppklárast, sigur borgarstjórin.

Kommunan hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta upp vakmyndatól í við standmyndirnar, sum eru ymsastaðni í býnum. Endamálið er at fyribyrgja og uppklára lógarbrot. Talan er um eina fyribils skipan, sum varar til 25. august, tá ein eftirmeting verður gjørd.

-Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, so hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og harvið uppklára møgulig lógarbrot, sigur

borgarstjórin, sum vísir á, at nógvu herverkini í seinastuni hava lagt trýst á kommununa at gera nakað.

- Tað er ótrúliga keðiligt at skula noyðast at brúka tílíkar skipanir. Men skipanin er nú góðkend av Dátueftirlitinum sum ein roynd í eina tíð, og øll neyðug fyrilit eru tikin fyri at tryggja privatlívinum hjá borgarunum, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin vónar, at skipanin fer at virka fyribyrgjandi í so stóran mun, at tað ikki verður neyðugt at royna hana í rættarskipanina í praksis.