Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 23. januar vóru VW Tiguan 2,0 TDI við 140 hk, og Ford Escape 3.0 V6 við 200 hk.
Fyrri bilurin, sum varð royndarkoyrdur, er ein Tiguan 2,0 TDI Track&Field við 140 hk, ið koyrir frá 0-100 km/t upp á 10,4 sek, og snúningsmomentið er uppá 320 Nm v. 1750 snún/min.
VW Tiguan er ein rúmligur og praktistur 4x4 SUV við sera liðiligari innrætting, t.d.
kunnu baksetrini flytast 16 cm aftur og fram. Viðførisrúmið er 470 litrar við baksetrunum í normalstøðu.
Í Track&Field útgávuni hevur Tiguan, umframt vanligu 4x4 skipanina, eina elektroniska skipan til koyring í brattari undanbrekku. Bilurin hevur parkerings assistent, sum er ein framkomin elektronisk skipan, sum hjálpir bilføraranum við at bakka bilin upp á pláss millum tveir parkeraðar bilar, meðan bilførarin sjálvur bert skal syrgja fyri at bremsa, tá bilurin er komin uppá pláss.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar við DK-pakkanum, parkerings assistenti og nógvari aðrari útgerð kr. 435.000. Tiguan kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 366.000.
Ford Escape
Seinni bilurin varð Ford Escape, ið er ein amerikanskur luksus SUV, sum er tann minsti av amerikansku SUV røðini hjá Ford.
Bilurin er ein 4x4, sum er sera væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu, sóltaki, ferðtpiloti, 2-zone klimaanleggi, 3,0 litra V6 bensinmotori við 200 hk og snúningsmomenti upp á 260 Nm, og koyrir fra 0-100 upp á 10,5 sek.
Escape er rúmligur og praktiskt innrættaður, t.d. kann rúturin í baklúkuni latast upp sjálvstøðugt. Viðførisrúmið er 470 litrar, við setrunum niðri verður vørurúmið 1800 litrar.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar 460.000 krónur. Ford Escape kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel í Akranesgøtu.
mg