mín Hans Petur. Orð tykjast so fátøk, tá eg skal lýsa tað menniskja, sum hevur staðið mær so nær og hevur verið sum ein bróður fyri meg. Eg kom at kenna Hans Petur, tá eg byrjaði at koma í barnaheim hansara [...] Peturi eitt síðsta farvæl. Tað er svárt hjá tykkum Kirstin og Halli, sum hava mist tykkara kæra mann og pápa. Men eg veit, at tit hava mangar og góðar løtur at minnast á, sum fara at styrkja tykkum í tykkara [...] tók hond í við teimum. Hans Petur var eisini barnavinur og var sera góður við dreingirnar hjá okkum. Vit høvdu nógvar góðar og hugnaligar løtur saman í Sumba og seinni í heiminum hjá Hans Petur og Kirstin
Fukushima fer ivaleyst at hava við sær, at mótmælini ímóti kjarnorku kring heimin taka dik á seg, og longu nú hava mótmælisgongur verið. Hetjurnar í løtuni eru tó teir 50 menninir, sum hava stríðst við at spræna [...] juni høvdu vit lært, at vit skuldu seta okkum undir eitt borð ella stilla okkum í onkran durakarm, meðan jarðskjálvti var, tí har er altíð tryggast at vera. Í einum durakarmi stóðu vit so, til seinni [...] ovurstór døkk tunga át hon sær veg inn í landið og tók fólk, djór, hús, bilar og skip við sær. Eldur var í mangastaðni, og bilar og hús flutu í vatninum sum leikur. So skuldi ein hildið, at fleiri ólukkur
hug til. - Okkara børn hava sagt, at tað var fantastiskt at veksa upp á Hellunum, men eg skilji væl, at tey ikki hava sett búgv her. Onkur av makunum arbeiðir í skiftivaktum, og tá kann tað vera eitt sindur [...] børnunum, tá tey eru smá. Tað er djúpt niður fyri, og tað er ikki lætt at vera sæddur, um tú sum smábarn sníkir teg oman móti sjóvarmálanum. - Eg haldi ikki, at vit hugsaðu so nógv um hetta, tá okkara børn [...] ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand. Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og í heystfrítíðini, tá skurðurin verður tikin, sigur
føst býarmynd á ólavsøku, vanligar sunnudagar og til onnur átøk. Og vit báðir Njál hava havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld. Kenslan av at vera niðri [...] okkara lítlu verð, sum ikki rakk serliga langt útum miðbýin. Vit vóru ongantíð so langt burtur, at vit ikki hoyrdu Kalla blása í trompetina. Vit spældu í túninum hjá Frelsunarherinum og tónleikur og sangur [...] ein kendi, tá hornorkestrið í marsjtakt fyri fullum drøni kom blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið, og mann kendi seg upplyftan og sum part av hægri eind. So mong okkara hava upplivað
teir skulu hýsa. Men tað nógvir bústovnar, sum eru gomul hús, eisini hús í fleiri hæddum, sum kommunur hava keypt frá privatfólki, og síðani hava snikkað saman til ein bústovn. Tað eru serliga hesir stovnarnir [...] kommunur hava ráðført seg við hann, áðrenn tey hava keypt hús til bústovn. - Men summi vendu sær ikki til Brunaumsjónina, leggur hann afturat. Fara at leggja dent á eftirlit - Í framtíðini fara vit at leggja [...] - Enn hanga tó nakrar uppgávur av hesum slagnum eftir. Men tá ið tær eru avgreiddar, fáa vit størri arbeiðsorku til eftirlit og tá fara vit heilt vist at leggja ógvuliga stóran dent á at útinna hetta
okkum sæst týðiliga, tí tá arbeiðið at fyrireika tunnilin byrjaði í 2016, gjørdu vit stórar útstykkingarætlanir. Í dag hava vit selt tey flestu grundstykkini, eins og fólk hava keypt hús í kommununi. Fólkatalið [...] men vit hava eitt sera gott samstarv við grannarnar hinu megin fjørðin. Vit møtast javnan í hesum samstarvi, eins og høvuðsstaðurin er umsitingarbýurin, sum vit eisini við jøvnum millumbilum hava tørv
egnari heilsu 2004«. Vit hava heitt á átta fólk, sum í sínum starvi hava serligar førleikar fyri at lýsa hetta evnið hvør út frá sínum sjónarhorni. Á hendan hátt vóna vit at hava sett eitt orðaskifti í [...] og longri. Stundum hoyra vit henda aldursbólk umtalaðan sum eitt vandamál í samfelagnum. Hetta man helst koma av, at útreiðslurnar til eldraøkið eru skjótt vaksandi, tað veri seg til pensjónir, ellis- [...] týsdagin 24. feb. 2004 kl. 14.00. Tá fer Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er føðslu- og húshaldsfrøðingur og leiðari á Húshaldsskúla Føroya at geva sítt boð uppá, hvat vit sjálvi kunnu gera fyri at varðveita
vanligur maður skuldi hava nakran danskan stuðul. Tá ið vanligir veljara fingu nakað úr Danmark, var tað olmussa, men fyri teir var tað ein rættur. Í nýggjari tíð, vita vit, at tá ið danskir tippingarpengar [...] sum hevði forkelað teir í fimm ár. Vit minnast væl teirra hat móti danskarum, men teirra ovurgóðsku til danskar pengar, tá ið til bar at fáa ein danskan gloypibita. Vit kunnu nevna Erlend P., Karstin Hoydal [...] til sín, men á almennum fundum goyggja teir um, at "vit skullu klára okkum sjálvi" uttan danska "armóðspengar", sum teir kalla tær veitingar, vit hava rætt til sum ríkisborgarar. mjølva skammleyst burtur
í Tórshavn. Í øll hesi árini eru eingi hús bygd til endamálið í høvuðsstaðnum. Í staðin hevur landið leigað hús frá privatum og frá Bústaðarfelagnum. Hesi somu hús eru nú vorðin niðurslitin, og kanningar [...] umráðandi, at bústaðurin er egnaður til hesi fólk at búgva í. Umstøðurnar hava sera stóran týdning fyri, hvussu ein trívist, og tær hava eisini avgerandi týdning fyri, hvørja hjálp ein kann fáa. Trygdin eigur [...] hendir, og neyðugt er at fara úr húsinum. Tað er eisini týdningarmikið, at starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður, tá tey arbeiða í heiminum hjá fólki, sum bera brek. Kropsliga og sálarliga trygdin og u
Tey hava ikki álit á Eva Kjer Hansen, ráðharra í umhvørvi- og matvørumálum. - Vit hava sagt, at vit ikki longur hava álit á ráðharranum, segði Søren Pape Poulsen við DR, og legði afturat. - Vit hava tosað [...] tosað um tingini, men hvat tað er, ið vit hava tosað um, verður millum okkum. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, kallaði til kreppufund aftaná, at de Konservativu høvdu boðað frá, at tey ikki longur [...] Kreppufundurin í donsku stjórnini er lokin. Umboðini fyri Liberal Alliance og Dansk Folkeparti fóru til hús fyri umleið einum tíða síðani, og um ellivu tíðina kom ein av dagsins høvuðsmonnum, Søren Pape Poulsen