Kreppufundur lokin men óvissa valdar

Søren Pape Poulsen. Mynd: Polfoto.

Kreppufundurin í donsku stjórnini er lokin. Umboðini fyri Liberal Alliance og Dansk Folkeparti fóru til hús fyri umleið einum tíða síðani, og um ellivu tíðina kom ein av dagsins høvuðsmonnum, Søren Pape Poulsen, formaður fyri de Konservative úr fundarhølunum.


Hóast Søren Pape Poulsen ikki vildi siga serliga nógv, so legði hann dent á, at støðan hjá flokkinum er óbroytt. Tey hava ikki álit á Eva Kjer Hansen, ráðharra í umhvørvi- og matvørumálum.


- Vit hava sagt, at vit ikki longur hava álit á ráðharranum, segði Søren Pape Poulsen við DR, og legði afturat.


- Vit hava tosað um tingini, men hvat tað er, ið vit hava tosað um, verður millum okkum.


Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, kallaði til kreppufund aftaná, at de Konservativu høvdu boðað frá, at tey ikki longur høvdu álit á Eva Kjer Hansen.


Vanliga førir slíkt til, at ein ráðharri má leggja frá sær, men forsætisráðharrin tók øll á bóli, tá hann kallaði saman til kreppufund. Forsætisráðharrin hevur sjálvur ikki sagt nakað um málið enn, við tí úrsliti, at serfrøðingar og miðlar í stóran mun ikki kunnu gera annað enn gita, hvat næsti leikurin verður.


Greitt er tó, at Lars Løkke Rasmussen og Eva Kjer Hansen enn hava fullan stuðul frá DF og LA. 

Søren Pape Poulsen. Mynd: Polfoto.

Søren Pape Poulsen. Mynd: Polfoto.

Søren Pape Poulsen. Mynd: Polfoto.

Søren Pape Poulsen. Mynd: Polfoto.

Søren Pape Poulsen. Mynd: Polfoto.