Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?
- Ja, eg fari ígjøgnum tunnilin í morgin. Eg verið við til hátíðarhaldið klokkan 11, men eg fari eisini at taka túrin suður á Hvítanes og yvir í Rókina.
Tað sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Tað er mín fatan, at henda farleið, sum fyrr varð røkt eftir sjónum, kemur at knýta Føroyar tættari saman og kemur at gagna okkum øllum. Ávirkanin her hjá okkum sæst týðiliga, tí tá arbeiðið at fyrireika tunnilin byrjaði í 2016, gjørdu vit stórar útstykkingarætlanir. Í dag hava vit selt tey flestu grundstykkini, eins og fólk hava keypt hús í kommununi. Fólkatalið økist, og vinnufyritøkur vísa okkara øki áhuga. Eg vænti, at íløgan verður góð fyri landsbúskapin.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Eg fari sjálvandi at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið. Mín arbeiðsstaður er Sjóvar kommuna, men vit hava eitt sera gott samstarv við grannarnar hinu megin fjørðin. Vit møtast javnan í hesum samstarvi, eins og høvuðsstaðurin er umsitingarbýurin, sum vit eisini við jøvnum millumbilum hava tørv á at vitja. Eisini verður lættari at ferðast til ítróttarlig- og onnur tiltøk, og í hesum ørindum verður farleiðin sjálvandi Eysturoyartunnilin, sigur Artur Johansen.