var ein vátur svampur lagdur á ein stól, sum onkur kundi seta seg á uttan at vita av tí. Eina ferð hevði Johan, meðan hin gamli sat á síni skrivstovu, lagt ein slíkan svamp á mín stól. Eg varð sjálvandi [...] nógv av skafti. Bókhaldið var ført á gamlan hátt. Øll inn- og útgjøld vórðu førd á langar listar. So skuldi teljast saman í høvdinum. Tá kundi ofta vera eitt oyra á muni. Men tað varð leita eftir hesum [...] kom við í fylgið, og hann tordi at byrja eitt prát við hana. Yviri á Skansavegnum var ein genta komin á vitjan. Henni hevði eg hug á, men tað vísti seg avgjørt ikki, at hon føldi tað sama sum eg. Hetta
harafturat á, at vit fyrsta dagin fáa føroysku bókina nummar 4000. Og helst fer hon at liggja fjálg og vælinnpakkað undir onkrum jólatræ. »Málið er mítt øki« staðfesti Aleksandur Kristiansen í heitinum á einum [...] ni? ? Í hvønn mun fáa rithøvunda innivist í fjølmiðlunum? ? Fer nýggja tøknin at forkoma smámálum sum okkara? ? Skrivi eg fyri Føroyar, tá eg sum rithøvundur skrivi á føroyskum? Hesir eru nakrir av áhugaverdu [...] áhugaverdu spurningunum, sum formaður Rithøvundafelagsins Gunnar Hoydal legði fram á bókatinginum á Landsbókasavninum 29. september undir felagsheitinum »Bókin ár 2000«: Í rithøvundafelagnum eru um 100 limir
sjálvur vart barn. Ljóðið á Vacuum er eisini gott og produseringin á høgum støði, gjørd av einum norskum guitaristi úr bólkinum Reflex. Tekstirnir Summi heiti á løgunum benda á, at ljóðini sjálv skulu bera [...] legði Jan hann frá sær eina løtu á onkrum konsertum, tey høvdu í Føroyum, og spældi upp á pedalirnar og effektirnar. Ein skuldi hugsað, at tað ikki ljóðar av nøkrum, men á eini konsert kann tað ljóða væl [...] fingu gott innivist og vórðu víst runt í Norðuroyggjum av fittum fólki. Teimum dámdi eisini at verða stimað yvirumaftur í ikki so stórum báti. Samrøða við Jan-Erik um leyst og fast Tit eru á konsertferð
, outcasts. Uttan at seta orð á støðuna, eru tey fullgreið um teirra skúlaliga ódugnaskap. Ávegis til vitanarsamfelagið, eru tey heimleys. Skúlin gevur teim ikki innivist, tí hann dugir ikki at máta teirra [...] vánaligar førleikar, at vit kendu okkum sum sligin á nevið. Lukkutíð fór Skúlablaðið straks undir miðvísa tíðindatænastu og eydnaðist at seta skúlamál ovast á breddan í øllum miðlum. Skúlin, har øll hava gingið [...] Felagsskapurin Heim og Skúli staðfesti longu á heysti 2006, at foreldur hava ein avgerandi leiklut fyri læringina hjá barninum. Men samstundis vísti felagsskapurin á nýggja gransking, sum staðfestir, at foreldranna
so sannførdur, at hann sær bara tað hann vil síggja. Hetta grundi eg á tað hann sigur um dekningin av ætlanunum hjá nýggju samgonguni á sjálvstýrisleið. Tú fær ta fatan, at maðurin als ikki hevur lisið Sosialin [...] Sosialin hesar seinastu mánaðirnar men bara byggir ilsinnisherindi síni á einstakar samrøður í blaðnum og so sjálvandi eisini á aggressiónir sínar móti formanni javnaðarfloksins. Var tú sakligur og meira [...] at hon ræðir og skapar ræðumyndir, rættar sum skeivar. Javnaðarandstøðan á tingi er eftir míni meting sinnað til at taka stig á sjálvstýrisleið, men flokkurin slapp ikki uppí part, tá samgonga varð skipað
farið var oman á hellu, tóku teir eisini í hondina á øllum, áðrenn teir fóru í bátin. Tá teir so róðu umborð, høvdu teir tann skikk, at teir veittraðu tríggjar ferðir inn móti fólkinum á landi, og hesi [...] Teir vóru altíð á floti, tá ið viðraði, eisini um veturin. Teir høvdu nógvar leiðir at rógva á. Við snøri var tað gjarna út fyri víkini, norður úr íðuni og inn frá gjómunnanum. Farið var út á rákaleið, tá [...] umborð á skip hjá Kjølbro, sum seldi hann á bretska marknaðinum. Skaðadagurin í 1913 Hattarvík er sloppin uppá seg væl, tá ið tað snýr seg um vanlukkur við bátum, men sjálvandi hevur onkuntíð staðið á. Pápi
hevur verið á hesum góðu blikkum, ella um tað var skrivað á kinesiskum, veit eg ikki, men hetta var so smeltað og sett á borðið sum feitt. Tað var ein øgilig gálvan og snerkjan, sum tá var á monnum. Eg [...] 12 manns tilsamans, sum her fingu arbeiði. Búleikaðust har menn høvdu skotið seg Innivist fingu vit uppi á loftinum á einum gomlum fiskahúsi, sum var frá teirri tíðini, tá ið tann danski kongaligi handilin [...] yvir aftur. Tað var á nøkulunda sama hátt sum fyrru ferð. Tað var ikki nakað fast vit fóru yvir til. Tað vanliga var, at menn fóru á Frelsunnarherin í Reykjavík og fingu sær innivist. So komu menn, sum
hjálpt okkum øllum at verið greiðir. Vit steðgaðu á í 9 dagar á Viðareiði og endaðu við einum bønamøti, sum andin vendi til eitt takkar- og vitnisburðarmøti. Á summun av evangilisku møtunum grótu bæði talarar [...] sum at Daniel hevur lagt dent á at virka uttan fyri Havnina. Her var jú longu gamli Sloan, men hann var við at verða gamal. So tað skuldu ungar kreftir til fyri at fara út á bygd. Hetta kravdi eisini sín [...] blaðnum undirskrivaði Danielson seg sum maskinmeistara á einum Congo dampskipi. Hann skrivar, at hann var ikki við nøkrum teimum 50 farmaskipunum á Congoánni, men at hann eina tíð var við einum av trimum
landinum. Tað var lagaligt at rógva. Vit róðu út fyri Grønutorvu. Síðan høvdu vit seglið á og sigldu út á Funtin, uttast á Langanesi. Vit kastaðu, og fiskurin var í heinta. Fiskurin var millumfiskur og toskur [...] ferðir eitt samanlagt hegn. Tað vóru fimm til átta mans á hvørjum oyranum at draga nótina. Tað kundu vera stórir steinar, ið vóru drignir á land á henda hátt. Endiliga varð støðin ruddað. Vit fingu góð [...] í sama stað. Høvdini rotnaðu á botni og fiskurin gjørdist sjúkur av tí. Fingu hástokk Allir hinir bátarnir høvdu hástokkar. Tað var eitt borð, sum var sett upp á stokkin á bátinum. Vit høvdu ongan hástokk
skrástívarum í bæði borð, sum tað sæst á bílætinum. Á rekkverkið omaná var mangt navnið skorið av monnunum, sum høvdu tilhald á Vertshúsinum, og sum ”slerdu manga løtuna íhel” á træbrúnni. Dreivaðu aftur og fram [...] Manga løtuna minnist eg Djurhuus á Vertshúsinum, har hann plagdi at standa á trappuni og kika út á sjógv eftir onkrum fartoyi, ið hómaðist í havsbrúnni, ella hann lá fram á brúgvarekkverkið og tveitti molar [...] fram, aftur og fram eins og á skipsdekki ella við alboganum á rekkverkinum stóðu og stardu niður í ósan… Tað er so vælgerandi fyri tankarnar at stara niður í rennandi áarstreym, og óivað hevur mangur