6. partur
Tað tykist, sum at Daniel hevur lagt dent á at virka uttan fyri Havnina. Her var jú longu gamli Sloan, men hann var við at verða gamal. So tað skuldu ungar kreftir til fyri at fara út á bygd. Hetta kravdi eisini sín mann, sum samferðslumøguleikarnir vóru tá. Eingir vegir vóru og fáar rutur. Fremsta álitið mundi vera at ferðast við egnum báti og at ganga.
Fyrsta “missiónsmarkin” tykist at hava verið Viðareiði. Her var Daniel eisini kendur, tí vermamma hansara kom av Viðareiði. Hetta sæst eisini í bókini hjá Sigurd Berghamar, har hann serliga nógv umrøður virksemið hjá Daniel á Viðareiði.
Hiðani er eisini fyrsta frásøgnin í Echoes of Service. Í frásøgn frá 15. februar 1905 skrivar Daniel:
Hjálp frá Gudi at vitja eina av Norðuroyggjum
Eg eri júst afturkomin av Viðareiði. Hans Joensen, bróður úr Havn, var við mær. Hann er góður sangari, og tað ger honum gott at koma burtur úr handilslívinum eitt skifti. Hann er ógvuliga greiður og einfaldur, tá ið hann ber fram evangeliið. Mátti Gud hjálpt okkum øllum at verið greiðir. Vit steðgaðu á í 9 dagar á Viðareiði og endaðu við einum bønamøti, sum andin vendi til eitt takkar- og vitnisburðarmøti. Á summun av evangilisku møtunum grótu bæði talarar og áhoyrarar hart. Andi Guds leiddi meg at tala um Golgata, og tað kann bloyta hørðu hjørtu okkara. Biðið eftir, at Gud skal geva okkum klárari at síggja Golgata og fáa okkum at síggja, hvussu lítið vit hava uppiborið kærleika frelsarans. Vit hava grund til at halda, at mangar sálir stigu yvir um frá deyðanum til lívið.
Eg havi ongantíð áður upplivað slík møti! Roykstovan, har møtini vóru hildin, var alt ov lítil. Hurðar vóru tiknar av millum rúmini at geva betri pláss fyri fólkinum, men kortini sluppu ikki øll inn. Hetta gevur bóndakonunum nógv stríð og arbeiði at gera reint eftir, at fólkið er farið, men tær læna okkum húsini við gleði.
Tey trúgvandi á Viðareiði biðja Gud inniliga um at gera tey før fyri at fáa eitt størri høli at savnast í. Tey eru ógvuliga fátæk og kunnu bert biðja Gud um hetta. Harrin hjálpi teimum og styrki trúgv teirra. Tey verða ikki sørt háað og vanvird av kirkjuni, men vit kenna tó ikki stóra mótstøðu. Vit mugu fara hóvliga fram undir nógvari bøn. Harrin kann við anda sínum opna hjartað á prestinum.
At koma frá ein oyggj til aðra hava vit brúk fyri einum báti, sum ikki hevði verið so dýrur at keypt og røkt. Tørvurin er stórur og tíðin stutt. Eg havi selt nógvar bíbliur og nýggja testamenti (hetta var gjøgnum bretska bíbliufelagið). Tey eru so bílig, at sjálvt tey fátækastu kunnu keypa. Biðið eftir, at skriftirnar skulu vera til mikla signing. Brøðurnir í Havn eru í ferð við at byggja ein nýggjan sal (gamli Ebenezer), sum skjótt verður til reiðar at taka í nýtslu.
D. J. Danielson
Fyrrverandi meistari á Congo dampskipi.
Hevur eisini verið í Suðurafrika
Í mai 1905 heldur Echoes of Service tað vera uppá sítt pláss at geva eina nærri frágreiðing um Dollan, har tað verður sagt:
Í sínum seinasta brævi her í blaðnum undirskrivaði Danielson seg sum maskinmeistara á einum Congo dampskipi. Hann skrivar, at hann var ikki við nøkrum teimum 50 farmaskipunum á Congoánni, men at hann eina tíð var við einum av trimum dampskipum, sum sigla við friði. (Hetta talið sigur nakað um tann stóra trafikkin, sum hevur verið á Congoánni. Tað var eisini ein hópur av øðrum missiónsskipum).
Danielsen er føroyingur, men eftir at hava lært til maskinmeistara fór hann til sjós og sigldi í nógvum pørtum av heiminum. Í Glasgow var hann í 1897 umvendur til Gud og hevði eina stóra trongd at kunna seg um Hansara orð og at læra Hansara vilja. Hann ynskti inniliga at fara til heidningarnar at fortelja teimum um Jesus, og eftir at hava verið í Suðurafrika eina tíð, svaraði hann eini lýsing eftir einum kristnum maskinmeistara til Congo. Hann fór tískil í 1901 sum meistari við einum missiónsbáti, og so skjótt hann hevði lært seg málið hjá teimum innføddu, fór hann at prædika evangeliið. Seinast í 1903 mátti hann fara heim aftur, tí veðurlagið hevði skatt hansara heilsu, og hann varð leiddur til at geva seg sjálvan til evangeliskt arbeiði í sínum heimlandi.
Tað nýggja í hesi frásøgn er, at Daniel hevur verið í nógvum londum og harímillum eisini í Suðurafrika. Hetta hevur ikki verið frammi í nøkrum tilfari annars. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat ið hann gjørdi í Suðurafrika, men hetta fáa vit nokk ikki at vita! Men tað var um hesa tíðina boarakríggið var.
Síðan greiðir Daniel soleiðis frá í sama blað:
Tørvur og arbeiði í Føroyum
Eg tosi føroyskt, og tað dámar fólkinum best, hóast skriftirnar eru skrivaðar á donskum. Føroyskt verður tosað í øllum heimum og í skúlunun, men øll mugu læra eitt sindur av donskum í skúlanum, og næstan allar skúlabøkur eru á donskum.
Seremoniir eiga ein stóran part av trúarlívinum her, sum verður mett at vera í samsvar við Martin Luther. Men nógv sóknast eftir Gudi, og í fleiri bygdum hava vit eina dýrabara tíð. Á Viðareiði eru nógv sum sóknast, og nøkur fá játta Kristus sum teirra frelsara, men vit hava einki samkomustað. Roykstovur í bóndahúsum eru ov smáar, men eini samkomuhús vildu økt nógv um virkismøguleikarnar. Tað eru framvegis nógvar oyggjar, sum ikki hava hoyrt evangeliið á hin gamla einfalda hátt, men nakað av tí sái, sum bróðir Sloan hevur sáað so trúfastur í so mong ár, er byrjað at næla.
Vit hava alla orsøk til at takka okkara himmalska Faðiri fyri, at hann sendi bróður Sloan til hesar oyggjar. Hann er farin at eldast og er ikki førur fyri at fara um landið sum fyrr. Men nú eru komnir nakrir maskinbátar, og vit hava frætt, at tað fara at koma størri dampbátar (rutubátar), so vit vóna, at tað verður ikki so trupult framyvir.
Missiónsvirkið á hesum oyggjum er fyri ein stóran part at fara hús úr húsi, og tá eg sjálvur eri innføddur, liggur betri fyri hjá mær at koma í samband við fólk.
Í summar hava vit havt útimøtir. Fólk á bygd hava ikki eins og í Havn nakað marglæti at hava til. Alt er meira einfalt á bygd.
Tey, sum eru trúføst, halda fast við, at tað dýrabara orð Guds er omanfyri alt. Gud hjálpi okkum at gera tað sama.
Grundarlagið verður lagt í barndóminum
Tann 22. august 1906 skrivar
D. J. Danielsen:
Eg havi vitjað nakrar av oyggjunum í summar, hevði góð møtir og seldi fitt av skriftunum. Hevði fólkið bert trú, at Bíblian veruliga er Guds orð til teirra. Mong lesa ongantíð í Bíbliuni, meðan onnur hugsa, at tey kunnu vinna tokka hjá Gudi við at lesa hana. Biðið eftir, at Harrin skal signa vitnisburð okkara og gera okkum førar fyri at náa mong á teimum fjarskotnu oyggjunum.
Frá barni av verður fólkið lært, at tey verða Guds børn í barnadópinum. Eg minnist, tá eg var ein lítil drongur, at mamma spurdi meg nakrar spurningar, hvørja ferð eg var koyrdur í song, sum eg skuldi svara soleiðis: “Hvør hevur skapað teg?” “Gud Faðir!” “Hvør hevur leyskeypt teg” “Gud Sonur!” “Hvør hevur heilaggjørt teg?” “Gud Heilagi andi!” “Nær gjørdist tú Guds barn?” “Í dópinum!”. Næstan allar mammur fylgja hesum, og tað sama verður lært í skúlum og kirkjum. Prísaður veri Gud kortini, tí har sum ljósið skínur, má myrkrið dvína. Nógvir av hesum gomlu vanunum eru nú við at doyggja út.
Í eini bygd í Suðuroy, Porkeri, koma nú 12 fólk saman at bróta breyðið í heiminum hjá einum av teimum trúgvandi og gleðast í nýfunna frelsara og vini sínum. Eisini á Viðareiði eru nøkur fá, sum tilbiðja Gud í anda og sannleika, eins og á øðrum av oyggjunum. Hesi mugu verða ofta vitjað, tí tey hava nógv at berjast ímóti. Biðið Guds fólk gera so væl at biðja fyri verkinum í hesum parti av víngarði Harrans.
Tað áhugaverda her er, at Daniel sigur, at tað var mamman, sum lærdi hann sín barnalærdóm. Annars hevur verið skrivað, at hann vaks upp hjá mammubeiggjanum, postmeistaranum C.C. Danielsen. Sum áður greitt frá giftist mamman, Sigga, við Jákup á Kamarinum. Tí kann tað hugsast, at Daniel er fluttur til mammu sína, tá ið hon giftist. Tað skal eisini sigast, at tey sum kenna seg sum nærmastu skyldfólk hjá Dollanum eru tey á Kamarinum.
Porkeri er onnur bygdin, sum Daniel nevnir við navni at hava vitjað. Her vitjaði gamli Sloan fyrstu umleið 1878/1879. Ein lítil samkoma, Bethania, byrjar í 1906. Tá er tað, at Daniel virkar saman við Arthur Brend, sum var ein samverkamaður.
Vegleiðing til nýggj umvend
16. februar 1906
Síðan eg kom aftur til Føroyar eftir eina stutta vitjan í Skotlandi, havi eg doypt átta trúgvandi. Men nú er kirkjan farin at halda fyrilestrar um barnadóp og biður fólk um ikki at fara frá teimum gomlu siðunum. Tey siga, at vit synda móti heilaga andanum, tá ið vit doypa fólk aftur. Men framvegis koma fólk, sum stúra fyri teirra sáls frelsu til okkara møtir, og nøkur eru farin frá deyða til lívið. Tey vátta, at tey hava verið í myrkri men eru komin í ljósið.
Um Gud vil, fara eg og kona mín í morgin til Suðuroyar. Ein ungur bróður úr Havn (helst Poli í Dali, kendur sum skipari og vinnuligur slóðbrótari) hevur verið har, og okkara himmalski faðir hevur signað hansara boðskap, so nógv eru frelst og hava fingið undirvísing í Guds orði. Biðið fyri hesum nýumvendu, fyri okkum og fyri arbeiðinum. Gud hevur byrjað arbeiðið millum fólkið og mong føla byrðina av synd síni.
Til Sørvágs
Í 1907 hevur Daniel skrivað eina longri frágreiðing, og tað verður bert ein partur endurgivin í blaðnum. Men her sigur hann:
Í byrjanini av januar var eg leiddur at fara til Sørvágs, har tað búgva 500 fólk. Tveir trúgvandi búgva har, men teir eru ikki rættuliga loystir frá bondunum hjá gomlu kirkjuni, sum binda fast og taka alt frælsi frá teimum trúgvandi. Kona mín, sum er við mær, er ein stór hjálp við at syngja. Stundum taka vit orglið við okkum, tí fólkinum dámar væl góðan sang, men tey duga ikki at syngja okkara sangir. Eg leigaði eina stóra dansistovu at halda møti í, og vit høvdu stólar til 100, men tað fyrsta kvøldið komu 150, og næsta kvøld vóru tey 250. Nógv máttu standa uttanfyri, men øll kundu tó hoyra tað, sum sagt varð.
Hetta kvøldið kom presturin í oynni og tosaði ímóti okkum. Hann segði fólkinum, at tey vórðu Guds børn í dópinum, og tí skuldu tey halda seg til tað gamla. Men fólkið hevur ikki álit á tí gamla. Henda talan skaddi okkum ikki nógv.
Eg vísti aftur tað, sum prestur hevði sagt til verju fyri barnadóp.
Kvøldið eftir komu 150. Bakarin í bygdini varð umvendur og vitnaði um hetta næsta dagin fyri ætt og vinum. Fólk søgdu, at hann var svakur, men Gud havi tøkk fyri alt slíkt.
(Hetta hevur vist verið Martin Nielsen, stóri Martin nevndur (1878-1951). Hann og kona hansara Jacobina vóru tey fyrstu, sum fluttu til Vatnsoyrar.)
Hesin maður hevði havt ófrið í 12 ár, og hevði roynt nógvar hættir at fáa frið í sálina, men var bert sokkin djúpari í synd. Nú hevði hann funnið frið og megi at halda fram.
Ein handilsmaður í bygdini tók eisini ímóti Kristusi.
Hetta hevur helst verið Niclas Niclassen Norðuri í Stovi (1873-1939. Hann var eisini eina tíð tinglimur. Kona hansara Frederikka (1876-1962) var systir Martin Nielsen).
Hesin maður hevði ikki lagt nógv í sína sál, og hann fortaldi mær eitt kvøld eftir møtið, at hjarta hansara var hart sum steinur. Nakrar dagar seinni hevði hann fingið eina slíka sálarneyð, at hann læsti handilin og lat kundarnar standa uttandura, meðan hann bað meg koma inn á skrivstovuna, har eg fortaldi um vegin til Gud.
Áðrenn eg fór av bygdini aftur takkaðu handilsmaðurin, kona hansara og eitt tænastufólk Gudi fyri, at hann hevði sent sín einasta son at doyggja fyri tey. Eg havi hoyrt, at hann nú vitnar fyri kundunum hjá sær. Tað sama er við konu hansara, og nú eru níggju kristin á hesum plássi, sum koma saman at biðja og at lesa Guds orð. Hesi nýumvendu trúgvandi mugu líða forfylging og tørva forbøn.
Presturin hevur verið í bygdini og biðið fólkið um at standa stinn. Men tað er ikki so lætt at standa stinnur, tá einki er at halda fast um.
Her kann verða skoytt uppí, at seinni kom Poul Andreas Poulsen við í samkomuna, har hann var sera virkin upp í ellisár. Hann plagdi annars at hava til fragd at gera ónáðir, tá ið Daniel helt møtir í Sørvági. Poul Andreas var giftur við Mariu, dóttir Jóan Paula við Neyst, sum var ein tann fyrsti í samkomuni í Hvalba.
Í Gásadali var eisini ein samkoma, sum eisini fekk vitjan av Dollanum. Hetta má hava verið í samband við vitjan í Sørvági. Hetta nevnir hann kortini ikki.
Aftur í Porkeri
Nú eri eg í Porkeri. Seinasta vetur komu nøkur fá her at kenna sannleikan, og tey eru vaksin í náði. Tey eru 12 í tali og eru nú við at byggja ein lítlan møtisal. Tey eru øll arbeiðs- og fiskimenn. Eg síggi ein stóran mun á teimum frá seinasta vetur. Vit mugu vitja tey oftari við orðinum, tí summi av teimum hava ikki heilt slept teirra gomlu trúgv, og eingin av teimum er enn doyptur.
Eg havi havt trý møti her, og eg hava prátað við tvey, sum eru í sálarkvøl. Eg vitji tey heima um dagin, og tali orðið í einum stórum pakkhúsi um kvøldið.
Í Sumba
Í Sumba búgva eini 400 fólk. Tað verður ringt hjá mær at fáa innivist har ella hús at tala í, tí fólkið har livir í stórum myrkri. Eg ætli tó at fara um fjøll hagar, og Harrin vil opna dyrnar.
Um eg hevði havt útgerð til at vísa evangeliskar ljósmyndir, hevði tað verið sera væl egnað til arbeiðið, tí nógva staðni ræðast fólk at koma á møti vegna prestarnar. Eg trúgvi, at mong kortini vilja koma undir ávirkan av orðinum.
11. apríl.
Síðan eg seinast skrivaði, havi eg verið í Sumba. Fólkið vildi illa hýsa okkum í fyrsta umfari, men eftir fyrsta møtið var alt í lagi. Tað komu fleiri at lurta eftir góðu tíðindunum, enn rúm var fyri. Tey keyptu nógvar bíbliur og bóðu okkum koma skjótt aftur, tí teimum longist at hoyra orðið aftur. Eingin hevði vitjað Sumba í hesum ørindum í 21 ár, tá ið bróður Sloan var seinast.
Tvøroyri
Eg vitjaði eisini Tvøroyri, størsta býin í oynni. Vit høvdu eitt gott møti, størri enn eg hevði havt fyrr. Vit leigaðu ein sal, og nógv av tí betra slagnum komu at lurta, summi søktu vegin til lívið.
Í Vági gekk verri. Har fekst hvørki innivist ella salur. Tey vóru so rædd fyri, at eg skuldi gera tey til baptistar. Nú havi eg so bílagt ein sal at syngja og vísa myndir. Tað er júst í slíkum plássum, at myndsýningartól hevði verið hent.
Tað hevur eisini verið góð luttøka í Havn, men her eru fólk ikki so áhugað sum á bygd, har evangeliið ikki fyrr er prædikað. Men tað gongur tó spakuliga framá.
Hetta hevur verið ein harður vetur, og síðan eg kom aftur, havi eg ikki havt tað so gott. Eg má fara til ein lækna, men vit hava ein stóran lækna, sum altíð er nær. “O, Harri styrk okkara trúgv.”
Í Vági kom ein samkoma, kallað Bethel. Menn, sum komu at hava stóra ávirkan her, vóru skiparin og reiðarin Dias á Heyggi, sum flutti úr Porkeri til Vágs og skiparin Jóan Petur hjá Mouritsi. Á Tvøroyri kom eisini samkoma, og ein kendur maður í hesum sambandi er bókbindarin D. J.
Magnussen.
--------------------------------
Den blodige Kongostat
Udbytning-Myrderier-Lemlæstelser
Í Føroyum frættist eisini um skilið í Congo. Í 1903 skrivaði Tingakrossur við Kristin í Geil sum blaðstjóra eina grein, sum rættiliga væl samsvarar við tað, sum vit hava greitt frá í hesi røð. Tingakrossur, sum var eitt nýtt blað tá, kom fyrstu ferð út í 1901. Men tað er áhugavert, sum teir báðir brøðurnir Kristin og Petur Alberg hava havt áhuga fyri viðurskiftum úti í heimi. Teir østust um órættin, sum gekk fyri seg í Føroyum, men teir kundu so sanniliga argast um órættin úti í heimi. Í 1905 hevur Tingakrossur aftur eina grein um Congo. Hon hevur tað samband við Daniel J. Danielsen, at keldan er J. H. Harris, som eins og Daniel eisini hevði samband við Congo Reform Assocation og við Balolo missiónina. Tað kann tí væl hugsast, at tað er Daniel sum hevur útvegað Tingakrossi hetta tilfar. Eisini fyri at lýsa skrivingarlagið hjá Kristin endurgeva vit hesa grein, soleiðis sum hon er skrivað á donskum. Sum tað sæst, so er tað kapitalisman, sum fær skuldina fyri hetta skil!
En Række Telegrammer har meddelt, at Generalguvernør Gentil i fransk Kongo har optraadt som en saadan Blodhund mod de Indfødte, idet han bærer Skylden for ikke mindre end 20.000 Negres Død. Og samtidig med afsløringen af disse Rædselsgerninger indløber lige saa uhyggelige Beretninger fra den berygtede belgiske Kongostat.
Denne stat ligger som bekendt i Midtafrika med Kyststrækning ud mod Guineabugten. Landet der gennemstrømmes af den gamle Verdens største Flod, den 650 mile (4.200 km) lange Kongo, dannedes under den belgiske Kong Leopolds Overherredømme i 1885 med et Fladerum af ikke mindre end 2.250.000 Kvadratkilometer, ligesaameget Landomraade som Frankrig, Tyskland, Østrig-Ungarn, Italien og Danmark tilsammen.
Indbyggertallet anslaas fra 15 til 30 Millioner, heraf faa Tusinde Hvide.
Forholdene i dette umaadelig Rige, som udmærker sig ved sin Frugtbarhed, tropiske Skønhed og rige Dyreverden er netop i disse dage belyst i et Skrift af den engelske forening Congo Reform Associations Repræsentant hr. Harris, der sammen med sin Hustru og flere ansete Englændere nylig har berejst Landet.
Som det vil erindres holdt vor fra Kongo hjemvendte Landsmand Missionær Daniel Danielsen i Fjor en række Foredrag om dette Emne illustreret af Lysbilleder.
Nekararnir eru ikki býttir
Hr. Harris nedslaar først i sit Skrift den almindelige Anskuelse, at Negrene er dumme og uimodtagelige for europæisk Kultur. Tværtimod er Negrene baade lærevillige og flittige, naar de blot kan faa lov til at arbejde i Fred og selv kommer til at høste udbyttet af deres Arbejde.
I Negerbyen San Salvador drev Befolkningen saaledes for nogen Aar siden en udstrakt Handel med Olie, Træ og Baade, som de selv lavede. Unge, flittige Mænd lagde sig især med Held efter Snedkerprofessionen, og et livligt Handelssamkvem rørte sig her som saa mange andre Steder i Kongostaten.
Men takket være de Hvides Udsugninger, er dette forhold nu helt forandret.
Den oprindelige Statsskat, som bestod af 40 Timers Arbejde maanedlig pr. voksen Mand er bleven forhøjet ganske efter Embedsmændenes eget Behag, saaledes at Negrene faktisk nu lever i fuldstændigt Slaveri. De hvide Embedsmænd forlanger stadigt mere af Landets kostbareste Produkt, Kautschuken (gummi), af de ulykkelige Negre, som mange stader nødsages til at udvinde Produktet af selve Kautschuktræets Rødder, hvilken Rovdrift selvfølgelig fuldstændigt ødelægger Udvindingen, hvorefter de hvide Bødler falder over Landsbyerne med de berygtede Straffeekspeditioner.
Til udførelsen af disse Røvertogter betjener de hvide Officerer sig af Negersoldater, rekrutterede fra de allerlaveste menneskeædende Stammer, som hentes dybt inde fra Urskoven. Disse Horder bevæbnes med Landser og Knive og hidses af Officererne til den mest bestialske Grusomhed mod deres Stammefrænder.
Ræðuleikarnir
I Januar 1903 ankom en saadan Bande under anførsel af en belgisk Officer Forsie til Byen Bolina, hvis Beboere var ubevæbnede. Menneskeæderne lejrede sig først ned i Skoven og styrtede henad Aften ind i den ulykkelige By, hvor der nu begyndte et modbydeligt Myrderi.
Soldaterne styrtede sig med dragne Knive ind i Hytterne fraadsende i en almindelig Nedslagtning. De skrigende Kvinder blev voldtagne under vilde Hyl og derefter skaarne i Stykker og delvis fortærede. Smaabørnene sparkedes og trampedes ihjel af Soldaterne. Alle de voksne Mænd, som ikke undslap, myrdedes paa en lige saa grusom Maade, og sluttelig, da Myrderiet om Aftenen var tilendebragt, dekorerede Soldaterne de blodbesudlede Hytter med Lever, Hjerter og mandlige Kønsdele.
Alt under anførsel af en hvid Officer i Aaret 1903.
I Nyambo afhuggede Soldaterne Foden af Konen Baaja, fordi hun gjorde Modstand mod Soldaternes Voldtægtsforsøg. Hun humpede ved Hjælp af en lang Stav frem for Harris og hans Ledsagere med sit blodige, betændte Ben.
I Boende har Soldaterne raseret frygteligt, forklarede Høvdingen Mr. Harris. Mændene blev hængte, kvalte, nedstukne med Lanser og skudte. Og mange Kvinder led en endnu uhyggeligere Død, idet Soldaterne under vild Lystighed hamrede spidske Pæle ind i de ulykkeliges Underliv.
Høvdingen bevidnede for Harris, at Soldaterne havde dræbt hans Datter Nainga paa denne Maade. “Jeg har selv set hendes Lig med den indrammede Pæl,” sluttede den fortvivlede Fader sin Beretning.
Harris skriver videre: “Høvdingen nævnede mange andre Eksempler paa skrækkelig Grusomhed, som jeg dog ikke vil gentage. Ikke af Mangel paa Beviser, af dem er der desværre alt for mange. Men fordi evropæerne absolut ikke vil tro paa saa umenneskelige Handlinger.
Detaljerne ved Grusomhederne er saa afskrækkende, at de ikke bør fremstilles paa Tryk.
Hr. Harris aftrykker derimod en lang Liste over myrdede Mænd, Kvinder og Børn.
Landet ødelægges
Som følge af disse Skændelsgerninger er store Dele af Kongostaten bleven ødelagt i Bund og Grund.
I Nsango-Mboy, der tidligere var en blomstrende By, fandt Harris kun en Hob ubeboede, forkullede Ruiner. Beboerne var skrækslagne flygtet ind i Skovene. Herinde i Halvmørket havde de slaaet sig ned paa den sumpede Flodbred, frit udsatte for det usunde Klima.
“Chimpansen i Skovtykningen har det bedre end disse Mennesker”, skrev Harris.
Overalt i det frugtbare Land ses Ruiner af Byer, og inde i den mægtige Urskov, som saa breder sig paa de tidligere Bopladser, lever Hundredtusinder af fordrevne Indvaanere det usleste Liv.
Befolkningstallet daler overalt efter en uhyggelig Maalestok. I Byen Crique, som for 10 Aar siden havde 1500 Indbyggere, bor nu 67. I en række Landsbyer levede tidligere 7000 Mennesker, og Indbyggertallet voksede en Tid uafbrudt. Nu bor her kun 1500 nødlidende Stakler. Kvinderne, som især lever i en stadig Angst for de morderiske Overfald, ønsker ikke at blive Mødre under disse sørgelige Forhold, og fra en mængde Landsbyer har Embedsmændene bortslæbt de unge Mænd, som er nødvendige for Slægtens Forplantning, til tvangsarbejde paa forskellige Pladser.
Hr. Harris Afsløringer har vakt en voldsom Bevægelse i Belgien. De socialistiske Blade bringer dagligt Uddrag af Harris Pjece, medens de konservative Blade kæmper fortvivlet for at benægte Fakta. Men saavel i Belgien som i England er den store Offentlighed dog klar over, at Pjesen taler Sandhed.
Disse frygtelige Orgier af Blod og Dyriskhed, som begaas i lige høj Grad af alle hvide, danner et saa grelt Billede af Kapitalismens Nedrighed, at Magthaverne nu nødsages til hurtigst muligt at indføre Reformer i disse hede, blodbesudlede Lande.