Fyrrapartin í gjár legði ein grind beinini á Leynasandi. Hon taldi 73 hval og 504 skinn, og varð býtt í báts- og drápspartar. Hetta gjørdu tey í Kvívík, har hvalirnar vórðu sleipaðir til og seinni skornir
Nakað fyri klokkan tvey legði ein grind beinini í Hvalvík. Enn er ikki talt upp, men talan var um 40 hval. Tað gekk væl at halda grindina til, um enn tað hevur gingið eitt sindur skjótari onkuntíð áður
Tað var ein grind av teimum størru, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið. Grindin varð funnin út fyri fjarðarmunnan í Sandvík, og tað gekk væði skjótt og væl at reka hana inn á Hvalba. Men komin heilt
fráboðan um, at fólk høvdu borið eyga við tvær grindir í Sundalagnum. - Vit fingu boð um, at ein grind var stødd uttanfyri Morskranes og ein var stødd út fyri Kollafjørð, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður
eru komnir á staðið. Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at teir kannað bólkin fyri at vita um grind eisini er í. Teir liggja enn uttanfyri Rituvík og fara væntandi at royna at reka bólkin tá fleiri
Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum legði ein stór grind beinini á Gøtusandi í gjár. Grindin varð merkt til 131 hval og var skinnatalið 950. Vanligt er at siga, at ein hvalur liggur um 6-7 skinn. Men sambært [...] Og tað má sigast at vera rættiliga gott, sigur hann við Sosialin. Í februar mánaði í ár var eisini grind, og var henda eisini feit. Nógv bendir á, at grindin er væl fyri. So er bert eftir at vóna, at fleiri
lata hana fara, sigur Finnbogi Midjord. Um sama mundi sum boðað varð frá grind í Kollafirði, bóru fólk eisini eyga við eina grind út fyri Morskranes. Tað vísti seg tó einans at vera nakrir fáir springarar [...] Tað gjørdist ikki í dag, at kollfirðingar og onnur fingu fylt kaggarnar við grind. Grindin, ið fyrr í dag bleiv funnin út fyri Kollafirði, vildi nevniliga ikki gera landgongd, og tí lótu menn hana fara
Zakaris Jacobsen, grindaformaður í Gøtu, sigur, at tað er grind, sum ungu dreingirnir í Gøtu hava funnið inni á hálvari Gøtuvík. In.fo hevur júst havt samband við grindaformannin, sum hoyrdist illa í [...] telefonini, men fekk sagt so mikið, at talan er um grind, sum nú verður rikin inn á Syðrugøtu. - Tað er trupult at siga, hvussu stór grindin er, men eg haldi, at her er nakað av hvali, segði Zakaris Jacobsen
Grindin, sum var funnin norðanfyri Eiðiskoll í morgun, verður nú rikin móti Tjørnuvík. Les eisini: Grind funnin norðanfyri Grindin var funnin 16 fjórðingar norðanfyri Eiðiskoll, men eru nú góðar 12 fjórðingar
grindaboð í Suðuroynni. Tað er verjuskipið Brimil, ið fyrr í dag boðaði frá, at teir høvdu funnið eina grind, og hóast nógv fólk er farin til Havnar á ólavsøku, so eru tey nóg væl mannaði á oynni til raksturin