Meðan grindaformaðurin á Sandi, Marner Højsted, var staddur í Húsavík fyri løtu síðan, høvdu nógv fólk leitað sær til bygdar, nú útlit vóru til, at grind fór at verða rikin á Húsavík.
- Ja, her komu nógv fólk, sum væntaðu, at grindin fór at verða hildin til í Húsavík. Men, framvegis er ivasamt, hvussu verður. Meðan eg var staddur í Húsavík, sá eg einar fýra bátar, sum lógu langt úr landi. Tað vísti seg, sum um teir leitaðu - og onkur lá líka sum stillur og bíðaði.
Marner Højsted, grindaformaður, sigur, at enn hevur hann ikki frætt aftur frá bátinum, hann annars hevur samband við, og sum er ein av bátunum, ið leita eftir grindini.
- Men, í løtuni hava vit so onga avlýsing fingið enn. At síggja til, hevur grindin helst sloppið sær til havs, men tað vita vit ikki við vissu enn.
Tað sá ikki út til, sigur grindaformaðurin, at bátarnir, hann sá langt út fyri Húsavík, lógu hjá nakrari grind, men at teir heldur leitaðu eitt sindur spjaddir, sigur Marner Højsted.