Í løtuni gera sjey bátar aftur eina roynd at reka grindina inn á sandin heima á Sandi, men lítið bendir í løtuni á, at tað fer at eydnast at fáa grindina at gera landgongd.
Seinasta tíman hevur bara ein bátur ligið hjá grindini á Sandsvág, men fyri løtu síðan mannaðu sandingar seg aftur, og einir seks aðrir bátar loystu, soleiðis at bátarnir nú eru sjey í tali.
Einki fólk hevur verið á sandinum seinasta tíman, men nú menn tóku seg saman um at gera enn eina roynd, komu fleiri bilar við fólki, og fólk streymaðu aftur oman á sandin.
Grindabólkurin, sum seinasta tíman hevur ligið miðskeiðis millum sandin og grótkastið úti við havnalagið, er nú rikin inn aftur móti sandinum, men líkt er ikki til, at ferð fæst á grindina, so hon kann gera landgongd.
Bólkurin liggur nú aftur líka sum og grindast stutt uttan fyri aldubrotini, og nógv kundi í løtuni bent á, at grindin háttar sær júst á sama hátt sum við seinastu royndini.
Men, enn eru kanska ikki allar súður syftar. So leingi, sum roynt verður at gera nakað, er ein lítil vón.
Á Sandi harmast mangur um, at grindin ikki vil gera landgongd í kvøld, tí eingin grind hevur lagt beinini á Sandi, síðan Sea Shepherd grindin legði beinini her fyri nøkrum árum síðan.