tvíheldur um fólkapensjónina er, at nevndarlimirnir sjálvir vilja hava fólkapensjón, hóast teir hava góðar privatar pensjónir (sic!). Men nei, hetta er ikki orsøkin. Hinvegin er orsøkin, at hesir nevndarlimir [...] Vantandi fatan av norðurlendska modellinum er um at gera av við vælferðarsamfelagið, sum fólkið hevur stríðst fyri seinastu øldina. Man hevur hoyrt hatta frá samgonguumboðum fyrr: At orsøkin til at Landsfelag [...] upphavi tey koma frá, og har øll hava rætt til hjálp, um illa veit við. Men fortreytin fyri hesi vælferð er inntøkur. Stórur partur av inntøkunum kemur frá skatti - og serliga frá teimum vælbjargaðu, ið rinda
svíma, og grátur og venan hoyrist. Seinasta løtan er komin, tað ivast vit ikki í. Einasta vónin er, at teir ikki raka, tað má verða okkara bjarging. Nú er flogfarið beint uppi yvir okkum, tað hoyra vit. [...] veðri. Tá ið Smiril er komin norður um Lítlu Dímun, hoyrast róp: »Hyggið, hyggið, eitt flogfar«!. Og í somu løtu ýlir skipslúðurin at boða frá, hvat, ið var á vási. Alt ferðafólkið, sum er á dekkinum, loypur [...] yvir í tað borðið, har flogfarið sæst. Enn er tað langt burturi, bara ein prikkur á himmalinum, men hesin prikkurin verður alsamt størri og nærkast eisini. ER tað vinur, ella fíggindi? Ein ring løta at
endamáli ella ikki, og tá tað er ein sannroynd, at »ríkisfelagsskapurin« bert er krónur og oyru, hvat stendur tá eftir, um vit velja afturhald í staðin fyri framburð? Jú, tá er bara ein »ríkisfelagsskapur« [...] hevur ikki evnað at skapt ábyrgdarfullar politikarar, og tá meini eg ikki nakað persónligt við tað ? hatta er bara veruleikin, frágreiðingin um áttatiárini stendur sum klettapróvfast tilfar um hetta. Alt tos [...] durunum. Blokkstuðulin úr statskassanum hevur ósvitaliga verið tengdur upp í »ríkisfelagsskapin«. Tað er jú rættiliga nærliggjandi at hugsa, at blokkurin og »ríkisfelagsskapurin« skuldu gingið hond í hond,
bara síggja, hvat veruleikin er, og hvat framtíðin ber, sigur Albert Jónsson. Og framtíðin hjá Alberti Jónssyni er so her í Føroyum, í hvussu er nøkur fá ár fram. Men hvussu er so at flyta úr milliónabýnum [...] at USA er eitt ógvuliga dynamiskt samfelag, og politikkurin har yviri er ógvuliga áhugaverdur. Og uttanríkis- og trygdarpolitikkurin hevur sjálvandi stóran týdning í heiminum. - Washington er eisini ein [...] konan, men eisini hundurin, sum tú jú hevur møtt, gleða okkum at búgva her í Føroyum, og njóta tíðina. Føroyar eru jú eitt vakurt land við ófatiligari náttúru. Og mær dámar jú serliga væl at vera úti í náttúruni
drotningavitjan fimta hvørt ár. Tað er tí vit eru so kongatrúgv!!! Sum eg las greinina, var ætlanin nokk, at lesarin skuldi forargast. Eg merkti tó onki forargilsi, tí hatta var um diplomati á hægsta stigi [...] ikki sleppa teimum. Men hvussu leingi vardi hendan sokallaða kolonitíðin? Tað er sjálvandi ymiskt hvussu leingi, men tað er ikki fyrr enn á okkara døgum, eini 20 – 25 ár aftaná 1945, at tey flestu hjálondini [...] út tá, kundi ongin vita. Engilskmenn lovaðu ið hvussu er at lata Danmark fáa okkum aftur seinni. Tað, sum eg meini við at reksa alt hetta upp, tað er, at um tað uppá nakran máta, meðan eingilskmenn vóru
Grímu, og sum arbeiddu saman við honum um at fáa tað til at hanga saman á palli«. Karakterdráp - Hatta er stutt sagt ikki rætt, og tað veit Carl Jóhan eisini. Tí undrar tað meg stórliga, at hann situr og [...] fáa leikin at hanga saman á palli er nakað 'forferdiligt tvætl', staðfestir Eyðun Johannesen. Leikstjórin undrast Eyðun Johannesen leggur afturat, at onki óvanligt er í, at leikritahøvundar samstarva við [...] Nielsen. Í sendingini vísti Carl Jóhan Jensen á, at trupulleikin hjá Jóanesi Nielsen sum rithøvunda er, at hann ikki hevur neyðuga viðfødda ansin fyri drama. Og hetta gav honum eisini trupulleikar við leikinum
rúmdarferðina. Skjótt er rúmdarfarið liðugt, og í royki og ristingum lyftir tað seg upp frá við øllum børnunum í. Komin upp á Mars, verða nøkur av børnunum eitt sindur vónbrotin. Har er onki at gera, og tey [...] sær eina pizza. Kanska var hatta hugskotið við at byggja eina smáttu niðri á jørðini slett ikki so býtt allíkavæl? Kanska ger tað onki, um tú broytir meining, tí tú lærir jú okkurt av tí, semjast børnini [...] Mars, vit ótu Lukasa fars, eitt sindur kalt við pipar og salt. 4. Best er mammu og babba aftur at sjá og smáttu lítlu við á. Hon er mær kær, og stendur mær nær. Tekstur og lag: Frits Johannesen
fingu Regin Olsen, sum er fólkafloksmaður, inn. Valdið yvir SEV hevur ligið hjá Fólkaflokkinum, síðani tað var stovnað, og nú eftir knøppum ári hava teir fingið tað aftur, og nú er den hellige grav velbevaret [...] tað, sum nú verður sagt um, at bygnaðarbroytingar skulu fremjast. - Hatta varð eisini lovað fyri knapt tveimum árum síðani, men tað er ein persónur sum forðar hesum, sigur Hans Tausen Olsen, og sipar enn [...] skuldi sita í formanssessinum tey næstu trý árini. Spurdur, um hetta kom óvart á hann, sigur hann: - Jú, tað var óvæntað, tí man vildi ikki viðgera tað, sum veruliga var problemið hjá mær og meirilutanum
tølunum. –Bjørn á Heygum, advokatur, er tað rætt, at ein kommuna má halda sína fíggjarætlan? – Jú. Men Brandur Sandoy vil ikki, at hetta skulu vera seinastu orðini. – Men er tað ikki eisini rætt, at kommunustýrið [...] leiðara fyri barnavernadartænastuna. Advokaturin er byrjaður at greina fyrra spurningin, sum er ein generellur spurningur um gegni. Um nær ein kommunustýrislimur er ógegnigur, tá játtan skal setast til stovnar [...] ger fráfarni borgarstjórin ikki, og úr túninum hoyrist málageipan. Ónøgdin er stór við hendingarnar. Talvið er av, men nýtt talv er longu byrjað. Fyrrverandi borgarstjórin situr einsamallur við umleið einum
bushhatara hevur hetta ongan týdning. Tað er jú greitt, at Bush er ikki serliga intelligentur. Virðing og toleransa fyri Bush og teimum virðum, ið hann stendur fyri, er ikki pláss fyri hjá einum sonn-um bushhatara [...] sjálvandi rætt til. Men tað, sum er ræðandi, er ógrundaða og ósiviliser-aða haturið móti Bush. At finnast at Bush, siga ræðu-søgur um hann, háða og tala vanvirðisliga um hann, er næstan vorðið ein ser-støk [...] at Amerika er eitt sjálvrætt-víst og stolt land, sum dám-ar væl at vera heimspoliti og fegið vísir sínar hern-aðarligu musklar. Ein slík heimsáskoðan er bæði barnslig og snævurskygd. Hon er grundað á vantandi