Partapolitikkur orsøkin til SEV-valið

Fríggjadagin mátti legði Hans Tausen Olsen kongin í SEV-málinum. Hann valdi at leggja frá sær sum umboðsnevndarformaður, men hóast tað sigur hann seg vera ein glaðan mann.
Hans Tausen Olsen sigur seg tó stúra fyri sinum egna flokki, Tjóðveldisflokkinum, tí hann heldur partapolitikk og ikki minst Fólkaflokkin vera orsøk til, at úrslitið bleiv, sum tað bleiv

SEV
 
 
Fríggjadagurin 17. februar var dagurin, tá øll mótstøðan ímóti Klæminti Weihe mátti lúta fyri, teimum, ið stuðla honum. Ikki minst vakti tað ans, at umboðsnevndarformaðurin Hans Tausen Olsen valdi at leggja frá sær, tá tað var greitt, at umboðsnevndin samtykti, at val skuldi verða um, hvør skuldi sita í formanssessinum tey næstu trý árini.
Spurdur, um hetta kom óvart á hann, sigur hann:
- Jú, tað var óvæntað, tí man vildi ikki viðgera tað, sum veruliga var problemið hjá mær og meirilutanum. Har var ein fólkafloksalliansa ímóti okkum, og Tjóðveldisflokkurin og býráðssamgongan í Havn fóru við, sigur Hans Tausen Olsen, sum ikki metir, at tað var sakligt av fundinum at viðgera hetta problemið, sum hann metir tann enn uppsagda SEV-stjóran, Klæmint Weihe, vera.
Hans Tausen Olsen er limur í Tjóðveldisflokkinum og hevur umboðað Runavíkar kommunu í umboðsnevndini. Runavíkar kommuna hevur 4 limir í nevndini. Hann fýlist tó á sín egna borgarstjóra, Rodmundur Nielsen, sum hann segði noktaði fyri, at hann slapp at vísa býráðslimunum í Runavík eina frágreiðing frá advokatinum hjá sær um SEV-málið.
- Teir fingu meg út og fingu Regin Olsen, sum er fólkafloksmaður, inn.
Valdið yvir SEV hevur  ligið hjá Fólkaflokkinum, síðani tað var stovnað, og nú eftir knøppum ári hava teir fingið tað aftur,  og nú er den hellige grav velbevaret, sigur Hans Tausen Olsen, sum ikki leggur fingarnar ímillum við at kalla  partapolitikk orsøkina til úrslitið av valinum fríggjadagin.
 
 
Væntar ikki broytingar
 
 
Hans Tausen Olsen sigur seg ikki trúgva upp á tað, sum nú verður sagt um, at bygnaðarbroytingar skulu fremjast.
- Hatta varð eisini lovað fyri knapt tveimum árum síðani, men tað er ein persónur sum forðar hesum, sigur Hans Tausen Olsen, og sipar enn einaferð til Klæmint Weihe.
- Hvørki stýrið ella fólk sum t.d. Bjarti Mohr (ið mælti til, at val av umboðsnevndarformanni skuldi fara fram, blðm.) kenna til peningarenslið í SEV, sigur tann nú fyrrverandi umboðsnevndarlimurin, sum sigur seg og sína familju hava verið tjóðveldisfólk alt sítt lív, og sjálvur sigur hann seg eisini hava skaffað sama flokki nógvar atkvøður. Hann skilir kortini ikki, hvussu hansara flokkur kundi góðtaka at halda fram við verandi leiðslu í SEV.
Sum dømi um vantandi gjøgnumskygni nevnir hann tríggjar sterkstreymsverkfrøðingar, sum eru farnir frá SEV og av landinum, av tí teir ikki fingu nakað munagott arbeiði á SEV, og tí fóru fakliga av kós og rýmdu undan hesum fólkafloksokinum, sum hann orðar tað.
Somuleiðis nevnir Hans Tausen Olsen ferðaútreiðslurnar hjá SEV, sum hann kallar himmalhøgar og eitt tal upp á 17 milliónir krónur, ið allar skulu vera brúktar uttan fyri húsið.
- Eg stúri fyri gongdini í Føroyum í dag, um hetta skal halda fram, og eg stúri fyri Tjóðveldisflokkinum, um hann góðtekur hetta, sigur Hans Tausen Olsen, sum heldur eina orsøk vera, at býráðssamgongan í Havn skuldi varðveitast.
 
Glaður maður
 
Hans Tausen Olsen sigur seg vera soleiðis av lyndi, at hann ikki kann vera við, tá tað, hann ikki kann góðtaka, fer fram, og at tað fer fram í duldum, sum hann tekur til.
Tí sigur hann seg vera ein glaðan mann í dag og hava sovið væl tær næturnar, sum eru farnar, síðani hann slapp úr heita sessinum í SEV-umboðsráðnum.
- Eg hevði gjørt meg kláran at fara, sigur Hans Tausen Olsen, hóast hann ikki hevi væntað, at umboðsráðið fór at fella meirilutan í stýrinum.
Nú fegnast hann um at fáa meira tíð til familjuna og abbabørnini, sum hann tekur til, og hann vísir staðiliga aftur, at hann skal hava selt flisar til SEV, sum hann sigur søgur ganga um. Sjálvur heldur hann, at tað er ein søga, sum Fólkaflokkurin hevur bryggjað ímóti honum.