toppdómari í Føroyum í umleið eina fjórðings øld. At heimaliðið kom á vinnarakós tóktist seta meiri futt í B68, sum hesa ferð hevði Jan C. Dam á verjukenda miðvallarplássinum, meðan Jan Petersen var í miðverjuni [...] Fyrst var Mortan Hansen feldur í EB/Streyma brotsteiginum. Øssur Hansen smekkaði brotssparkið í tvørtræið aftanfyri Gunnar á Steig. Bólturin fór út frá, EB/Strreymur fór í álop, og so varð brotsspark gjørt [...] at vinna tøttu dystirnar. Vit hava fingið sjey stig í trimum teimum seinastu dystunum, og tað átti at givið okkara monnum eyka hug at leggja nógv í venjingina og fyrireikingarnar annars, nú vit um tvær
Í dag bleiv avtalan millum Føroyar og Danmark um at seta ein lofteftirlitsradara upp í Føroyum undirskrivað. Sum vit hava staðfest her á in.fo í áðni, hevur samgongan ikki staðið saman um radaramálið [...] Hin triði limurin í Uttanlandsnevndini, sum mælti landsstýrismanninum frá at skriva undir, var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann meinar, at landsstýrið hevur misbrúkt sítt vald í radaramálinum, sum [...] grovasta, eg havi upplivað, síðan eg kom í politikk. At undirskriva eina avtalu um hernaðarliga útgerð í Føroyum uttan at lata løgtingið taka avgerðina er ikki í lagi, og tað góðtaka vit ikki, sigur Høgni
lúrdi, nú KÍ eftir 2-1 sigur í Gundadali fyrireikar seg at fara til Slovakia. Á vegnum var í kvøld heimadystur ímóti B68, sum hevur hálvfinalu í steypakappingini og plássið í bestu deildini at hugsa um. [...] søtt, at vit fríggjakvøldið vunnu í Gundadali, sigur Magne Hoseth í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum. B68 vísti framúr hugburð. Toftamenn arbeiddu øgiligt, og í 1. hálvleiki spældu teir væl. Eftir [...] hesum hugburðinum fara at megna um teir vinna seg í steypafinaluna. -Alt Europa og fótbóltsheimurin yvirhøvur hevur fagnað KÍ í summar. KÍ eigur besta liðið í Føroyum, og sjálvandi eru vit fegnir. Okkara menn
B36. Í fyrsta dystinum í 17. umfari legði heimaliðið í Gundadali frammanfyri heilt stórari áskoðarafjøld í góðveðrinum ólavsøkuaftan rygg til eyðmýkjandi 2-0 tap ímóti TB, sum undan ferðin norður í høvuðsstaðin [...] vóru teir noyddir at sleppa í verjupartinum og leggja meiri fyri í tí framrættaða. Tað bar átta minuttir undan leikloki 2ø0 TB málið við sær. Mohamed Samba vann bóltin í høgru og sneiddi framvið trimum [...] væl skipaðir í verjuspælinum, og vit fegnast um, at tað eydnaðist ímóti B36 og við nógvum TB áskoðarum kring vøllin, sum stuðlaðu okkum so sera væl. Tað segði TB liðformaðurin Ragnar Joensen í samrøðu við
Tað endaði javnt, tá ið tað í sera góðum fótbóltslíkindum í Gundadali endaði 2-2 millum HB og B36. Soleiðis var tað eisini fyrr í summar. Ta ferðina var B36 frammanfyri 2-0. Í kvøld var HB frammanfyri 1-0 [...] varð Ragnar Samuelsen í sínum 170. landskappingardysti í bestu deildini fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti. Pætur J. Petersen var sera treiskur, tá ið hann vann seg til baklinjuna í tvídysti við Viljorm [...] enn HB málverjin, og við høvdinum setti hann bóltin í málið. B36 styrkti um verjupartin, tá ið Heini Vatnsdal fyri fyrstu ferð í ár varð skiftur inn í miðverjuna, meðan Bogi Reinert-Petersen varð fluttur
verði er í Herfølge, staðfestir hann. Selja og keypa spælarar Tá Jákup Mikkelsen í heyst var í Leeds og royndarvandi gekk tað sera stillisliga fyri seg. Tíðindini komu fram í Ítróttarsosialinum, men í donsku [...] royndarvant í lægru deildunum í Onglandi, og í fyrrakvøldið ljóðaði, at Søren Frederiksen, sum í 2. hálvleiki var í álopinum hjá AaB, tá teir spældu vígsludyst á Tórsvølli, skal royndarvenja í Leicester [...] hava í vikuni verið umrødd í sambandi við sáttmálar av ymiskum slagi. Í hesi vikuni eru feløgini farin undir fyrireikingarnar til nýggja fótbóltsárið, og fyrsta søgan, sum Jákup Mikkelsen og hinir í oddaliðnum
fólk, sum Niels og Jákup hava í sínum hópi! Spurningur um inntøku Hesin nýggi handilin í Oradea í Rumenien er kortini ikki fyrsti handilin í hesum partinum av Europa. Í november mánaði í fjør lótu teir upp [...] Tað gera vit í november mánaði, sigur Niels Stórá, sum er fyritaksstjóri í Lagerinn. Hetta er ein av fyritøkunum hjá Jákupi á Dul í Íslandi. Teir hava nógv spennandi vinnuligt virksemi í Íslandi, men hava [...] royndirnar í. Seinastu fimm árini hevur hann arbeitt við at byggja upp og stovnseta handlar í Eystrasalti. Hetta hevur hann gjørt út frá teimum royndunum, hann hevur sum rakstrarleiðari í handlunum í Íslandi
smekkaði bóltin í kassan aftanfyri Jákup Mikkelsen. Málið hevur rættuliga fingið futt í NSÍ, sum við bæði Potemkin og Christian Høgna á toppinum hevur fingið tyngd í toppin og brodd í síðurnar. 60 min [...] hava spælt 10 dystir, og HB hevur spælt 9 dystir. HB skal spæla í Vági ímóti FC Suðuroy í morgin. Dystirnir í 10. umfari Ídag ÍF-NSÍ 3-5 Í morgin AB-Víkingur FC Suðuroy-HB Sunnudagin B36-EB/Streymur B71-B68 [...] Í fínum fótbóltslíkindum hevur NSÍ í kvøld vunnið 5-3 í Fuglafirði. Talan var um flott avrik, tí ÍF var eina løtu frammanfyri 3-1. NSÍ svaraði aftur hvørja ferð, og so megnaðu teir so dyggiliga at svara
fulla úrtøku í Gundadali ímóti B36, og nú bjóða klaksvíkingar av álvara av í toppstríðnum. B36 liðformaðurin Jákup á Borg var sera vónsvikin: -Vit áttu at havt syrgt fyri tryggari leiðslu longu í 1. hálvleiki [...] vandamiklir, og í hinum endanum er tað Páll A. Klettskarð, sum tað er størst tyngd í. 60 min. 2-2 Tað hevur javnað seg,og nú gongur meiri javnt á. Heini í Skorini er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri [...] sum aftur í dag er í miðverjuni, sendi fríspark innfyri úr 40 metra fjartøðu, og Dánjal Rói Olsen var fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum setti í málið. Tað er intenst og spennandi í Gundadali,
var settur í starv 1. mai 1998, hevur roynt ymiskt fyri at fáa semju í lag millum læknar og sjúkrasystrar. 30. september í fjør legði Jákup Mørkøre út við uppskoti um nýggjan leiðslubygnað í LS. Fyri at [...] settur í starv 1. mai í fjør. Lýsing súltað Nú 15 mánaðir seini liggja lýsingarnar eftir senturleiðara og senturvaraleiðara til einstøku deildirnar í Tinganesi og bíða eftir at vera sendar út í fjølmiðlarnar [...] um? stendur í uppskotinum. Hetta var ikki til at misskilja, og tað gjørdi Sjúkrasystrafelagið sum áður nevnt heldur ikki. Tær mótmæltu og noktaðu haraftrat í skrivi 22. juli í ár at fara í samráðingar