Eisini hevði hon deilt sangin á sínum Twitter-brúkara í juli. Tó var hon skjót at koyra hann av aftur. DR fer nú at hyggja eftir reglunum til Melodi Grand Prix, soleidis, at tað í framtíðini ikki verður nakar [...] taka hesa avgerðina. Men allir reglar til MGP skulu virðast. Eg eri tó vísur í, at Tine Lynggaard ikki gjørdi hetta, fyri at geva sær ein fyrimun í kappingini. Tískil eru bert níggju sangir við í sang [...] nakar ivi um, hvørjir reglarnir eru. Skrivað hevur Neli Heldarskarð.
nýggi flokkurin, Føroyaflokkurin, sum ikki vóru við á fundinum. Á fundinum varð eyðvitað eisini tosað um umhvørvið og í hesum sambandi varð spurningurin eisini umrøddur um at stovna eitt nýtt ráð undir lan [...] eftir løgtingsvalið, er tað ikki ósannlíkt, at vit eisini fáa eitt serstakt náttúrumálaráð við sínum egna landsstýrisfólki, á jøvnum føti við hini landsstýrisfólkini. Tað var eitt úrslit av valfundinum [...] rættiligau mfatandi málsøki í sær sjálvum. Tí eru tey sinnað at leggja mál um náttúru- og umhvørvisvernd í eitt ráð fyri seg. Tað var Marin Katrina Frýdal, sum er valevni fyri Tjóðveldi, sum sigur, at tey
Jógvansdóttir var í øðini og boðaði frá, at tað var greitt, at man ikki kundi gera avtalur við løgmann, tí hann megnaði ikki at halda tær, sum hon segði í Degi og Viku í gjárkvøldið. Hon spældi tó bóltin [...] Tí fekk fíggjarnevndin eisini boð um at koma við sínum áliti í dag. Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Nú verður prátað um, at onnnur viðgerð av fíggjarlógini ikki verður fyrr enn mánadagin og triðja [...] Lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um rættin at draga fakfelagsgjøld frá í skatti, verður lagt fram fyri tingið aftur, møguliga longu í dag. Tað tykist greitt frá prátinum í
mánakvøld ikki megnaði meiri enn javnleik ímóti Skála. Ímóti AB á heimavølli greiddi B36 væl og virðiliga sín setning, men eftir at grannarnir í HB einki fingu burturúr í Runavík, er støðan, sum hon var undan [...] verið fimm stig burturúr tíggju dystum. Sjálvandi er tað ikki nógv. Serliga tá ið tað fleiri ferðir í síðstu løtu hevur koppað ímóti B71. Men hóast ikki serliga góðu gongdina í heyst, so er góður møguleiki [...] møguleiki fyri, at málið undan kappingarbyrjan kann røkkast í dag. Um B71 fær stig ímóti B36, ella um AB einki fær burturúr hesa ferð, so verður tað teoretiskt staðfest, sum í veruleikanum leingi hevur verið greitt
lá tornakrúnan, so hevði tað nokk verið hon vit høvdu steðgað við, Jesus hevur borið hana. Vit megu ikki trúgva at tað er so lætt at bera eina kongakrúnu, sjálvt um tað kann síggja so út, men ein kongsmakt [...] kostað meir at bera enn tornakrúnan, hon kostaði Jesu lív. Tá Jóhannes sá inn í Himmalin, sá eitt lamb, sum var slaktað, merkini ber hann og tað kann fáa okkum at spyrja, um vit í ævinleikanum skulu síggja [...] ein deyði undir Guds vreiði, so ræðuligur var Jesu deyði á Golgata. Og tó, so ger verk hansara tað at vit kunnu verða fylt við eini djúpari tøkk, sum orð ikki kunnu siga tað. Hjarta finnur hvílu og frið
hetjan heirað, tá eini 300-400 fólk um kvøldi 6. august komu saman á Vaglinum á Eiði. Somuleiðis var hetta ein heiður fyri alt Føroya land og sum fólkið fegnaðist um. Hitt almenna Sjónvarp Føroya gjørdi [...] løtu. Hesa løtuna eiga føroyingar - og ikki minst fólkið á Eiði at fáa lut í. Hesin møguleikin og ábyrgd liggur hjá Sjónvarpi Føroya. Áheitanin til SVF er tí, um ikki at endurtaka mistakið frá august í fjør [...] Eiði, gjørdist heimskend, tá hon í Stokholmi 2. august 2001 umframt europeiskt met eisini setti heimsmet í 200 metrum blandari svimjing. Eiðisgentan fekk hendan dagin handað ikki færri enn 4 gull og 1 bronsumerki
Vit mugu ikki koma í ta støðu, at sterkt øl fer at verða selt í Rúsuni fyri undirprís. Tað heldur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum. Tí vil hon hava, at Løgtingið sum skjótast samtykkir uppskotið um, hvussu [...] Løgtingið, at vandi var fyri, at Løgtingið ikki lukkaðist at samtykkja tað fyri vikuskiftið. So hevði støðan verið tann, at tað er loyvt at selja sterkt øl í Føroyum, men tað er bara ikki loyvt at seta eitt [...] á tað og so má tað seljast nakað bíligari enn ætlað. Men ta støðu vil fíggjarnevndin ikki koma í og sostatt hevur hon viðgjørt málið í skundi og mælir samstundis Løgtinginum til at samtykkja tað sum skjótast
meir. Men um hetta fer at ávirka lønarsamráðingarnar í vár, veit hon ikki. - Arbeiðarafeløgini fara at tosa saman um, hvussu tey skulu fyrihalda sær í samráðingunum við arbeiðsgevararnar, um tey skulu [...] in hækkar munandi. Er tað ikki eitt plástur á sárið? - Eg veit ikki. Vit taka altíð undir við, at bøtt verður um eftirlønarviðurskiftini. Men eg haldi, at samhaldsfasti var dýrt keyptur hjá javnaðarflokkinum [...] javnaðarflokkinum. Vit droymdi ikki um, at prísurin fyri at hækka samhaldsfasta, eisini skuldi vera ein skattalætti til tey vælbjargaðu. Tað droymdu vit ikki um, at javnaðarflokkurin fór at góðtaka, sigur Ingeborg
Nakað tað sama er við likkuni. Jens Kjeld Jensen veit um likku í Vágum, sum ein smádrongur hevði sum pisu, tá hon var skuri. Hann smoygdi ein ring, sum var eitt dekk av einum leikutoysbili, upp á beinið á skuranum [...] eisini skeivur, soleiðis at hann vendir ymsar vegir, tá fuglurin gongur. Karl Johan Joensen er ikki í iva um, at tað er orsakað av hesum skeiva beininum, at fuglurin er endaður har, hann heldur til. Hann [...] sigur Karl Johan. At Másin er brekaður sæst týðuliga um summarið, tá likkurnar eru her, sigur Karl Johan. Másin er minni enn tær og formár sær ikki tað stóra, tá tær koma larmandi í flokki. Hann verður
og hon skiftir millum Ísland, Grønland og Føroyar. Annaðhvørt ár er hon í Íslandi, meðan hon fjórðahvørt ár er í ávíkavist Føroyum og Grønlandi. Komandi ár verður stevnan so í Føroyum, har hon ikki hevur [...] býráðshøllin í Reykjavík var karmurin um setanina av Vest Norden Travel Mart 1998. Býráðshøllin liggur í sjálvum hjartanum av íslendska høvuðsstaðnum, og er hon bygd, so at hon liggur út í vælkendu Tjørnina [...] nýtt er á skránni Um ein skal gera sær nakrar vónir um at lokka ferðafólk til at vitja Føroyar, so er neyðugt, at man allatíðina kemur við onkrum nýggjum, soleiðis at útboðið ár um ár ikki altíð er tað sama