B36 rennur aftaná

Tað hevur víst seg at vera kostnaðarmikið, at B36 næstsíðsta mánakvøld ikki megnaði meiri enn javnleik ímóti Skála. Ímóti AB á heimavølli greiddi B36 væl og virðiliga sín setning, men eftir at grannarnir í HB einki fingu burturúr í Runavík, er støðan, sum hon var undan 24. umfari:

- Vit fokusera á okkara uppgávu. Á Sandi verður hon stór. Hjá okkum er alneyðugt at fáa fulla úrtøku, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, tá ið 27 umfør verða avgreidd, og kappingin verður liðug, siga teir í B36.

Trúgvu áskoðararnir fara við til Sands í dag. Høvuðsørindini vera at taka á og stuðla teimum svørtu og hvítu, men sjálvandi fer at verða fylgt væl við, hvussu leikur fer í Gøtu.

Á Sandi var málið undan kappingarbyrjan at sleppa undan niðurflytingini. Undan summarsteðginum gekk framúr væl. Síðani summarsteðgin hevur úrtøkan verið fimm stig burturúr tíggju dystum. Sjálvandi er tað ikki nógv. Serliga tá ið tað fleiri ferðir í síðstu løtu hevur koppað ímóti B71.

Men hóast ikki serliga góðu gongdina í heyst, so er góður møguleiki fyri, at málið undan kappingarbyrjan kann røkkast í dag. Um B71 fær stig ímóti B36, ella um AB einki fær burturúr hesa ferð, so verður tað teoretiskt staðfest, sum í veruleikanum leingi hevur verið greitt ? at B71 eisini í 2008 verður í Formuladeildini.

Allir mans eru tøkir hjá B36.

Hjá B71 er Símun Hansen leikbannaður, og tað er ivasamt, um Clayton Soares verður førur fyri at spæla.