um og í øllum hugsandi ljósi og veðri. - Jú, her er vakurt í Gásadali, og tað hevur tað altíð verið, men satt at siga, eru tað onnur enn vit, sum búgva her, sum fyrst løgdu til merkis vakurleikan við Múlafossi [...] snelluna, tí tað var summar, og dagurin var langur. Tá dampari kom eftir fiskinum, koyrdu vit fiskin umborð sjálvir. Hesi árini gav grønlandsútróðurin ikki teir nógvu pengarnar. Hann vísir á, at tað var ikki [...] ikki so nógvur fiskur at fáa, sum tað onkuntíð hevur verið í Grønlandi og prísurin, teir fingu fyri fiskin, var heldur ikki nakað av reypa av. Hóast fólkatalið í Gásadali er fáment, er onkur familja við børnum
Hoydal. Stórar mongdir Tað hevur verið ringt at meta um hvussu stórar mongdir av kongafiski hesir ólógligu trolararnir hava fiska. Men kongafiskastovnurin í Irmingarhavinum hevur verið í minking, og roynt [...] forða fyri at eigararnir halda fram við virkseminum. - Tað er sera gott at vita at seks av trolarunum nú eru undir upphøgging, eftir at hava verið hildnir aftur í NEAFC-havnum. Harafturat vera níggju aðrir [...] fisk í eini havn í hesum londunum, mugu allir partar fylgja somu krøvum. Tá eitt skip gevur boð um at tað skal inn at landa, so skal flagglandi (heimlandi há skipinum), staðfesta yvirfyri havnalandinum at:
Vestmanna: Hóast lítið hevur verið at hoyrt til tað, so er kortini gongd í málinum um nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Um ársskiftið kann arbeiðið verða boðið út, og í 2007 verður skúlin klárur at [...] í Suðuroy í huga, óttaðust fólk í Vestmanna nú fyri, at hetta málið eisini skuldi dragast út til tað óendaliga. Men Jógvan á Lakjuni kundi sissa fólk og siga, at gongd var í málinum og at sjálv arbeiðsskráin
Eg haldi, at tað er gott at yvirtaka flogvøllin. Slíkt skal gerast stig fyri stig, sigur Eydis. Við hesum verða betri møguleikar fyri eini útbygging av flogvøllinum, sum leingi hevur verið tørvur á. - Nú [...] Nú eiga vit flogvøllin, og tí eru tað vit sum sjálvi skulu avgera, hvussu hann skal útbyggjast, sigur hon. Una Egilsdóttir er kend innan føroyskan hondbólt, her hon hevur spælt við besta liðnum hjá VB
og landið hevur kanska verið tað mest ES-sinnaða landið av øllum limalondunum. Tað er tí einki at ivast í, at tað er eitt øgiligt afturstig fyri tey, sum hava staðið aftan fyri tilgongdina til ES-grundlógina [...] stjórn í Fraklandi, sum tað er eitt nei til ES-grundlógina. - Tað er tó einki at ivast í, at talan er um ein kreppu í ES-høpi, tí Frankland er ikki eitthvørt ES-land. Frakland hevur verið við frá byrjan, og [...] er støðan heilt greið. - Tað stendur í forfatningini, at hon ikki er galdandi fyri Føroyar, og tí hava vit einki at óttast, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður heldur tó, at tað er neyðugt hjá okkum føroyingum
gekk hann arbeiðsplássinum til handa. Men, tað tók ikki langa tíð, kanska eitt ár ella so, til hann gjørdist bilasølumaður burturav. Tá Páll Danielsen hevði verið í starvi hjá Auto Service í nakrar mánaðir [...] - Tað er við sorgblídni, at eg gevist hjá Auto Service hin 1. juli, har eg havi havt so nógv góð ár saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum. Men, eg eri samstundis ógvuliga spentur upp á nýggju av [...] sigur 58 ára gamli, Páll Danielsen, bilasølumaður hjá Auto Service. Í juli mánaði í ár hevur hann verið í starvi hjá fyritøkuni í 40 ár. Páll Danielsen byrjaði sum blaðungur hjá bilasøluni, sum tá var á
- Tey politisku signalini hava verið greið frá byrjan av um, at tað er lánið sum skal afturgjaldast. Tí hava nevndirnar arbeitt á hendan hátt, sigur Jógvan Skorheim við Árna Gregersen í tíðindunum á Rás2
hevur nú meiri enn 20 ár á baki, og hevur veruliga prógvað at tað var ein heppin avgerð at tað varð bygt í Havn. Arbeitt hevur allatíðina verið fyri at geva føroyingum innlit í norðurlendska mentan, og at [...] svenska mentan í Føroyum. Og øvugt! - Eitt stórt arbeiði hevur verið gjørt, til tess at fáa allar føroyingar at kenna Norðurlandahúsið sum sítt. Og tað arbeiðið haldi eg hevur eydnast sera væl higartil, sigur [...] hevur stýrið fyri húsið eisini fingið nýggjan formann. Hesi seinastu árini hevur danin Helvin Høst verið formaður, men varð nú avloystur av Lars Hjaltén úr Svøríki. Hann er tó ikki ókendur við arbeiðið,
Sjálvur helt Flemming Raben, at tað var ógvuliga sjónligt í dystunum móti ungu íslendsku manningini, at føroyska kappingin er liðug fyri umleið einum mánað síðani. - Eg haldi, at tað sæst ógvuliga týðuligani [...] langt. Í sambandi við dystirnar móti íslendingum hava føroysku kvinnurnar eisini verið saman uttan fyri vøllin, og tað heldur Flemming Raben hevur sera stóran týdning. Miðvís venjing Føroyska kvinnulandsliðið [...] lagi kunnu arbeiða við kropsligari venjing, tí tað er serliga á hesum øki, at vit eru eftirbátar, heldur Flemming Raben. Eisini heldur Flemming Raben, at tað er av stórum týdningi fyri føroyskan hondbólt
standa fakið – fyrr var tað talið 5. Og eg vænti tað spælir inn, at tað er torført at geva próvtalið 0, tí 0 er jú einki, og fá avrik kunnu sigast at vera einki. So eg vænti tað er truplari at dumpa fólk [...] var í øllum førum ikki verri. - Vit vita jú ikki, um tað ikki hevði verið inflatión í próvtølunum við 13 talsstiganum. Tað kann jú væl vera, at tað sama hevði hent, sigur Finn Jensen. Samanumtikið sigur [...] við næmingarnar: Hevur tú eitt bein í ovninum og eitt í frystaranum, so hevur tú tað í miðal gott. Men í veruleikanum er tað jú ikki so, sigur Finn Jensen. Tá ið nýggi próvtalsstigin varð innførdur í Føroyum