Wesenberg jarðaður í Havn. Yvir hann talaðu prestarnir H. J. Lohmann, helst prestur í Havn, og H. Jensen prestur á Sandi. Meinigheitin í Norðoyggjum reisti gravsteinin yvir hann í kirkjugarðinum á Svínaryggi [...] farið at ganga framá aftur og fráhaldsrørslan í Kalsoynni gjørdist ein tann virknasta í landinum. Wesenberg doyði av tyfus í 1871. Hann var biðin at koma til ein gamlan mann við Ánirnar, tí hesin lá sjúkur [...] . Væl umtóktur prestur Hetta sigur nakað um, at Wesenberg hevur verið væl umtóktur. Tað sæst eisini í gravtalunum, sum eru prentaðar í Færøsk Kirketidende í 1947. Lohmann sigur m.a. í síni talu: ”Han
---- Í løtuni er sum kunnugt ikki møguligt hjá guðfrøðingum, sum hava útbúgvið seg aðra staðni enn í Danmark, at fáa starv í sokallaðu Føroysku Fólkakirkjuni. Í løtuni er lættari at gerast pávi í Rom, [...] ætlað mær at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni, men við núverandi lóggávu er hetta tíverri ógjørligt. Tí kann eg siga, at tað er lættari at gerast pávi í Rom, enn at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni [...] Prestastarvið í Leirum í Hvalba hevur nú verið lýst leyst tvær ferðir, men ongin er enn settur í hetta starvið, ein ótolandi støða fyri kirkjuliðini. Eg haldi, at politiski mynduleikin eigur at ganga í seg sjálvan
Ein maður í 40-árunum, sum er úr Hammerfest, doyði í morgun av arbeiðsvanlukku umborð á skipinum, Leander, sum felagið, Øksnes Kystfiske AS, eigur. Løgreglan í Finnmørkini veit at siga, at vanlukkan hendi [...] Kystfiske AS, Ted Robbin Endresen, sigur í einari fráboðan, at tey í reiðarínum eru skakað av hendingini. - Tað er við stórari sorg og harmi, at ein deyðsvanlukka í dag hevur verið umborð á Leander, meðan [...] og nú skipið er komið í havn, verður roynt at finna út av, hví vanlukkan hendi. Tað var klokkan 11 í morgun lokala tíð, at løgreglan fekk boð um hendingina, men við NRK seinni í dag segði átaksleiðarin
skrivaði Luther í 1538 sum fororð til “Vakrar symfoni’ir” hjá kirkjutónleikaranum Georg Rhau ið var kantor við St. Thomas-kirkjuna í Leipzig. Hesi fororðini venda sær til allar tónleikaelskarar. “Eins stórt ynski [...] havi til at lova tónleikinum, eins fátækur og veikur er lovsongurin noyddur at verða. Tí hvør kann fata alt?”, skrivar hann víðari. Henda greinin er ein teirra, sum er við í nýggju bókini sum David Johannesen [...] Lutheri. Aktuellur í 2007 Áhugin hjá Davidi fyri trúbótarmanninum Luther stavar heilt frá teirri tíðini, tá hann las gudfrøði við lærda háskúlan í Århus frá 1969 til 1976. Her hevði David ein kveikjandi og
Richard Danielsen Í morgunlestrunum í farnu viku fær Marjun Bæk prestur tað til, at hesir báðir eru ikki heilt álítandi í frásøgnum sínum. Hetta er ikki fyrstu ferð at Marjun Bæk ger seg inn á skriftirnar [...] skriftirnar. Ilt er at síggja, hvat tað er fyri ósamsvar, hon finnur í Ápostlasøguni 15 og í Galatiabrævinum 2. Í báðum førum eru Pætur ápostul og Jákup, hálvbeiggi Jesusar, samdir við Paulus um, at ikki mátti [...] men at prestarnir, summir nú í Føroyum eisini, brúka prestaembætið til at sáa iva um orð Guds í hjørtuni, og teir verða ikki átalaðir fyri tað av teimum hægru mynduleikunum í kirkjuni, tað er hugstoytt.
ikki at særa samvitsku hansara var ein av mínum fyrstu gerningum sum biskupur at bjóða honum mína hjálp í teimum førum, har slíkt kundi koma fyri. Men tað var ikki ein møgulig samvitska, ið var trupulleikin [...] kirkjuni og henni, ið har skal gera prestatænastu ein ávísan dag, so viðurkennir tú avgerð hansara. Tá er ábyrgdin fyri, at kvinnuligur prestur ger tænastu í tínum kirkjum ikki longur tín, men biskupsins« [...] 1991 skriver, at »sambært kirkjulógum er tað sóknarpresturin, sum hevur ábyrgdina av, hvat ið fer fram í kirkjunum og hvørjum loyvt verður at prædika harh og siden foreslår han, at jeg, i stedet for at nægte
við Oluf Hans Wang, sum var prestur í Kvívík 1727-62. Ein beiggi Lorentzu kallaðist Augustinus Ole Vangsen f. 1822. Hann var bóndi í Frammistovu í Kaldbak og festi í 1851. Ein dóttir hansara Cathrina Bergitta [...] lívinum. Ein partur av søguni hjá Símin er, at ein sonur Magnus í Horni var Sámal Samuelsen. Hann giftist við Kristionnu hjá Johan í Hoyvík, son Símun, eftir at hon á ungum árum hevði verið í Danmark og [...] dóttir Ole Vang f. 1790. Her er í hvussu ein rættulig ættartalva, tí hon gongur aftur til Gorm hin Gamla, d. 940, fyrsta kongin í donsku kongarekkjuni. Hann var sagdur at vera ein fanatiskur heidningur. Aðrir
tá vóru vit eitt vikuskifti í Lívdini í Haldarsvík. Hini árini hava vit verið í Nesvík, burtursæð frá í fjør, tá leguhúsið var upptikið, so vit vóru í misiónshúsinum á Toftum í staðin. Tað vóru vit glað [...] Tá eg byrjaði sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í 1989, skuldi eg hava teir fyrstu konfirmantarnar beinanvegin um heystið. Tá var ein bólkur á 24, og tey gingu til at lesa í 3 vikur, sum vanligt [...] sigur Peter O. K. Olofson, prestur. ? Í byrjanini fluttu vit runt uppá tímarnar, men nú er tað so við og við vorðið soleiðis, at tveir fastir tímar sama dag eru komnir at standa í tímatalvuni hjá næmingunum
oljuboringum í Barentshavinum, fyrr enn greitt er, hví lomvigin er so nógv minkaður. Ein stórur partur av sjófuglunum í Noregi halda til í landnyrðingarpartinum av Atlantshavinum. Úrslit í 2003 frá tíðini [...] sjófugl. Norðmenn halda, at ein møgulig oljuvanlukka, sum rakar strondina í Finnmørkini, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjófuglin, nú stovnurin frammanundan er so illa fyri. Ein av leiðunum, sum oljuídnaðurin [...] Sjófuglar Lomvigastovnurin er í sera stórari afturgond í fuglabjørgunum í Norðurnoregi. Eisini hjá fleiri øðrum sjófuglum er støðan hættislig. Hetta vísa fleiri nýggj kanningarúrslit hjá eini altjóða
annars, tá ið ófýsiligt var uttandura, høvdu vit sama spælið inni í roykstovuni, tí roykstova var í Sandagerði eins og køkur. Tað var ein gomul, føroysk roykstova, sum hon eigur at vera, bróst og bitar vóru [...] heima um at fara uttar í roykstovuna, meðani grannfólkini, Mass Berg og Julianna, altíð fóru innar í roykstovuna. Okkara roykstova lá har í øllum góðum, men tó mest sum útskotin í húsinum. Aldri var kykt [...] gjørdi á hasum ferðunum bæði í Føroyum og síðani í Danmørk, »men,« legði hann afturat, »sum eg sjálvur hevði sett mær fyri at vera Føroyingum ein Føroyingur og Donskum ein Danskari, so vildi eg eisini,