Lættari at gerast pávi í Rom, enn prestur í Føroyum

Fríðleif Lydersen, guðfrøðingur
----

Í løtuni er sum kunnugt ikki møguligt hjá guðfrøðingum, sum hava útbúgvið seg aðra staðni enn í Danmark, at fáa starv í sokallaðu Føroysku Fólkakirkjuni. Í løtuni er lættari at gerast pávi í Rom, enn at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni. Ein nýtist bert at fara yvir til katólska trúgv, so hevur ein møguleika at gerast pávi. Ikki tí, eg havi ongar ætlanir um at gerast katolikur. Eg havi altíð ætlað mær at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni, men við núverandi lóggávu er hetta tíverri ógjørligt. Tí kann eg siga, at tað er lættari at gerast pávi í Rom, enn at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni.
Eg skilji ikki, at tað var neyðugt at yvirtaka kirkjuna, tá ið tað einasta, sum hent er, er at nakrar danskar lógir eru týddar til føroyskt. Tá ið kirkjan í skundi varð yvirtikin, so varð sagt, at lóggávan skuldi fáast upp á pláss áðrenn 2 ár vóru liðin. Eingin prestur varð settur í fast starv fyrr enn góð 2 ár eftir yvirtøkuna. Í góð 2 ár livdu kirkjulið í óvissu, ein ótolandi støða, ið ikki kann bjóðast fólki.
Nú síggja vit, at tað er torført at manna ávís størv, so nú er tíð upp á at rannsaka seg sjálvan, sum Jógvan bispur sigur. Eg vil takka Jógvani bispi fyri, at hann alla tíðina, síðani hann fekk at vita um støðuna hjá okkum, sum hava útbúgvið okkum uttan fyri Danmark, hevur verið sera jaligur at tosa við. Prestastarvið í Leirum í Hvalba hevur nú verið lýst leyst tvær ferðir, men ongin er enn settur í hetta starvið, ein ótolandi støða fyri kirkjuliðini.
Eg haldi, at politiski mynduleikin eigur at ganga í seg sjálvan og vísa kirkjuni og limum tess størri virðing. Eg havi stríðst við hetta málið, síðani eg gjørdist varðugur við, at lóggávan forðaði mær í at gerast prestur í Føroyum. Eg havi fleiri ferðir skrivað til Føroya Løgting, Menatmálaráðið og løgtingslimirnar, men tað eru tey fæstu, sum hava hirt at svara mær. Tey, sum hava svarað skulu hava takk, men tað er ikki hent tað stóra kortini.
Tá ið fólk fyrst hava búsett seg uttanlands, so er ikki sikkurt, at tað er so stórur áhugi fyri at koma heimaftur seinni. Eg fari tí at heita á føroysku politikkararnar um at gera tað soleiðis, at tað í framtíðini kann gerast møguligt at gerast prestur í Føroyum, sjálvt um ein ikki hevur danska guðfrøðisútbúgving. Tí, sum eg fyrr havi sagt, so kann tað vera jaligt fyri føroyskt kirkjulív og gera, at størv ikki standa ósett. Vónandi verður skjótt lættari at gerast prestur í Føroysku Fólkakirkjuni enn at gerast pávi í Rom. Ikki av ólmussu, men tí, at kirkjan kann fáa lut í virðismiklum kunnleika, sum kann vera við til, at ríka um kirkjuna.