og nýbakaðar køkur frammi. Mamma dugir ikki enskt, og tí fekst ongin samrøða teirra millum, men hvat er við tilkomið konufólk at røða, sum onki veit um talv? Babba smæddi seg afturímóti ikki burtur; hann [...] sum búði heima hjá okkum tær báðar vikurnar, sum kappingin var hetta summarið í 1986. Bjarke var - og er - av fittastu fólkum - blíður og hjartaligur, og ikki tað minsta hástórur. Hartil var hann fyrikomandi [...] farvæl, og til uppaftur nógv sterkari telvari trein á gátt á Spógvavegi 16. Vit skriva 1992, og summarið er komið hægst á luftina. Sunnaneftir frættist frá avrikunum hjá føroyska talvliðnum í olympisku kappingini
byggja á. Og tað er, eftir mínum tykki, sera óheppið at koma við slíkum álvarsligum spádómum, uttan at hava tøl úr Føroyum, sum vísa á hesa gongd. Vit víkja í hvussu er frá øðrum londum hvat mynstrið í barnsburði [...] slag av persónligari tryggingaravtalu, er nógv ymist at hugsa um. Og kanska eiga vit ikki bert at hugsa um tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Tí flestu teirra er antin- ella verður eftirlønaravtala tryggjað [...] av hesum ávum. Ein annar avgerandi spurningur er, um tað skal verða, sum Fólka- og Javnaðarflokkurin skjóta upp, nevniliga at fólkatryggingin ella hvat hon skal eita verður goldin yvir afturhaldskipanina
tá steðgar alt á. Kenslurnar stirðna í einum skelki. Tað er sum ein pískur, ið slær og sker djúpt í kenslulívið ? og einki er at gera. Tað er ófatiligt, meiningsleyst. Tá verður tøgn. Og grátur. Tíggjundi [...] Lagdir eru stokkar og tagnað er røddin, sum ljómaði so vakurt á nýggjárinum, tá ið vit seinast vóru saman og sungu fýraraddað fyri okkara gestum. Eitt stórt menniskja er rivið burtur frá okkum uppá ein [...] Jógvan bróður ringdi til mín tíðliga ónsmorgunin sjeynda januar og fortaldi, hvat ið hent var. Jónfríð var á veg niðan á ellisheimi í Auning í náttarvakt, har hon var fyri ferðsluvanlukku vegna svartakálk
kommunurnar. Hin møguleikin er burturkastgjaldið, sum vit hava arbeitt við í eina rúma tíð. Tað merkir, at eitt gjald er íroknað í vøruni, sum skal viðgerðast og at tað er brúkarin, ið rindar tað gjaldið [...] skipan fyri virkir. Tað er ein sannroynd, at ov lítið kemur frá virkjunum og tað kann hugsast vera tí, at tey skulu rinda fyri tænastuna. Akkumulatorar Vandamikið burturkast er eitt nú alt úr kyksilvri [...] enn er á marknaðinum. Tí heita vit á fólk um at lata øll sløg av battaríum í bingjuna nøkur ár afturat, sigur Poul Andrias Joensen. Nógv tann størsti parturin av tí, fólk lata inn til viðgerðar, er akk
munur er á, hvat tað kostar at byggja og keypa. Og lánimøguleikarnir eru góðir, rentan hevur ikki verið so lág í 40 ár og rentufrádrátturin er 48 %, sigur Helgi Brekku frá SetHúsaSøluni. Hesum er Jonhard [...] Dahl-Jacobsen á Húsamekling samdur í, tað er nærum líka bíligt at byggja egin hús sum at keypa. Húsamekling umboðar Suðuroyarhús, sum Thormann Vang byggir. Eftirspurningurin er stórur eftir hesum húsum, fleiri [...] tvang, hava havt sýnsmann at meta um virðið á húsunum og harvið seta prísin. ? Henda skipanin er góð, og er ikki samsvar ímillum tað fólk vilja selja fyri og tað sýnsmaðurin metir húsini vera verd, tosa
at tað er lagaligari at leggja kappingina til rættis av nýggjum, enn tað hevði verið, um bara eitt lið úr Suðuroy var í hvørjum bólkinum: ? Tað er altíð keðiligt, tá lið hava ferðast, og tað so er neyðugt [...] Suðurgrønlandi er skjótt til kava á okkara leiðum. Soleiðis plaga teir, sum í teirra dagliga yrki eru ella hava verið so knýttir at teimum treytum, ið veðrið setur, at taka til, og at teir vita, hvat teir tosa [...] stak illa við. Jens Erik Magnussen er kappingarstjóri hjá Fótbóltssambandinum. Hann hevur eina ætlan fyri, hvussu tað, sum hevur hópað seg upp, skal avgreiðast, men tað er sjálvandi treytað av, at tað verður
til útlandið við rúkandi ferð. Heldur gongdin fram er skuldin burtur um fá ár, sigur blaðið, sum krógvar sannleikan í tí partinum av greinini, sum er skrivaður við vanligum stavum. Tá nettouttanlandsskuldin [...] føroyinga uttanlands drignar frá bruttoskuldini hjá Føroyum, og soleiðis koma vit fram til hvat nettoskuld føroyinga er uttanlands. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at bankin, sparikassarnir og onnur [...] spurning. Sostatt er onki av hesi skuld afturgoldið enn. Og øll uttanlandsskuldin hjá landskassanum liggur sum kunnugt í danska ríkiskassanum. Størsta heiðurin fyri, at netto uttanlandsskuldin er vorðin so nógv
nakað um, hvat vit lata aftur fyri hesa nú nógv tødnaðu milliard! Jú, so er, roknistykkini eru so ymisk, og so løgið er lívið, at sumt í tí ikki kann gerast um til eitt roknistykki. Árið er ungt enn [...] teimum ímóti. Gleðast um okkurt føroyskt. Ja, so er hann romantikari, tjóðskaparfanatikari. »Hatta sigur tú bara, tí tað er føroyskt«. Tey lasta tað, tí tað er føroyskt. Sanniliga. »Tjóvur trýr at hvør maður [...] útvalt fólk av ódugnakroppum. Men aftur til milliardina. Hvussu trygg er hon? Er ikki farið at máast burtur av henni? Og hvussu sunn er hon? Í einum stuttum lesarabrævi sóknast ein ungur politikari, Bill
ongar íbúðir. Almannastovan roynir hvat tey kunnu, men úrslitið er tað sama. Íbúðarmarknaðurin er sperdur - ov fáar íbúðir til ov nógv fólk, og tí er leigan høg. Men tað er Elias, sum merkir trupulleikan á [...] Kamari er trongligt og lítil møguleiki er at gera tað heimligt. Og tað er tað so lítil meining í, tí hann sleppur bara at vera her til 27. apríl. Tá skal hann aftur flyta úr kamarinum. Tí er tað einasta [...] ættargransking. Hann hevur meginpartin av familjuni skrivaða niður á blað. Tað er alt savnað saman í einum bláum ringbindi. ? Men tað er ikki so gott, tí tað ferst so illa, sigur hann. Tí eri eg byrjaður at leggja
Eisini hann ásannar, at tað er stórur munur á at spæla fótbólt í Føroyum og í Onglandi. ? Eg fekk ein lítlan skelk í fyrstani. Har er einki, sum eitur stempling, og ferðin er sera høg. Men tað má ein so [...] Kendasti spælari, Watford hevur í dag, er ísraelski landsliðsspælarin Ronnie Rosenthal, sum eins og Barnes er meira kendur sum Liverpool-spælari. Og manager er eingin annar enn Graham Taylor, sum fyri [...] seg í bretska høvuðsstaðnum, og úrslitið av ferðini er nú, at Watford hevur bjóðað teimum báðum sáttmála. Í løtuni umhugsa teir støðuna, men sum skilst er Heðin á Lakjuni sera áhugaður í at fara, meðan Jákup