við teirri treyt, at skrivstovan skuldi ikki leggjast í Havnini. Hon skuldi helst liggja á Tvøroyri, men í ringasta føri onkra aðrastaðni úti um landið, annars vildi Tvøroyrar Býráð ikki vera við. Slíkar [...] Vágs Býráð, at Vàgs Kommuna fer ikki at leggja seg út í, hvar í landinum skrivstovan skal vera. ? Men verður skrivstovan á skrivstovuni hjá Kommunusamskipan Føroya í Havn, soleiðis sum eitt uppskot er
eitt munandi ískoyti í føroyska búskapinum. Tað er endamálið, hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni. Men hann viðgongur, at skal tað eydnast, er tað neyðugt at gera tillagingar. ? Sìðani Bergina kom í flotan [...] stað. Hetta forum skal sostatt verða sambindingarlið ímillum føroyskar myndugleikar og reiðaríðini. Men harumframt er neyðugt at broyta skipanina og laga hana til, so hon verður kappingarfør. Hann sigur
Inge Røkke fleiri ferðir hevur keypt seg inn í feløg, uttan at nakar hevur vitað, hvør keyparin var. Men stjórnin sigur, at uppskotið er sett fram, so reglurnar í Noregi verða tær somu sum aðrastaðni í Evropa [...] Keypmannahavn, hevði 490 mió. krónur í avlopi í fjør. Tað er 100 mió. krónur minni enn árið fyri, men leiðslan er kortini væl nøgd eftir ta álvarssomu kreppuna, sum rakti altjóða flogferðsluna síðsta heyst
ikki nóg góð. Ymisk útgerð, sum brúkast skal, verður goymd í bingjum á havnarløgum, har skipini koma. Men hetta fer alt at broytast, tá nýggja høllin verður bygd. Gunnbjørn Joensen sigur, at ætlanin er at [...] eitt skip í løtuni er eftir. Tað er garnabáturin Thor. Umframt er so Leitissteinur, sum er fiskiskip, men sum í løtuni er vaktarskip í oljuvinnuni. Vaktar- og veitingarskipini eru fimm í tali, og eru tey spjadd
hesa leiðina. ?Kann løgmaður vísa á, at eg havi brotið nakran avtalu, so skal eg fegin viðganga tað, men eg meti meg ikki hava brotið nakra avtalu, og tí haldi eg ikki, at løgmaður hevur nakra orsøk til at [...] ein fólkaatkvøða vera innan fýra ár. Eg veit ikki, hvar Fólkaflokkurin fær hetta við tólv árum frá, men hetta kemur í øllum førum ikki úr løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks, sigur Høgni Hoydal
umheiminum, at eingin kann seta segt sjálvan oman fyri lógina. - Sum ákæri umboði eg ikki bara ST, men alt heimssamfelagið, segði ákærin. Hon boðaði frá, at ákæruvaldið fer við frásagnum og vitnum at prógva [...] del Ponte. Hon legði afturat, at ákæruvaldið fer at lata fleiri av offrunum vitna ímóti Milosevic, men øll kunnu ikki vitna, tí tey eru ikki á lívi longur, segði hon. Millum teirra, sum eisini skulu vitna
ES-londunum fóru at geva Týsklandi eina ábreiðslu, tí landið hevur so stórt hall á fíggjarlógini, men ábreiðslan kom kortini ikki. Týska stjórnin hevur sjálv boðað frá, at hallið verður 2,7 prosent av [...] prosent. Spania, sum hevur formansskapin í ES, fekk tosað hini londini frá at senda Berlin eina ávaring, men framman undan hevði spanska stjórnin tryggjað sær eitt lyfti frá týsku stjórnini um at halda aftur
einum NATO-bumbuálopi á mars í 1999. Sambært NATO vóru hetta fólk, sum flýddu undan serbiska herinum, men sannleikin er júst tann øvugti, segði Milosevic. Hann greiddi frá, at kosovoalbanararnir, sum doyðu [...] Eisini nevndi hann, at NATO í tí eina førinum bumbaði eitt rumenskt bilafylgi hjá altjóða Reyða Krossi. Men sum so mangt annað varð hetta dult vestanfyri, segði Milosevic.
vanliga mett sum eitt privatmál hjá tí einstaka, men ein eigur eisini at hugsa um, at talan er um at bjarga mannalívum. Vatnflóð Tað ljóðar næstan sum skemt, men gjáranáttina var vatnflóð nógvastaðni í býarpartinum
verður ein av røðarunum. Í fjør skuldi Evropa-deildin hjá Heimsbankanum halda ársfund í Barcelona, men fundurin varð avlýstur, tí fyrireikararnir bóru ótta fyri, at mótmælisfólk fóru at skipa fyri ófriði [...] hevur valt at flyta fundin í ár úr Stockholm til Oslo, vil norska uttanríkisráðið ikki siga nakað um, men tað er ikki óhugsandi, at leiðslan hevur ófriðin undir toppfundinum hjá ES í Gøteborg í fjør í huga