Reiðaravirki
Hósvík:Reiðaríið Thor í Hósvík skal hava betri hølisviðurskifti. Bygd verður ein høll á havnarlagnum í Hósvík, sum skal hýsa bæði fyrisiting og goymsluhølum undir sama taki.
Gunnbjørn Joensen, stjóri í P/F Thor, sigur, at sum er, hava tey ov trongligar umstøður at arbeiða undir. Skrivstovan er í einum sethúsum, har tey hava umleið 50-60 fermetrar at ráða yvir, Og tað er alt ov trongligt, sigur hann.
Goymsluviðurskiftini eru heldur ikki nóg góð. Ymisk útgerð, sum brúkast skal, verður goymd í bingjum á havnarløgum, har skipini koma.
Men hetta fer alt at broytast, tá nýggja høllin verður bygd.
Gunnbjørn Joensen sigur, at ætlanin er at fylla eitt lítið øki út aftur at tí, sum er á havnaralagnum í Hósvík. Har verður so høllin, sum fer at verða umleið 500 fermetrar til víddar, bygd.
Gunnbjørn Joensen hevur ikki hug at siga nakað um prís á høllini.
Thor er reiðarí í menning, sum serliga hevur lagt seg eftir at vera við í oljuvinnuni við veitingar- og hjálparskipum. Tó byrjaði tað í fiskivinnuni, har eitt skip í løtuni er eftir.
Tað er garnabáturin Thor. Umframt er so Leitissteinur, sum er fiskiskip, men sum í løtuni er vaktarskip í oljuvinnuni.
Vaktar- og veitingarskipini eru fimm í tali, og eru tey spjadd víða.
Faroe Connector er í Norðsjónum, har hann arbeiðir fyri eitt skotskt felag. Tórsvík er eisini í Norðsjónum fyri hollendingar. Thor Chaser er í Persiska Flógvanum. Thor Supporter er í India, meðan North Star í løtuni liggur á Hósvík.
Gunnbjørn Joensen sigur, at North Star væntandi fer í Norðsjógvin ein av fyrstu døgunum, hagar hann er leigaður einum norskum felag.