Í gjár var fekk Slobodan Milosevic høvi at verja seg ímóti ákærunum um krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini. Hann gjørdi tó vart við, at talan var ikki um eina verju, tí hann góðtekur framvegis ikki krígsbrotsmannadómstólin í Haag. Tí fór ístaðin at halda røðu fyri rættinum, segði hann.
Milosevic legði fyri við at vísa rættinum ein tímaangan videofilm um kríggið í Kosovo í 1999. Upptøkan sáddi iva um eitt hópmorð í bygdini Racak í januar í 1999 og vildi ístaðin vera við, at talan var um eina søgu, sum Vesturheimurin pentaði saman, og sum skuldi greiða umheiminum frá, at serbar høvdu lagt eina ætlan um etniska útreinskan í Kosovo.
- Hesi ræðuligu ósannindi vórðu nýtt til at øsa fólk til at taka undir við at leypa á Jugoslavia, segði Milosevic.
Bumbaðu sivilfólk
Milosevic vísti eisini rættinum myndir av kosovoalbanum, sum doyðu í einum NATO-bumbuálopi á mars í 1999. Sambært NATO vóru hetta fólk, sum flýddu undan serbiska herinum, men sannleikin er júst tann øvugti, segði Milosevic.
Hann greiddi frá, at kosovoalbanararnir, sum doyðu í álopinum, vóru flýdd undan bumbuálopunum hjá NATO-flogførunum og ikki undan serbiska herinum, sum NATO greiddi frá. Síðani vísti hann rættinum myndir av fólki, sum doyðu í hesum NATO-álopinum.
Milosevic gjørdi eisini nógv burtur úr at vísa á, at NATO ferð eftir ferð breyt altjóða reglur undir bumbuálopinum á Jugoslavia. M. a. vísti hann á, at NATO-flogførini bumbaðu sjúkrahús, skúlar og barnagarðar. Eisini nevndi hann, at NATO í tí eina førinum bumbaði eitt rumenskt bilafylgi hjá altjóða Reyða Krossi. Men sum so mangt annað varð hetta dult vestanfyri, segði Milosevic.