sær nú av tí. Og tað er ikki heilt tilvildarligt at so er, tí umstøðurnar at senda A-landsliðið út í Europa at kappast, eru ikki til staðar. Vit hava heilt einfalt ikki ráð til tað, sigur formaðurin [...] heilt, men sum umstøðurnar eru í dag, ber tað ikki til, at melda til millumtjóðakappingar, sigur formaðurin í HSF. Vit hava arbeitt miðvíst fyri at funnið stuðlar til A-landslið, men eingin vil hjálpa okkum [...] undankappingum, og tá tað kostar nógv at vera við, seta vit okkum ikki førar fyri, at melda til nakra kapping. Men eingin skal fara skeivur í tí, at fáa vit ein kjans og tað ber til fíggjarliga, so taka
nøkrum gistingarhúsi í Keypmannahavn, og síðani vit fingu tað staðfest, hava vit brúkt tíð og orku at fáa tað uppá pláss. Og tað er ikki sum at siga tað, tí gistingarhúsini í Keypmannahavn hava ógvuliga nógvar [...] brúkta undirhaldið á skíggjanum, enn tað var til fyri fáum árum síðani, og nú tykist Sjónvarp Føroya rættiliga at hava hug at halda seg framat. DR eigur rættin til europeisku heimadystirnar hjá donsku [...] verður at síggja á skíggjanum í kvøld. Stóri spurningurin er so, um tað verður nakar dystur í Parkini í Keypmannahavn í kvøld. Tað verður tað helst, men í gjár vóru teir í FCK ikki vísir í, at mótstøðuliðið
sigur, at upplýsingarnir koma úr býráðnum. Kann tað ikki vera onkur umsøkjari, sum hevur fortalt tað fyri onkrum, og so er tað farið víðari? Tað kann gott verða, men eg haldi nú kortini, at upplýsingarnir [...] ? Tað er skelkandi at síggja, at upplýsingar leka úr Býráðnum og at tað ber til at lesa í bløðunum, hvat vit viðgera í nevndum í býráðnum. Tað mugu vit gera okkurt við. Jan Christiansen, formaður í byggi [...] býráðið er í trúnaði, fara borgarar at himprast við at venda sær til býráðið, og tað hevði verið stórt spell. Men hann ásannar, at tað kann verða sera trupult at halda upplýsingar loyniliga á einum so
og bindur teg til tað, soleiðis at einki kann broytast, so er vandi fyri tí. Men skattur ol. er ikki nakað, sum tú setir í eitt loyvi. Tað er skattalóggáva fyri seg. Skuldi tað hent, at tað í sambandi við [...] atfinningum og hugsa um hesar. Tað gera vit eisini í mun til forkanningar. Men í mun til spurningin skatt, so er tað ikki okkara borð. Vit áleggja ikki skatt í oljufyrisitingini. Tað er eitt mál fyri skattam [...] at laga útboðsumførini soleiðis, at tey hóska til tað føroyska samfelagið. -Tað hevur í orðaskiftinum verið víst á vandan og kemur tað eisini fram í onkrum av teimum ritgerðum, sum gjørdar eru við lærdar
um tað var tí at Norðurlandahúsið breiddi seg longur enn bara til Norðurlond, men eisini vildi hava fólk aðrastaðni frá higar at hava konsertir. Finnlendingurin, Christian Slotte helt tað vera gott, at [...] tí so sluppu Suðuroyingar til og frá sama dag. Einar Larsen helt eisini, at tað mangan tók ov langa tíð at fáa svar frá Norðurlandahúsinum uppá fyrispurningar um stuðul til ymisk tiltøk. M.a. hevði hann [...] t.d. við at gera faldarar um, hvat fyriferst í húsinum. Hereftir skal tað bera til hjá bygdafólki at leggja atgongumerki av til ymisk tiltøk, men Havnarfólk mugu enn sum áður sjálvi í Norðurlandahúsið
fólk úr øllum heiminum, sum koma til fundirnar. Tað, sum hendir og rørir seg úti í stóra heimi, kemur eisini til Føroya. Føroyingar vóru í Íslandi til eina slíka stevnu fyrr í ár. Og tey vóru so upplyft [...] Hvítusunnusamkomuni í London, sigur um tað, sum fer fram á hesum møtum, at tað er: » úthelling av Andanum, sum má viðfarast við umhugsni og ikki talast fyri ella ímóti.« Men tað er einki, sum eins og nakað nýtt [...] Toronto rørslan er rættiliga nýggj, eru tað ikki nýggj og ókend ting, sum henda á møtunum, sigur ein av fyrireikarunum av stevnuni í Føroyum. Tað hendir júst tað sama, sum hendi hjá teimum stóru vekils
Tað gongur skjótt hvønn vegin í Føroyum. Tað vita vit, tá tað snýr seg um veðrið og upp- og niðurgangstíðir. Og at tað eisini í fótbólti ofta gongur skjótt hvønn vegin, er so ofta komið fyri. Síðsta dømið [...] málið til 3-0. Fróði Clementsen, miðverjin, stútaði til 3-0 eftir horna í 1. hálvleiki, og hann stútaði til 4-1 eftir frísparksinnlegg tíðliga í 2. hálvleiki. Mortan Hansen minkaði um munin til 3-1, tá [...] a í vár høvdu teir í Runavík ikki tær stóru vónirnar. Teir ásannaðu, at tilfarið til oddasess var ikki so gott, sum tað hevur verið undanfarin ár, og teir hava brúkt tríggjar dreingjaliðsspælarar sum fastar
hon skínur kortini,« segði Petur Jensen, tá hann fekk kekkin, og sipaði til heitið á bókini og sólina, sum hann sigur ikki vera til. Í grundgevingini, sum Eyðun Andreasen las, verður sagt: »Millum tey ungu [...] ið búnast skjótt.« Petur Jensen helt í takkarrøðu síni, at hann var bara sloppin at gera tað, hann elskaði, og tað var ikki so lítil frammíhjárættur. Hann segði, at tá hann yrkti, leitaði hann eftir tí stilla [...] at dentur hevur verið lagdur á ta leiklistarligur pallmyndina. Nevndin metir Grímu at hava fingið gott samspæl í lag við børnini. Á leiklistarliga økinum virðismetir nevndin hug teirra og hegni at veita
verður útflutt úr EU, eitt nú til Føroya. Kanska eru tað atkvøðurnar sum standa upp á spæl Hetta er ikki kapping á líka føti, og hetta er tað, sum eg havi víst á við skjalprógvum til teir seinastu 5 landsst [...] sending. Síðani loyvi eg mær at koma við viðmerking til tað sum landsstýrismaðurin Ivan Johannesen segði um fría kapping. Bíligt kjøt Orsøkin til at eg geri hetta á henda hátt er fyrst tann, at eg ikki [...] at tá sammett verður má tað verða á líka føti. Studningur burtur og frí kapping! Útvarpsmaðurin spurdi landsstýrismannin um búnaðarvørur verða dýrari at keypa í framtíðini? Til hetta svaraði landsstýrismaðurin
Tað er ikki øllum beskorið at sleppa til døgurða umborð á einum av teimum flottastu ferðamannaskipunum í heiminum yvirhøvur. Men tað slapp Joan, tá hon var og vitjaði umborð saman við øðrum innbodnum. [...] at praktiktíðini á Sosialinum. Hon sigur, at tað var stuttligt at vera á einum blaði, tí henni dámar væl at skriva. Og at skriva slapp hon. Hon var við til nógvar ymiskar uppgávur. Setti innsendar tekstir [...] setti upp til greinar. Joan heldur, sum tey flestu, sum eru í praktikk frá fólkaskúlanum, at tíðin er heldur knøpp. Á einum blaði gongur alt arbeiði á teldum, og hóast tú kennir eitt sindur til teldur áðrenn