svimjingini í Aquatic Center í Olympisku parkini. Svimjihøllin er nýggj og tekur áleið 17.000 áskoðarar. Hon er upp á allar mátar fyrsta floks og sjálvt um ein situr langt uppi, so sæst væl oman í sjálvan [...] enn eg gjørdi í fjør við tí venjingini eg havt í ár, sigur Pál Joensen. Tað fer at ganga long tíð áðrenn Pál fer at koma yvir tað, sum hendi í London, men hann er ikki sinnaður at fella í fátt. «Eg havi [...] tosar ikki í fullum setningum og hugsar leingi áðrenn hann svarar. Summar setningar endar hann ikki heilt og byrjar at tosa av nýggjum. Eyguni ferðast aftur og fram, og í løtum hyggur hann út í tóma heim
vitjan. Hann hevur verið vitjan hvørt ár í samfull 28 ár. Og tað bilar heldur ikki við at tosa føroyskt. Erik Ludvigsen er dani, men hann er limur í føroyingafelagnum í Ålborg, lesur føroysku bløðini og nógvar [...] Føroya. Erik búði tey fyrstu tjúgu árini av sínum lívi í Føroyum og tók eisini studentsprógv í Føroyum. Foreldrini, Erna og Knud Lugvigsen, búðu í Føroyum árini 1922 til 1945. Pápin stjórnaði Føroya Banka [...] og hevur millum annað undirvíst við lærda háskúlan í Ålborg og starvast sum advokatfulltrúi. Síðst í nítiárunum byrjaði Erik at gera vart við seg í føroyska kjakinum við lesarabrøvum. Nógv av tí, Erik
stovn í 1903, men árið fyri, altso í 1902, vóru nakrir tónleikarar - 13 í tali - sum komu saman til regluliga venjingar, og síðst í apríl hetta árið, hevði orkestrið sína fyrstu almennu framførslu í gym [...] Heilaga. Kirkjan í Kirkjubø - eisini nevnd Ólavskirkjan - er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Miðskeiðis í nítiárunum var eg [...] vælkomin á Ólavsøku 2013. At hesin heiður er vístur mær í ár, eri eg sera errin av. Føroyingar í øllum aldri hittast til gaman og álvara. Havnin er í fínasta skrúð og er gjørd út til enn eina minniliga t
uppaftur: & tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini (Áps 1,9). Tað er alment viðtikið í landi okkara, at vit ikki mugu missa okkara [...] til Evropa. Men, nei. Tey fyrstu 1.000 árini stóð kristna trúgvin sterkari í Norðurafrika og Ásia enn í Evropa. Ikki fyrr enn í 1.400 talinum varð høvuðssætið hjá kristnu kirkjuni flutt til okkara heimspart [...] støðugt skal vera kjølfestið í mentan okkara, skal kristni aftur koma til heiðurs og æru í skúla og heimi! Lat hetta verið eitt høvuðsmál okkara fyri framtíðar kristniarbeiði í landi okkara. Søgan sigur okkum
eisini talið av arbeiðsfólkum. Teir eru í løtuni seks mans til arbeiðis, har tveir teirra vóru í ferð við at tekja hesi sethúsini í Syðrugøtu, meðan hinir vóru í øðrum uppgávum. Tveir aðrir mans arbeiddu [...] gera eini onnur sethús í grannalagnum hjá hesum fyrra húsinum, meðan hinir báðir arbeiddu við somu uppgávu í einum sethúsum í Fuglafirði. Halda tíðarfreistina Omanfyri bygdina í Syðrugøtu hevur kommunan [...] Soleiðis sum tað sær út í løtuni, so hava teir arbeiðið hetta árið út. Og vanliga koma eisini nýggj arbeiðir inn alla tíðina. Tróðrið á Hesi sethúsini í Syðrugøtu standa ovarlaga í bygdini í ovaru síðu av vegnum
ikki undirtøka fyri uppskotinum í politisku flokkunum, og tí verður einki gjørt við tað. Hóast evnið ikki hevur verið uppi sum lógaruppskot í Fólkatinginum, so vita fólk í Danmark nógv um evnið, sum eisini [...] tosað við nógvar politikarar í danska Fólkatinginum um at kriminalisera kundarnar hjá skøkjunum, hon fer í fyrilestrinum at tosa um politiska holdningin til skøkjulevnaðin í Danmark. Hon sigur, at nakrir [...] og tá eg var 29, kom eg inn í skøkjulevnað. Líka sum allar aðrar kvinnur, ið gerast skøkjur, hugsaði eg, at hetta bara var nakað, eg skuldi gera eina heilt stutta tíð. - Í mun til nógvar aðrar, var eg
hoyrir til okkara patrulju, koma flúgvandi 40 metrar uppi í luftini. Okkara patrulja er rakt. Eg ivist ikki í, at onkur er deyður nú. Í dag eri eg vakt í leguni, meðan hini eru farin út. Tað má hava verið [...] vóru: 947 danir útsendir til altjóða operatiónir 678 vóru í Afghanistan 151 vóru í Baltikum 35 vóru í Kosovo 23 vóru í Mali Hinir 23 vóru spjaddir í ymsum londum. Eisini vóru tað: 276 útsendir við NATO 34 [...] eg, sum gangi við minuleitaranum og leiði hinar í míni patrulju. Aðru ferð eg var úti á patrulju í Helmand, sá eg tann fremsta mannin verða sprongdan í luftina. Hann steig á eina minu. Eg veit, at eg kann
bátunum í slakar 10 mánaðir, hevur hann ikki liðið nakra neyð. Tá Sosialurin vitjaði umborð seinnapartin í gjár, vardi ikki leingi fyrrenn hann beyð okkum innar í messuna til kaffi ella the. Í einum p [...] tekin til armóð og neyðarstøðu. Í dag vanta tveir mánaðir og fýra dagar í, til hann hevur verið her í eitt ár. Og líkt er til, at Bogdan Trendovatskiy hevur havt nóg mikið at gera, hevur trivist her – og [...] so ymisk lond sum Egyptaland, Italia og Frakland, og eisini til lond í Miðeystri. Á heysti í fjør skuldi hann fara til eina uppgávu í Grikkalandi, men onkrar forðingar gjørdu, at hetta arbeiðið kortini
mugu liva við í løtuni. Hetta er tó ikki ein støða, sum kann halda á í longri tíðarskeið. Fiskiskip eisini undir FAS Tað, ið Bjarni Petersen skjýtur upp, er, at fiskiskip, sum ikki eru í føroyskum øki [...] Henda skipanin ber í sær, at reiðaríið fær 28 prosent av skattinum hjá manningini afturgoldnan. Í løtuni koma øll tey føroysku farmaskipini undir FAS-skipanina, men einki fiskiskip. Í Danmark er líknandi [...] manningin nógv, hóast hýran í prosentum er lág. Tann harða kappingin ger tað enn torførari hjá teimum føroysku bátunum at hóra undan. - Kjarnin er, at vit eru í altjóða øki í harðari kapping við aðrar við
fái á politiska pallinum, skrivar tingmaðurin í lesarabrævi sent fjølmiðlunum. Tingmaðurin vísir í skrivinum á, at hann er grundleggjandi ósamdur í premissuni í kjakinum, har loyalitetur mótvegis veljaranum [...] talar nú at, eftir at hann í kjakinum í Dag&Viku týskvøldið bleiv brúktur sum dømi um ein loyalan politikara, tá dømi skuldi brúkast um, hví tað ikki loysir seg at vera loyalur í politikki. – Eg føli meg [...] di í politisku skipanini, og hetta eiga politikarin og veljarin at vita og virða. Vit hava ikki siðvenju fyri blokkpolitikki í Føroyum, og tí kunnu lyftir floksins til veljaran vera torfør at náa í øllum