Fiskimannafelag bræv um hetta, men mær vitandi hava vit einki frætt aftur. Jákup Sólstein sigur, at ein slík skipan longu er fingin í lag við Føroya Skipara-og Navigatørfelag. - Førir ein træta í onkrum skipabólki [...] elag, fyri, at hann var í reiðaralumma, tí eingi verkføll vóru í fiskiflotanum tey mongu ár, hann umboðaði fiskimenn. - Nei, Óli var so avgjørt ikki í lummanum hjá okkum. Hann var rímiliga harður og ikki [...] mjúkur at strúka. Hann var væl fyrireikaður og arbeiddi altíð fyri fiskimannin og dekkaran. Hinvegin var hann realistiskur og royndi altíð at finna pragmatiskar loysnir. Tøl vóru ein av hansara sterku síðum
á Acadienne Gale II í Nuuk. - Hetta er fyrstu ferð, eg havi upplivað, at kristin sangur og andakt hevur verið umborð á skipi, sum eg havi verið við. Hetta var ein sera góð og gevandi løta, sum vit allir [...] lærari droymdi Kristin Højgaard um at sleppa ein túr til skips at royna sjólívið. Tað eydnaðist, tá hann í 1976 slapp við rækjutrolaranum Hvítanesi. - Sjóverkurin var øðiligur, og menninir umborð argaðu, tí [...] Skiparin á grønlendska rækjutrolaranum, Acadienne Gale II, Kristin Højgaard, er føddur í Føroyum og var bara fýra ár, tá familjan í 1952 flutti úr Rituvík til Narsaq í Suðurgrønlandi. Tí kennir skiparin
Tað endaði so við, at ein dagin stóðu tveir menn á gólvinum hjá mær, ein skoti og ein amerikanari, og heitti á meg um at skipa fyri eini oljuráðstevnu. Síðani hevur hetta verið ein partur av arbeiðinum [...] seg fram at verða sjálvstøðug vinnurekandi er ein søga fyri seg. Tá ið hon kom til Føroya aftur miðskeiðis í sjeytiárunum var einki arbeiði at fáa. - Tað var eingin við somu útbúgving sum eg, og her vóru [...] nar hjá teimum gjørdi eg. Tískil fekk eg nógv at gera beinanvegin. - Tað var torført hjá mær at fara undir mítt egna, tí eg var blaðung. Mítt starv er soleiðis háttað, at vit hava til uppgávu at geva ordrar
fo) KONFIRMASJÓN 4 AV 4: - Hetta ørindið hevur altíð ligið hjarta mínum nær! Sunnudagurin 27. mars 1977 var ein stórur dagur í Fuglafjarðar kirkju, tá várkonfirmasjónin var á skránni og teir nógvu kon [...] greiðir Anne Mette Greve Klemensen frá. ##med3## HETTA VAR MÍTT ØRINDI Vit geva eisini orðið til ein annan mann, nevniliga ASBJØRN MIKKELSEN av Skála. Hann var konfirmeraður tann 18. oktober í 1970 í Selatraðar [...] sera glaður fyri hetta ørindið, og hugsaði, at tað var eitt sera vakurt og gott orð at fáa. - Eg vil somuleiðis siga, at hetta versið tók eg til mín sum ‘mítt’ ørindi. Henda heilsanin er góð og styrkjandi
bert velja sær ta einu. Henda, hann at enda valdi sær, er 1. floks ein 1. floks taska til eina 1. floks næming! - Hetta er ein ordiliga góð taska. Hon er kul og so er hon eisini øgiliga fín, sigur Brandur [...] pennar í. Og so er eisini ein rúgva av litblýtantum, sigur Brandur. Men taskan inniheldur eisini annað enn tað. Ein lítil lummi er frammanfyri, og í hesum lummanum liggur ein mateskja, sum enn er innballað [...] frá framleiðaranum. Á høgru síðu er enn ein lummi, har hann kann hava tímatalvuna í. Og mín sann um ikki ein lummi er á vinstru síðu eisini. Í hesum lummanum er ein fløska, har saft kann latast í, so at
Skorini vísir á, at fyri stívliga 100 árum síðan var ársins kvinna, vísindakvinnan Marie Curie - og í 2018 var ársins kvinna ein maður í konufólkaklæðum. - Hetta er nokk tað sum lýsir mína stúran best, leggur [...] vælkomin á gátt. - Eftir midnátt verður helst farið ein túr í EB-húsið, har Svanareiðrið í ár skipar fyri felagssangi og hugna, sigur borgarstjórin. Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær [...] endurvunnu greipuna, og kommunan er fíggjarliga sterkari enn nakrantíð. Sum heild var 2018 eitt ógvuliga gott ár. Og hvat var tað keðiligasta í 2018? - Eg dvølji ikki nógv við tað keðiliga. Haldi meg vera
hjá HB var sera góð og spennandi fyri Randi og hinar ungu kvinnurnar á liðnum. Hon minnist eina hending serliga væl, og tað var tá tær vunnu steypafinaluna móti KÍ á ólavsøku í 2001. - Hetta var ein sera [...] hvussu teir størru dreingirnir gjørdu stór mál, har vit so sparkaðu saman. - Hetta dámdi mær sera væl, sigur hon. Ein slíkur vøllur var jú lítil í mun til tann vøllin, sum hon so við og við skuldi koma at kenna [...] felag. - Hetta var mest leysligt tos, og tí gjørdi eg einki við tað. Men í fjør kontaktaði hann meg aftur, og tá segði eg so ja, sigur Randi. Hon var tó kunnað um hesa ætlanina hjá venjaranum, tí ein vinkona
sum liggur fyri framman. Tað liggur ein øgilig ábyrgd á herðunum á okkum at fáa eina virðiliga semju í hús. Er okkurt, tú serliga minnist í árinum sum fer? - Tað var ein serligur dagur, tá eg fekk at vita [...] tit, sum ætla at keypa mær eina gávu, fingið eitt hint, sigur Mary Antonsdóttir brosandi. Hvønn týdning hava jólini so fyri forkvinnuna í Heilsuhjálparafelagnum? - Jólini eru ein serstøk høgtíð, har gl [...] eg skuldi blíva omma fyri aðru ferð í februar í 2022. Annars eru hesi seinastu skjótt tvey árini ein serstøk tíð, har mong hava livað í frástøðu og einsemi. Mary Antonsdóttir vísir á, at óttin fyri einum
hitt? - Hitti fyri stuttum ein, sum arbeiddi við menningarverkætlanum innan klædnamerkið Ydun, sum Bono í U2 og konan eiga. Har hugsaði eg "YES" - tá G&G verður størri, verður hetta mín leiklutur. At arbeiða [...] tú gjørt, um tú ikki hevði tað starv, tú hevur ídag? - Eg las stjórnmálafrøði. Helst tí eg ætlaði mær at frelsa heiminum - ella um ikki annað at hjálpa til í menningarlondum. Royni at hanga eitt sindur [...] ofta við tað heilt dýra. Onkuntíð havi eg keypt okkurt, sum fyrr kostaði einar 6.000 krónur og síðani var niðursett... Hvar keypir tú tíni klæðir? - Í Havn, í New York og í París. Dámar tær troyggjur sum prika
um árið 2014? - Eg havi nógv at gleðast um í 2014. Heilsan var góð, míni nærmastu høvdu tað gott, og eg slapp at vera virkin millum nógv góð og dugnalig fólk á nógvum ymiskum økjum. Tað sigur Jóhan Páll [...] komin inn í 2015? - Hvørt nýggjár ynski eg, at eg kann verða mínum nærmastu ein betri maður, pápi og abbi og mínum starvsfólkum ein betri leiðari í nýggja árinum.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2015? - [...] aftur um, sigur hann: - Eg eri eingin festapa yvirhøvur, heldur ikki á nýggjárinum. Tó er ársskiftið ein serlig tíð fyri meg, har eg kann finna upp á at sita pinnastillur í einum stóli framman fyri vindeyganum