tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna. Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast [...] øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur. Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi [...] um tað ella válkaði sær í tí. Nú afturímóti er tað komið soleiðis fyri, at ein næstan er tvungin til at siga sína hugsan antin við ella ímót. Paulus hevur í kap. undan hesum í Rómv.br. víst, at tann, ið
honum, skuldi avnokta Hann. Í fornkirkjuni komu tey til hesa røttu niðurstøðuna: Fyri at verða ein kristin var tað ikki neyðugt at vera nøkur serstakliga góð menniskja. Kirkjan er ikki bygd á okkara moral [...] og sæð tað mesta, sum ein kundi læra úr Gamla Testamenti og lógini. Men hann hevði ikki skilt loyniliga vísdóm Guðs, hvat ið Guð hevði hugsað sær til og nú setti í verk. Tað avgerandi innlitið fekk Paulus [...] hann var óverdugur. Og tað uppbyggiliga er, at tey fyrstu kristnu kundu siga frá tí uttan at skakast í síni trúgv. Bæði Pætur og Paulus, teir stóru ápotslahøvdingarnir, høvdu verið óver-dugir. Paulus var
Óhapp Miðvágur: Hetta var ein týsdagur sum so mangir aðrir týsdagar í Miðvági. Fólk fóru til arbeiðis sum vanligt, og børnini vóru í skúlanum. Tað eru kortini nakrir menn og unglingar sum ikki hava ein [...] n. Teir vita, at í brattlendinum norðuri í Urðini, teir kalla, har ganga 12 seyðir, sum teir ikki enn hava fingið fatur á. Og tað hendir, hóast farið er langt út um hálvan oktober. Í dag skal tað so vera [...] yvir okkum henda dagin. Tá vit fyrr fóru í Urðina eftir landi, so steðgaðu vit altíð á eina løtu í einum skarði. Vit lótu frið falla yvir okkum, og løgdu so alt í Harrans hendur. - Tað gjørdi eg sjálvur
Mars hevur so verið í »familjuni« til í seinastu viku, tá hann varð seldur til Hósvíkar. Venus er enn nakað nær, hóast hann eitt stutt skifti fyrst í nítiárunum hevði heimstað í Miðvági. Eivind var við Venusi [...] seinast í fimtiárunum, og Eivind var eitt stutt skifti við øðrum skipum. Millum øðrum línubátinum Gamla Andrasi. Hetta sum liður í at læra slíkt skip at kenna, tí hann hevði saman við øðrum í hyggju at [...] sama slagi smíða í Noreg. Í 1961 var Eivind í Noreg og hevði eftirlit, meðan línuskipið Venus varð smíðað. Og hetta skip gjørdist hansara arbeiðspláss komandi nógvu árini. Tíggju ár seinni, í 1971, var hann
verið virkin í síni tíð í Porkeri. Hann var valdur inn í bygdarráðið í 1980, har hann framvegis hevur sæti. Frá ár 2000 til 2008 røkti hann sessin sum borgarstjóri. Fyri kommununa hevur Eli verið í umboðsráðnum [...] Eli er føddur 19. apríl 1939 í Miðvági, sonur Sigmund Frederiksen úr Miðvági og Almu f. Heinesen úr Sandavági. Eli giftist í 1963 við við Sonju Daniu f. Müller úr Porkeri, og eiga tey tveir synir. Eli [...] lærdur á Føroya Fiskasølu í 1958, og sama ár fekk hann handelsmedhjælpereksamen frá Tórshavnar Handilsskúla, umframt at hann gekk eitt ár á Købmandsskolen í Keypmannahavn. Í 1967 tók hann læraraprógv á
Sum vant verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15.40, og frá Virkishúsinum við ánna í Sandavági kl. 15.40. Skótalið Mikkjals á [...] spælir. Kvøldskúlaframsýning verður eisini flaggdagin. Vevingin sýnir fram í Gamla skúla í Sandavági. Hinar lærugreinarnar sýna fram í fimleikahøllini á Giljanesi. Framsýningarnar hava opið frá kl. 15.00 til [...] á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni. Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna. Í høllini bjóðar borgarstjórin, Bjarni Prior, vælkomin. Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti,heldur f
grind. Var grind í Hvalba varð farið niðan í Skorar at glaða. Var grindin í Trongisvági glaðaðu teir í Gøtugarðar. Men var grindin í Fámjin varð glaðað undir Gøtugarðar. Var grindin í Vági varð tað á Nesheyggi [...] Tvøroyri í mong ár. Hetta man hava verið umleið 1930, kanska áðrenn, og kom hon á tað tá rættuliga nýggja Dronning Alexandrines Hospital, sum varð tikið í brúk í 1924. Tað avloysti tað gamla Færø Amts [...] luttaka í arbeiðinum. Tað var best at kasta nót í myrkri, og tíðin um jólini og út á várið var besta tíðin, tí tá gekk seiðurin í torvum. Hetta var sera spenndandi. Hetta gav eisini samanhald í bygdini
sum vit vuksu upp í. Tey standa í gamla býlinginum beint við gomlu kirkju í Norðragøtu. Per sjólætst saman við abba mínum, Magnusi Heinesen, á Gøtuvík í 1918. Esmar bróður skrivaði í síni tíð eina yrking [...] Jesus. Tey tóku okkum við í kirkju, í sunnudagsskúla og á møti, og lærdu tey okkum upp í Guds orði. Pápi var kirkjuverji í 36 ár. Vit komu tí at hava nógv við kirkjuna at gera. Í grundini var ikki tosað [...] Eg gekk so í skúla við Gøtugjógv. Lærarar vóru Símun Pauli úr Konoy, Jákup Simonsen og Helga Øregaard. Vit mundu vera eini 120 børn í skúlanum, hóast bygdirnar vóru smáar í mun til í dag. Í nógvum húsum
Longu í 1991 lá lovprísaða skipanin í knúsi, sum vit fara at greiða meira frá í komandi pørtum. Elsabet: Mátti grulva á grúsvegi Í seinasta parti varð greitt frá atsóknini móti teimum, sum fóru í kirkju [...] Ethiopian Skies”, sum kom út fyrst í 1983 og síðan í 1987. Hetta er fyrst og fremst ein framúr góð myndabók, sum í vøkrum litmyndum lýsir Etiopia, fólk og land. Men seinast í bókini er eitt kapitul sum kallast: [...] Hungursneyðin førdi eisini til hernaðarkvettið í 1974, sum nógv í kirkjuni í fyrsta umfari dámdu væl. Ásannað varð, at neyðugt var við broytingum í landinum. Tað ljóðaði eisini væl, at tað skuldi vera
jarðaðir í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík, har allar manningarnar á føroysku skipunum vóru við til jarðarferðina. Ein av teimum, sum annars skipaði fyri, var Alfred Petersen, sum var sjómanstrúboðari í Íslandi [...] Joen H. Andreassen. Tað var nógv jørð í húsinum hjá teimum í Norði. Tey høvdu nógvan seyð og altíð 1-2 kýr. Hetta gjørdi, at tað var altíð nóg mikið at gera hjá øllum í húsinum. Hetta var tað vanliga arbeiði [...] gingið í kirkju, men bert tá veðrið var gott, tí tað var so langt at ganga út á Nes, har kirkjan var. Mamman var so lamin og hevði ofta nógva pínu, so tað var mest, tá altargongd var, at hon fór í kirkju