Eli er føddur 19. apríl 1939 í Miðvági, sonur Sigmund Frederiksen úr Miðvági og Almu f. Heinesen úr Sandavági. Eli giftist í 1963 við við Sonju Daniu f. Müller úr Porkeri, og eiga tey tveir synir.
Eli er skrivstovulærdur á Føroya Fiskasølu í 1958, og sama ár fekk hann handelsmedhjælpereksamen frá Tórshavnar Handilsskúla, umframt at hann gekk eitt ár á Købmandsskolen í Keypmannahavn.
Í 1967 tók hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla og var síðani lærari í Tórshavnar Kommunuskúla frá 1967-72, í Vági 1972-74 og við Miðvágs/Sandavágs skúla frá 1974-76.
Í 1976 fluttu Eli og Sonja við synunum Sigmundi og Sakarisi til Porkeris at búgva, har Eli fekk starv sum lærari. Hann fór frá fyri aldur fyri góðum tveimum árum síðani. Við síðuna av lærarayrkinum hevur Eli saman við konuni rikið Suðuroyar Bókhaldsvirki.
Eli hevur verið virkin í síni tíð í Porkeri. Hann var valdur inn í bygdarráðið í 1980, har hann framvegis hevur sæti. Frá ár 2000 til 2008 røkti hann sessin sum borgarstjóri. Fyri kommununa hevur Eli verið í umboðsráðnum hjá SEV, og frá 2005 til 2008 nevndarlimur í SEV.
Eisini hevur Eli verið virkin á vinnulívsøkinum, m.a. var hann høvuðsstigtakari til Porkeris Roykivirki, har saltfiskur verður virkaður í dag. Í eini lítlari bygd sum Porkeri hevur eitt slíkt arbeiðspláss stóran týdning og styrkir eisini um inntøkugrundarlagið hjá kommununi.
Saman við øðrum keypti Eli fyrst í 90-unum rækjutrolaran South Island, har hann eisini var reiðari. Fyrst eitt skifti á gamla South Island og seinni á nýggja South Island, sum tíverri ikki kláraði kreppuna, sum rækjuflotin kom í fyri nøkrum árum síðani.
Eli verður burturstaddur føðingardagin.