sum óttast fyri at fáa ein vinnusálarfrøðing inn í sína organisatión. Møguliga tí hesir leiðarar eru veikir. Í øllum førum mást tú vera bæði djarvur og málsøkin, um tú skalt hava ein vinnusálarfrøðing inn [...] organisatión ella á einum arbeiðsplássi trívast ella vantrívast. Og summar organisatiónir avrika bert ein part av teirra potentiali orsaka av hesum viðurskiftum. Tað sigur vinnusálarfrøðingurin Jan Willemoes [...] ð undir yvirflatuni á organisatiónum. Jan greiðir frá, at fyri hann er tað týdningarmikið at gera ein mun fyri menniskju við at kombinera sína vitan innan sálarfrøði við vitanina, ið hann hevur innan leiðslu
bendast: sbr. ‘Konan fór ein biltúr við Jann (ikki: Janni)’. Ella Konan fór ein túr við Jeffrei, (ikki: Jeffrea, um tað verður fatað sum eitt veikt bent kallkynsorð, t.e., tað bendist eins og granni; heldur ikki [...] ðurin, sum er í summum greinum/hugleiðingum, fram longu á forsíðumyndini! Hetta er ein bók um mál, uttan at vera ein málvísindalig bók, og tað er nokk tí, forlag og høvundur hava valt at hava orðið hu [...] : arm-i). Við indeks verður meint, at tey hava eina peikandi funktión júst sum fornøvn eins og hesin og hjáorð eins og har. Fólka- og staðarnøvn hava eina slíka funktión, t.e., tað er eitt beinleiðis samband
og tí mátti tann tá 13 ára gamli Jens Hendrik finna sær ein nýggjan vinarskara. - Eftir at hava búð í Danmark í umleið eitt ár, kom eg at kenna ein drong, sum var muslimur. Eg var heima hjá teimum, og eg [...] føroyska konu og kennir Føroyar betur enn nakar av undanmonnunum. - Eg møtti einum ráðharra nú ein dagin, sum ikki ein gong visti, hvussu løgmaður í Føroyum eitur, sigur Hans Engell. TF Holding keypti Eik TF [...] forelskað í valdinum. Eingin kann siga, um eg havi sama vald í morgin. Eg veit, at eg skal geva valdið víðari einaferð. Annika Olsen, landsstýriskvinna Tað er ein misskiljing, at fittleiki, tøgn og undirlegni
hevur verið ein støðug menning av Fróðskaparsetrinum, og eg haldi, at tað er ein breið undirtøka í samfelagnum fyri, at vit skulu hava eitt sterkt setursumhvørvi. Ein seturslóg kom í 2008, og ein granskin [...] sterkt Fróðskaparsetur er ein stór og týðandi uppgáva, og eg gleði meg til at sleppa í gongd við hetta arbeiðið. Hetta er eitt skifti fyri meg og sjálvandi ein stór broyting, men eg havi eitt sindur av royndum [...] Fróðskaparsetrinum. - Nú havi eg verið á Setrinum, síðani eg var heilt ungur, og tað hevur altíð verið við sorgblídni, at eg eri farin úr einari støðu til aðra. Men eg føli, at eg havi tænt mína herskyldu og
Norðurlondunum? Vónbrotin má ein í staðin ásanna, at heldur enn at arbeitt verður við hesum týðandi avbjóðingum, tykist málkjakið fyllast upp av møsni um, at “føroyskt broytist, og at øll broyting er menning [...] fingu eina ferð enn nakrar hugsanir í gongd um føroyska málið og støðu tess. Meira enn eina ferð havi eg endurtikið hann í hesum, at “málið kann bara missast eina ferð”. Hugleiðandi minti Jonhard okkum [...] menning av málinum”. Vit góðtaka vantandi førleikar í føroyskum, í bending eins væl og í stavseting, sum “málbroyting”. Kortini gera vit nógv burturúr at læra okkum so “rætt danskt”, “rætt enskt”, og onnur
mær, og mongum øðrum eitt hent amboð, men nú er tíðin so komin, at endurskoða Heimsatlasið. Mangt broytist, sum verða man, t.d. landamørk og nýggj og sjálvstøðug lond fáa fulveldi – bara ikki Føroyar. Tað [...] átjan árini, og hildið verður áfram við áganginum, nú nýggja Heimsatlassið er á veg. Ótrúligt, at ein maður sum Bjarni Djurholm skal standa í fremstu røð at fremja hendan ágangin. Hann hevur runnið aftaná [...] aftaná Útvarpinum í fleiri ár, at profilera seg. Meira óføroyskan málburð, sum hann leggur fyri dagin, havi eg ongantíð hoyrt, sum t.d. “uppá núverðandi tíðspunkt”, “alt annað líka” (hvat tað so merkir), “at
kendi var ein partur av mær, greiðir Omar frá. Hann er sannførdur um, at trúgvin ikki bert eigur at fylla ein part av lívinum. Tað eigur at vera allur samleikin. - Eg kendi meg ikki ordiliga, sum ein fullkomnan [...] Men Paradís er endastatiónin, og tað er har, eg havi mítt fokus. Eg havi fingið so ótrúliga nógv við míni trúgv, og tí harmist eg ikki um tað, eg havi mist. Omar greiðir frá, at hann misti nakrar vinir [...] rátt, sum miðlarnir siga, og gera sær ikki ómak at kanna nakað sjálvi. - Eg havi nærlisið alt, eg havi funnið, um islam. Men eg havi eisini lisið sera nógv um kristindómin. Og um eg skal koma við einum ynski
bara verið á Zarepta. Ein maður hevur t.d. greitt mær frá, at hann bleiv hjartkiptur tá hann í barnagarðinum fekk at vita, at Gud ein dag skuldi lata eld regna av himli. Og ein kona hevur fortalt mær [...] hann verið ein av ídnastu kjakarunum í virðiskjakinum í Føroyum. Í tekstasavninum »Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan« skrivar Sjúrður Skaale um, at trúgv bæði kann vera positiv og negativ. Ein reyður tráður [...] tingum, skrivar tú eisini. Hvussu tá? Tá ein vaksin sigur við eitt barn, at tann, sum ikki trýr onkrum ávísum, skal brenna í helviti í allar ævir, so kennist tað sum ein verulig hóttan. Tí børn trúgva tí, sum
boðið starv á Smyril Line og havi síðan havt fast starv innan ferðavinnuna. Nú sum sølu og marknaðarleiðari á Atlantic Airways. 2. Hvat er tað besta við starvinum? Eg havi frá fyrsta degi verið sera væl [...] Paris ella ein eystureuropeiskan stórbý. 8. Ferðast tú í egnum landi? Eg royni. Vit hava seinastu árini verið túrar við Gjógv, á Tvøroyri og aðrastaðni sum familja. Vinirnir plaga at vera ein túr um árið [...] kanska um 25 ár. 12. Tú hevði eina lovandi framtíð í politikki, hví gavst tú? Eg havi altíð vilja havt eina langa útbúgving og havi altíð vilja búð uttanlands eina tíð. Eg var bangin fyri, at fór eg ikki avstað
stóran mun eru eftirbátar, so eru teldur og fartelefonir nú vorðin ogn teirra flestu. Ein telda nú á døgum er í grundini ein miðil, har tú bæði kanst móttaka skrivligt tilfar, ljóðtilfar og sjóntilfar – umframt [...] hava vit bøkur í hópatali. Vit hava bókasøvn, ið eru full av bókum, ið tey fægstu lána. Sjálvur havi eg ein heilan vegg í stovuni við hundraðtals bókum standandi. Summar verða nýttar nógv, men tær flestu [...] helst líka nógv eitt symbol sum ein distributiónsháttur. Bøkur eru vakrar (tær flestu), og tær rigga væl pakkaðar inn undir jólatrænum. Tað er helst meiri gleði í at lata upp ein pakka við eini nýprentaðari