Verðin undir vatnskorpuni

Tað krevur ein djarvan stjóra at fáa ein vinnusálarfrøðing at hyggja at virkinum hjá sær. Men menningin kann verða ovurstór, tá sjóneykan verður sett á sambandið millum starvsfólk, trivnað og alt hitt, sum er undir vatnskorpuni, og sum einki beinleiðis hevur við framleiðsluna at gera. Tað heldur Jan Willemoes, vinnusálarfrøðingur

Tað eru mong meira ótilvitað viðurskifti undir yvirflatuni, ið gera av, um menniskju í einari organisatión ella á einum arbeiðsplássi trívast ella vantrívast. Og summar organisatiónir avrika bert ein part av teirra potentiali orsaka av hesum viðurskiftum.

Tað sigur vinnusálarfrøðingurin Jan Willemoes, ið arbeiðir við at víðarimenna organisatiónir.

Jan Willemoes er vinnusálarfrøðingur, og tað merkir, at hann bæði er útbúgvin cand. merc. og cand. psych. Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum í fjør hevði Jan Willemoes nakrar verkstovur, har ímillum eina við heitinum “Organisationen under overfladen”. Hetta var undir breytini “Arbeiðs- og Organisatiónssálarfrøði”.

Jan tók í 1999 prógv sum cand. psych. á lærda háskúlanum í Århus. Áðrenn hetta tók hann útbúgving sum cand.merc í “strategi og ledelse” á Handilsháskúlanum í Århus.

Spurdur hví hann valdi at kombinera júst hesar báðar útbúgvingar greiðir hann soleiðis frá:

- Á hægri handilsskúlanum gjørdist eg dugnaligur til at síggja kassar, sum høvdu við strategiska tankagongd og management at gera. Men kassarnir vóru tómir onkursvegna. Tí ástøðini um strategi, leiðslu og management manglaðu menniskju. Og tað eru jú menniskju, sum skapa lívið meira enn infrastruktururin ella bygningurin.

- Eg valdi at lesa sálarfrøði afturat míni 5 ára útbúgving innan strategi og leiðslu, tí eg hevði eitt djúptfølt ynski um at fara á rannsóknarferð undir yvirflatuni á organisatiónum.

Jan greiðir frá, at fyri hann er tað týdningarmikið at gera ein mun fyri menniskju við at kombinera sína vitan innan sálarfrøði við vitanina, ið hann hevur innan leiðslu og strategi frá HHÅ. Hann metir hetta vera eitt sera gott útgangstøði til at arbeiða við bæði organisation og menniskjum, tí á hendan hátt skilir mann bæði forrætningspartin av organisatiónini, og tann menniskjasliga partin – t.e. allar tær irrationellu processirnar, sum fara fram millum menniskju og í menniskjum.

Jan dylur ikki fyri, at hann er sera ambitiøsur.

- Eg vil fegin vera tann besti vinnusálarfrøðingurin í Føroyum… ja faktiskt í heiminum, sigur hann og smílist.

- Eg vil sera gjarna støðugt vera uppá forkant við hvat hendir fakliga, og hóast Føroyar er eitt fantastiskt einastandandi samfelag at liva í, so er tað globalt sæð ikki meira enn ein harukukkur í havinum. Tí eri eg sera engageraður internationalt eisini og ferðist nógv uttanlands at menna meg, tí eg meini hetta er sera neyðugt fyri ikki at degenerera fakliga sigur Jan Willemoes.



At vera vinnusálarfrøðingur

Arbeiðið við organisatiónum snýr seg mangan um at arbeiða við handfaring av einari konflikt ella at loysa eina kreppu. Tey seinastu 5 árini hevur høvuðsparturin av arbeiðnum hjá Jan Willemoes tó snúð seg um víðari menning av organisatiónum, og av hvussu tær standa seg. Tað, hann altíð roynir at seta fokus á, er, at organisatiónin skal hava tilført eitt virði. Tað veri seg sum størri yvirskot á botnlinjuni, betri góðska í framleiðsluni, økt tænastustøði, størri trivnað ella betri samspæl og arbeiðisflow í organisatiónini. Undir øllum umstøðum skal ein virðisskapan fara fram.

Hendan virðisskapanin má tilføra organisatiónini persónligan vøkstur, og júst tað er sera meiningsfult heldur Jan. Hansara royndir eru, at organisatiónin gerst meira fokuserað av hesum. Ella “mere klar i spyttet” sum hann málber seg.

Og stórur eftirspurningur er eftir vinnusálarfrøðingum í Føroyum.

– Ja, mínar royndir eru, at eftirspurningurin er stórur, og eg havi sjálvur arbeitt fulla tíð við hesum síðani 1999. Tó haldi eg, at tað eru tveir faktorar, ið gera at ikki fleiri organisatiónir nýta henda møguleikan. Tann fyrri er, at summi ikki vita, hvat tað er, og hin er, at tað finnast leiðarar, sum óttast fyri at fáa ein vinnusálarfrøðing inn í sína organisatión. Møguliga tí hesir leiðarar eru veikir. Í øllum førum mást tú vera bæði djarvur og málsøkin, um tú skalt hava ein vinnusálarfrøðing inn at hyggja uppá tína organisatión, sigur hann.

- Tað truplasta innlitið er sjálvsinnlitið. Men hevur tú ikki evnini til sjálvrannsakan, hevur tú heldur ikki møguleikan fyri at fáa innlit í teg sjálvan – og so hevur tú heldur ikki møguleika fyri persónligari menning - punktum og útrópstekin! sigur hann og smílist.


Lívið undir vatnskorpuni

Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum hevði Jan Willemoes ein verkstovu við heitinum "Under overfladen..."

- Eg valdi hetta evnið, tí tað er tað mest spennandi evni sum konsulentar, organisatiónsleiðarar og sálarfrøðingar yvirhøvur kunnu arbeiða við. Tað er soleiðis, at um tú situr á einum ísfjalli, so eru tað bert 10% av ísfjallinum, ið tú sært. Alt hitt, sum er undir vatnskorpuni, kanst tú bert hóma. Tað eru nógvir leiðarar, sum bert læra at leiða tað, sum er omaná - tvs vaktætlanir, mannagongdir, at hava greiðar málsetningar og virði osfr. Men tey læra ikki at navigera í mun til tey sker, sum eru undir vatnskorpuni, sigur hann.

Jan greiðir frá, at sum vinnusálarfrøðingur hevur hann eitt mál og eitt forstáilsi fyri tí, sum hendir undir vatnskorpuni.

- Tað, sum fer fram undir yvirflatuni, er til dømis, at menniskju eru bundin saman, antin av sympati ella antipati, av attraktión, øvundsjúku ella rivalisering. Tað er eisini so, at menniskju eru eitt produkt av sínum uppvøkstri, og av hvørjum nummari tey eru í systkinaflokkinum osfr. Alt hetta ávirkar eina organisatión, og tað kann vera stýrandi fyri, um organisatiónin fungerar effektivt, ella um hon uppførir seg sum ein gomul og tjúkk dama.

- Soleiðis er tað mong meira ótilvitað viðurskifti undir yvirflatuni, ið gera av, um menniskju í einari organisatión trívast ella vantrívast – um tey fáa nýtt sítt fulla potentiali og eru viril, ella um tey visna.

Jan Willemoes greiðir frá, at hann gjøgnum sínar royndir hevur sæð, at summar organisatiónir bert avrika 30 til 40 % av teirra fulla potentiali orsakað av ótilvitaðum millummenniskjaligum sambondum ella psykodynamiskum spenningum, ið ikki eru gagnligir – hvørki á einum individuellum ella organisationellum niveau.

Tað er eisini so, at hann sum vinnusálarfrøðingur mangan sær, at summi fólk er fangað í lívinum hjá einari organisatión, tí tey gera nakað sum tey ikki ynskja ella tíma at gera, men hóast hetta blíva tey við at gera tað.

- Tað kann viðhvørt vera rættiliga stýrandi í organisatiónini, men so leingi tað er ótilvitað og orðleyst, broytist tað ikki. Og júst hetta kann eg sum vinnusálarfrøðingur fáa broytt ella forloyst við, at tað júst verður sett orð á alt tað orðleysa sum fer fram, soleiðis at tað ótilvitaða undir yvirflatuni verður tilvitað. Tað er ikki fyrr enn tá, at organisatiónin fær møguleika til at gera nakað við tað. Menniskju og organisatiónir seta jú síni egnu mørk, men tá eg seti spurnartekin við ella avbjóði hesi mørk, vísir tað seg, at tey flyta seg. Vit kunnu meira enn vit halda, sigur Jan Willemoes.


***


Fokus á sálarfrøðina

Á várið 2011 skipaði ein bólkur av sálarfrøðingum saman við felagnum “Føroyskir Sálarfrøðingar” fyri tí fyrsta føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Endamálið við fakfestivalinum var at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið.

Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er. Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum eisini býttur í fimm breytir: “Børn og Ung”, “Arbeiðs- og Organisatiónssálarfrøði”, “Læring og Menning”, “Klinisk Sálarfrøði og Viðgerð” og “Likam og Sál”.

Súsanna O. Skaale hevur gjørt eina greinarøð við samrøðum við ein sálarfrøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá sálarfrøðinginum. Fyrsta samrøðan er við Jan Willemoes, ið hevði verkstovu á breytini “Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði”.