Atlasgrenj!

Fyri umleið átjan árum síðani fingu vit okkara fyrsta føroyska Heimsatlas, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út.

Hetta atlas hevur verið mær, og mongum øðrum eitt hent amboð, men nú er tíðin so komin, at endurskoða Heimsatlasið. Mangt broytist, sum verða man, t.d. landamørk og nýggj og sjálvstøðug lond fáa fulveldi – bara ikki Føroyar.
Tað er tí sera niðurbrótandi at lesa tann ágang, ávís gjenj hava fylt bløðini við í hesi átjan árini, og hildið verður áfram við áganginum, nú nýggja Heimsatlassið er á veg.
Ótrúligt, at ein maður sum Bjarni Djurholm skal standa í fremstu røð at fremja hendan ágangin. Hann hevur runnið aftaná Útvarpinum í fleiri ár, at profilera seg. Meira óføroyskan málburð, sum hann leggur fyri dagin, havi eg ongantíð hoyrt, sum t.d. “uppá núverðandi tíðspunkt”, “alt annað líka” (hvat tað so merkir), “at traðka í karakter” (eg veit heldur ikki hvat tað er fyri nakað!!) vanligvís, ja eg kundi hildið áfram. Hesin maður er lærari, vónandi ikki við frálæru í føroyskum!!
Somuleiðis hevur ein útlendingur, sum eitur Rolf Guttesen, ikki givið Skúlabókagrunninum náðir, tí hann metir seg sjálvan, sum best egnaðan at greiða eitt slíkt atlas úr hondum. Sum eftirløntur skuldi hann heldur brúkt tíðina til okkurt annað, meiri gevandi og skilagott, men nei, øll eru tápulig, sum ikki rætta seg eftir honum, sum heldur seg vita alt.
Vón mín er, at Føroya Skúlabókagrunnur skal fáa arbeiðsfrið fyri slíkum niðurbrótandi og afturhaldandi kreftum, so tey, sum arbeiða við tí nýggja atlassinum, kunnu geva út eitt væl úr hondum greitt Heimsatlas í næstum.
Góða og friðaliga eydnu við arbeiðnum, og lati tykkum ikki tøla av óviðkomandi kreftum.
kv@olivant.fo