haldast. - Tað er tó einki nýtt í hesum. Øll vita at útskifting av skipunum er neyðug, men vit vistu ikki, at tað fór at vera so átrokandi, sum tað nú er, sigur Samal Petur í Grund. Nú verður farið undir arbeiðið [...] skipið liðugt, er neyðugt at umhugsa støðuna nú, sigur landsstýrismaðurin. - Er tað ein treyt, at skipið skal smíðast í Føroyum? - Sjálvandi verður projektið útbjóðað, so sum vanligt er, og so fæst meir [...] Trónda, sum hevur siglingarloyvi til ár 2000, eru nú royndar. Sámal Petur í Grund kann bert staðfesta, at tá einki hóskiligt skip fæst til siglingina, so er neyðugt at fara undir at smíða eitt skip, sum kann
Spurningurin um, hvat íð kemur inn undir hesar ásetanir, og um nærri mark fyri tað friðaða øki verður at avgera av landsstyrinum eftir tilmæli frá tí í § 3 ummæltu nevnd. Nevndin sum her er talan um, er fornm [...] Fyrispurningurin Fyrispurningurin, sum er settur landsstyrismanninum í mentamálum snyr seg um, hvørvítt Kirkjubømúrurin er friðaður eftir Løgtingslóg nr.19 frá 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, ella [...] viðvíkjandi, so er tað ikki rætt, fyrispurningurin er settur landsstyrinum uttanifrá. Kjartan Kristiansen er ein av teimum, sum verður endurgivin fyri at halda tað verða absurd at landsstýrismaðurin nú setir hendan
byrjanini duga at seyma knappar í og gera alt vanligt húsligt arbeiði. Nú er langt síðan at vit gjørdu slíkt. Arbeiði okkara fevnir nú mest um persónliga røkt og sjúkrarøkt, sigur nevndin í Heimahjálparafelagnum [...] r eru skelkaðir av tíðindunum fyrr í vikuni um, at Heimarøktini vantar 4 mió. krónur til restina av árini. Og nú er komið fram, at rætta upphæddin helst er seks milliónur krónur. Heilt óvart kemur tað [...] við reingerð. So langt burturfrá øll hava ráð til at gjalda fólki at gera reint fyri seg. Tað er heilt meiningsleyst, um ikki skal gerast reint hjá teimum gomlu, serliga tá hugsað verður um, hvussu strong
íslendska felagið, men eg havi havt samráðingar við teir, og um nakrar dagar fái eg eitt útkast til sáttmálan. Er hann soleiðis, sum eg vænti hann er, skrivi eg undir, sigur Jens Martin Knudsen við Ítróttarsosialin [...] spælarar við sær yvir til Íslands. Jens Martin Knudsen er tann fyrsti, sum váttar, at hann hevur fingið tilboð frá íslendska felagnum, men Ítróttarsosialurin hevur frætt, at Øssur Hansen eisini er rættiliga nær [...] hann spælt í Gøtu. Men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki í GÍ, at Jens Martin spældir næsta ár. Eg havi eisini fingið okkurt tilboð frá føroyskum felag, sum er sera gott, men eg vil siga soleiðis
íslendska felagið, men eg havi havt samráðingar við teir, og um nakrar dagar fái eg eitt útkast til sáttmálan. Er hann soleiðis, sum eg vænti hann er, skrivi eg undir, sigur Jens Martin Knudsen við Ítróttarsosialin [...] spælarar við sær yvir til Íslands. Jens Martin Knudsen er tann fyrsti, sum váttar, at hann hevur fingið tilboð frá íslendska felagnum, men Ítróttarsosialurin hevur frætt, at Øssur Hansen eisini er rættiliga nær [...] hann spælt í Gøtu. Men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki í GÍ, at Jens Martin spældir næsta ár. Eg havi eisini fingið okkurt tilboð frá føroyskum felag, sum er sera gott, men eg vil siga soleiðis
greitt yvirlit yvir, hvørjar stuðulsskipanir eru galdandi, og hvussu nógv tað almenna letur í stuðli um árið. Hetta staðfesti Endurreisingarnevndin í 1994, og sjálvt um fíggjarlógin nú er væl betur útgreinað [...] stuðul. Spurningur okkara er so, hvat hetta býti av stuðli millum vinnugreinirnar er grundað á? Fleiri tilmæli eru gjørd Føroyska Landsstýri hevur seinastu árini fingið fleiri tilmæli um hvørjar vinnuframa- [...] aðrar tænastur hjá skipum í einum stórum havøki. Eitt annað dømi er? Felags fyri hesar ætlanir, sum hava verið frammi, er, at eingin er at fylgja teimum upp. Einstøku virkini makta tað ikki, og stovnar
Føroyska kirkjan er donsk, fáa vit ofta at vita. Men tað eru tvey høvuðsting innan kirkjuna, sum fólk kanska ikki dagliga hugsa um, sigur Uni Næs. Tað eru bygningurin, og tað er arbeiðið. Og so er lætt at sláa [...] hjá Tjóðveldisflokkinum um yvirtøku av fólkakirkjuni eigur at bíða, til hetta stóra lógarkompleksið er farið at virka. Hendir tað, at hesar lógarbroytingarnar ikki koma í gjøgnum nú, tí eitthvørt kanska órógvar [...] kirkjuliðið sjálvt eigur. Tað er, sum sagt, kirkjuliðið, sum eigur og rekur kirkjuna. Har kirkjuskattur er, verður raksturin rikin við honum, og har eingin kirkjuskattur er, má peningurin so fáast inn annan
Hvat er verðin? Tað er tað lítla, sum er beint uttan um teg, og sum tú sjálvur kanst nerta við og tosa við. Og so er tað tað stóra inni í heysinum, orðini og myndirnar, sum floyma inn yvir teg uttanífrá [...] klassiskan, ein er um ítrótt, ein um bilar og ferðslu, allar við lýsingum hvørja løtu, tíðliga og seint. Hetta við lýsingum vindur bara upp á seg, og tær verða meira og meira harðmæltar. Tað er sum ein sjúka [...] tykist at vera, sum ikki er nóg áhugavert til at kunna halda einum serblaði uppi, um tað so er at binda flugur upp á sílatráður ella at ala hundalond rætt til góða matgerð. Stóra evnið er kortini tey ríku og
ikki er meira enn 50 ára gamal, so er hann av teimum handilsmonnunum í býnum, sum hava virkað longst í vinnuni - í hvussu so er hevur hann verið partur av handilslívinum í Havn í 35 ár. Vit tosa um Jákup [...] Eri komin aftur til røturnar Nú Jákup hevur latið klædnahandilin aftur, er ein býarmynd horvin. Sum Jákup sigur, so er tað vorðið tyngri at reka eina klædnahandil í dag, tí nú eru so nógv, ið kappast. Meðan [...] og oljuklæði ikki er heilt tað sama, sum millum klædningar og slips uppi á »Glade Hjørne«. Tað nyttar einki at koma til mín nú, skalt tú hava klædning, hvíta skjúrtu og slips. Her er tað sjómaðurin og
Arge. Og so undirstrikar hann: ? Men einki er endaliga er komið uppá pláss enn, og so leingi sum sáttmáli ikki er orðaður og originalum líki undirskrivaður, er tað ikki víst, at hetta verður til nakað. [...] at tað er nakað serligt, sum skilur okkum. Um og nær hetta endaliga kann koma uppá pláss, veldst um hvat teir siga til tað, sum eg í dag fari at senda teimum. Barnadreymurin Verður tú ríkur, um tað verður [...] røkka so langt. ? Eg síggi hetta eisini sum eitt gylt høvi á fleiri øðrum økjum. Allir fótbóltsspælarar hava ivaleyst frá barnaárunum ein dreym um at liva av at spæla fótbólt, og tá møguleikin nú er har hjá