sterkast út, eru H71, StÍF og Kyndil. Serliga H71 og StÍF tykjast vera væl fyri, og bæði hoyvíkingar og strandingar hava vunnið í Vestmanna í endaspælinum. Komandi leygardag spæla júst H71 og StÍF í Havn [...] sum er neyðugt fyri at standa seg í kappingini við hini oddaliðini. Kyndil og VÍF draga frá Hjá kvinnunum hava Kyndil og VÍF lagt eitt sindur av sjógvi millum seg og hini liðini, men heldur ikki her er [...] holt við seinna part av kappingini, og tað sær framvegis sera spennandi út. Føroyameistararnir úr VÍF hava tað ikki so lætt í løtuni, og tað er eitt sindur óvæntað, at teir í løtuni liggja heilt niðri
at leika, men so kom H71 upp á 25-23, og hóast vestmenningar minkaðu um munin tveir minuttir fyri tíð, so økti H71 stutt eftir til endaligu støðuna 26-24. Tað skal tó sigast, at VÍF ikki hevði eydnuna við [...] vælleikandi John Heri Dam í H71-málinum fekk beint royndini hjá Rógva út til málkast. Stóri leikarin hjá H71 seinastu og avgerandi løtuna var Finnur Hansson. Ungi íslendingurin skeyt fimm av teimum seks seinastu [...] fyrra hálvleiki gjørdist leiðslan hjá H71 trý mál, og tá ið tríggir minuttir vóru eftir av hálvleikinum, vóru hoyvíkingar á odda 12-9. So minkaði besti maður hjá VÍF, Sámal Joensen, tvær ferðir um munin
15 mál. Besti málskjútti hjá H71 var Hans Guðmundsson við ellivu málum, har av fýra vóru sett inn upp á brotskast. Halgir Dal Olesen spældi eisini ein góðan dyst fyri H71 (átta mál), meðan Finnur Hansson [...] millum StÍF og VÍF. Tað má vera niðurstøðan eftir at fyrstu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum vórðu spældar mikukvøldið. Størri spenningurin mundi vera á Skála, har StÍF og H71 spældu, enn í [...] í Vestmanna, har VÍF var favorittur móti KÍF. Og eftir at StÍF vann 35-28 á H71, má sigast, at strandingar liggja rættiliga væl fyri til at fáa annað plássið í finaluni, sum skal spælast leygardagin 6.
maður á vøllinum, hóast hann bert spældi helvtina av dystinum. Neistin hevur nú sama stigatal sum H71 og Kyndil. Teirra næsti dystur verður móti júst Kyndli, og báðir dystirnir millum hesi bæði liðini [...] liðini í grundspælinum vóru rættiliga javnir. Næsta uppgávan hjá Tjaldrinum verður á heimavølli moti VÍF, sum ivaleyst fer at gera alt fyri at fáa sín fyrsta sigur í endaspælinum.
Í dag spæla H71 og StÍF fyri aðru ferð innan tríggjar dagar. Mikukvøldið vunnu strandingar 35-28 í steypakappingini, men í dag er tað landskappingin og stig, tað ræður um. Í løtuni er H71 fremst í deildini [...] bert eitt stig aftanfyri H71. Við øðrum orðum kann StÍF við einum sigri fara frá fjórða plássi heilt upp á ovastu rók ? enn eitt av óteljandi dømunum um, hvussu jøvn kappingin er. H71 kann hinvegin fara tvey [...] síggja, um H71 fer at halda fast við sama taktikkin, ella um teir fara at broyta hann. Í morgin verður tann sonevndi klassikarin í føroyskum manshondbólti, tá Kyndil og VÍF tørna saman í Havn. VÍF hevur tapt
Væleydnað vikuskifti hjá H71 Fyri H71 var hetta vikuskiftið sera væleydnað. Fyrst vunnu teir á StÍF, sum annars hevur verið sera vælkoyrandi í seinastuni. Og dagin eftir vann VÍF á Kyndli ? eisini eitt úrslit [...] dystar- og stigatal sum H71. Men tað verður kortini bert annað liðið, sum ger tað, tí í annaðkvøld eru tað júst Neistin og Kyndil, sum spæla. Vinnarin kemur upp á síðuna av H71, meðan taparin verður standandi [...] hjá hoyvíkingum. H71 er nú tvey stig frammanfyri næstu liðini, sum eru Kyndil og Neistin. Hoyvíkingar hava spælt tríggjar dystir í endaspælinum og hava vunnið teir allar ? móti KÍF, VÍF og StÍF. Kyndil
hjá VÍF, har hann styrkir væl um. Tað hevur ikki gingið væl hjá VÍF í seinastuni, og tá er altíð gott at fáa royndar menn, sum VÍF ikki hevur havt ov nógvar av í ár, á liðið aftur. Sigurin hjá VÍF sunnudagin [...] tarar seinastu tvey árini. H71 kom leygardagin upp á 13 stig og høvdu sostatt eisini verið fimm stig frammanfyri VÍF, um føroyameistararnir høvdu tapt sunnudagin. Nú er VÍF í staðin komið upp aftur millum [...] øll taka stig frá øllum, men týdningurin, sum sigurin hevði fyri VÍF, kann ikki undirmetast. Kyndil misti eitt fet í kapprenningini við H71, sum nú liggur sera væl fyri í kappingini. Men tað eru nógvir dystir
millum H71 og Neistan. Av hesum báðum hava hoyvíkingar verið betur fyri í seinastuni, og mikukvøldið tapti Neistin sannførandi móti Kyndli. Men í morgin er aftur ein nýggjur dystur, og hóast H71 í eygunum [...] móti oddaliðunum, burtursæð frá H71, og lítið bendir á, at teir kunnu gera nakað við Kyndil, sum mikukvøldið sá út til at vera komið væl og virðiliga yvir tepra tapið móti VÍF seinasta sunnudag. Glopp komið [...] spennandi út í Vestmanna, har VÍF fær vitjan av Stjørnuni. Bæði hesi liðini hava ikki fingið tað burturúr, tey høvdu vónað og ætlað, áðrenn endaspælið fór í gongd. Seinast tapti VÍF óvæntað móti GÍ/Tjaldrinum
grundspælinum. Tey flestu átti VÍF, meðan GÍ/Tjaldur eftir øllum at døma hevði minstu áskoðaraundirtøkuna í grundspælinum. VÍF 1.286 atgongumerki, StÍF 931, Kyndil 780, H71 766, Neistin 743, Tjaldur 611
Højgaard, H71 Hannis Jacobsen, VÍF Agnar Joensen, VÍF Marius Joensen, StÍF Alexandur Johansen, StÍF Høgni Johansen, VÍF Finn Mørk, Neistin Halgir Dal Olesen, H71 Regin M. Petersen, Kyndil Mads Thastrup [...] Brimvík, H71 Hans A. N. Dahl, Kyndil Hallur Danielsen, Kyndil Regin Didriksen, VÍF Alex Durhuus, VÍF Mortan Hansen, Tjaldur Svenning Hansen, Neistin Ørvur Heimbø, Neistin Erling Heinesen, VÍF Eyðun D. [...] umboðað Fleiri 1. deildarspælarar eru í hópinum. Vit kunnu nevna Halgir Dal Olesen og Bárð Brimvík úr H71, Regin Petersen og Bjarna Wardum úr Kyndli, Alexandur Johansen og Marius Joensen úr StÍF, Mortan Hansen