Strandingar annað beinið í finaluni

Hondbóltur: Við at vinna 35-28 á H71 hevur StÍF góða barlast at taka við sær til Havnar til seinnu hálvfinaluna, sum verður mikudagin í aðru viku

Tað líkist eini finalu millum StÍF og VÍF.

Tað má vera niðurstøðan eftir at fyrstu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum vórðu spældar mikukvøldið.

Størri spenningurin mundi vera á Skála, har StÍF og H71 spældu, enn í Vestmanna, har VÍF var favorittur móti KÍF.

Og eftir at StÍF vann 35-28 á H71, má sigast, at strandingar liggja rættiliga væl fyri til at fáa annað plássið í finaluni, sum skal spælast leygardagin 6. februar.

Men hin hálvfinalan skal spælast áðrenn tað. Hon verður 27. í hesum, og tá verður alt trýstið á H71. Teir skulu vinna við sjey málum ella meir, um teir skulu hava møguleika fyri at endurtaka steypafinalusigurin frá í fjør. Men við viðrákinum hjá StÍF í løtuni kann hetta gerast ein sera trupul uppgáva hjá hoyvíkingum.

Nógv hava spurt, um StÍF fer at megna at halda fram í sama spori, nú John Petersen ikki verður við aftur í óásetta tíð. Mikukvøldið spældi Alexandur Johansen úti á vonginum, og tað gekk fínt. Hann hevði eitt gott kappingarár í fjør, men hevur ikki spælt so nógv í ár.

Beiggi hansara Artur er ein av bestu skjúttum í landinum, og H71 setti Hallur Danielsen at mansverja hann frá byrjan. Artur var av tí sama lítið við í fyrra hálvleiki, men mansverjan gav hinvegin gott pláss til hinar, og serliga spælandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, var væl upplagdur. Hann skeyt sjálvur níggju mál og spældi væl upp til hinar eisini.

Sum heild var dysturin á Skála mikukvøldið sera reinur. Ein av orsøkunum var, at tað var lutfalsliga lítið av kropskontakt millum spælararnar. Tað bleiv spælt runt um heldur enn inn í verjuna, og tað sæst eisini aftur í, at tað bert komu tvær útvísingar í dystinum ? ein til hvørt liðið.

Jónleif Sólsker og Elias Hansen eru góðir skjúttar, og teir skutu tilsamans 15 mál. Besti málskjútti hjá H71 var Hans Guðmundsson við ellivu málum, har av fýra vóru sett inn upp á brotskast. Halgir Dal Olesen spældi eisini ein góðan dyst fyri H71 (átta mál), meðan Finnur Hansson ikki var so heppin við sínum skotum hesaferð.

Tað var serliga endin av fyrra hálvleiki, sum hilnaðist væl hjá heimaliðnum. Seinastu tíggju minuttirnar áðrenn hálvleik fór StÍF frá 11-10 upp á 15-10 og 16-11, sum var hálvleiksstøðan. StÍF kom betur frá byrjanini og var eitt skifti frammanfyri við trimum málum.

Johan Danielsen stóð allar 60 minuttirnar í StÍF-málinum og spældi væl, serliga hesar tíggju minuttirnar, tá StÍF dróg frá H71. Serliga tók hann nógv frá vonginum.

Í seinna hálvleiki tók StÍF seg upp á 21-13 og seinni eisini 29-21. Munurin var ongantíð so lítil, at StÍF-sigurin kom í vanda, men við einari hálvfinalu afturat høvdu øll málini týdning.

Allar súðir eru ikki syftar enn, og H71 kann framvegis venda samanlagda úrslitinum til sín fyrimun. Men tað má sigast, at tað verður ein torfør uppgáva hjá hoyvíkingum, tí StÍF fer neyvan at tveita eina leiðslu upp á sjey mál fyri borð uttan at stríðast fyri tí, tá liðini hittast aftur í Havn mikudagin í aðru viku. Jú, tað líkist í løtuni eini finalu millum StÍF og VÍF.