kann nýtast til okkurt meira átrokandi í samfelagnum. Eg havi onki ímóti at vit stuðla okkara ítrótti, men soleiðis sum okkara fíggjarstøða er, má ein við ábyrgd umhugsa, hvussu vit prioritera tann skattapening [...] Men hyggur ein at, hvussu tølini síggja út, so er væl gjarað út á hesum fíggjarlógaruppskoti, ongin ivi um tað, 43 mill. kr. meira eru nettoútreiðslurnar fyri 1998 í mun til hetta árið. Fara okur víðari [...] fólk, hesi skulu hava eitt heim her í Tórshavn. At tað mangla 12 mill. kr. til hesi nevndu endamál er ein trupulleiki hjá landsstýrinum, hví hevur landsstýrið ikki funnið henda pening, áðrenn fíggjarlógar
her á tingi. Eisini havi eg sett landsstýrismanninum í almannamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. Gangi út frá og vóni at henda skipan nú virkar eftir ætlan. Sum eg fyrr havi nevnt, verður játtanin [...] Javnaðarflokkurin heldur fas við, at støðisupphæddin ella grundupphæddin í fólkapensiónini, eins og higartil, skal vera ein mannarættur hjá øllum pensionistum. Trýstu pensiónina ígjøgnum í 1958 Harra formaður [...] in til hvørt einasta løgtingsval hava gramt seg um, og hava sagt vera alt alt ov stóran. Hetta er ein partur av prísinum fyri bygnaðarbroytingarnar í landsumsitingini, sum javnaðarflokkurin ikki kundi
sermerkti tíðina í Føroyum um hetta mundi, var, at vit høvdu ein fíggjarmálaráðharra, Ivan Johannesen, sum afturat tí at hava funnið útav, at ein fíggjarlóg hevði eina inntøkusíðu og eina útreiðslusíðu, minst [...] ber til at fáa hendur á í Forsætismálaráðnum við lógini um alment innlit. Eingi skjøl í Tinganesi Eg havi spurt meg fyri í Tinganesi um henda fund, men har finst einki um áðurnevnda fund. Kanska ikki so løgið [...] sept.1990. Henda dag vóru danir tiknir á bóli, men síðan hava teir verið fyrireikaðir, og tað kann ein ikki lasta teir fyri , men helst høvdu føroyskir politikarar verið betri fyrireikaðir, um almenningurin
Hvat var so tað mest hugtakandi av øllum tí, tú sá í Danmørk spurdu vit ein drong, Poul Eide úr Havn. Tann nógva ferðslan. Hví? Eg havi altíð havt stóran áhuga í ferðslu, og eg ætli mær at vera verkfrøðingur [...] Hetta er ein samrøða, ið blaðið ³Politiken² hevði við hesi fýra føroysku skúlabørn sama dagin, sum tey fóru heim til Føroya um kvøldið við Tjaldrinum. Børnini eru Selma Jacobsen úr Leirvík,Turid Tausen [...] kanst læra nakað av henni. Tí bleiv eg glaður, tá ið mær varð unnað at vera við á hesari ferð. Eg havi lisið eitt sindur um ferðslu í Danmørk, hvussu hon er skipað, men eg óraði ikki, at hon var soleiðis
Havi tó fingið at vita, at til útbygging av Fuglafjarðar havn er ikki eitt oyra avsett á fíggjarætlanina. Sum øllum politikkarum kunnugt varð á fundi í Fuglafirði í juni 1996 ein pelagisk verkætlan framløgd [...] framløgd. Ein verkætlan gjørd í samarbeiði millum vinnuna og kommununa og har báðir partar hava útbyggingaruppgávur hvør á sínum øki í samlaðu verkætlanini. Ein verkætlan, ið við málrættaðum útbyggingum
málskjótingina í 3-0 sigrinum. ? Málið ímóti Spania er tað størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, og hetta var ein góður endi uppá kappingarárið. Vit í B36 vunnu FM, og nú manglar bara l [...] undankappingardystunum, sum vóru leygardagin. Málskjútti var Jens Kristian Hansen, sum annars hevði ein meiri verjukendan leiklut, enn hann plagar at hava. Upptaktin til málið var eitt fríspark, sum Jan [...] heilfluktaði hann við høgra beininum, sum hann annars ikki brúkar serliga nógv at skjóta við. ? Tað var ein frágera góð kensla. Eg siktaði ikki nakað serligt, men eg royndi bara ímóti málinum, og so var tað
upphæddir til íløgur, eitt nú á samferðsluøkinum, verða send fíggjarnevndini um nakrar dagar. Eg havi hug at siga sum ein partamaður mín eina ferð segði her á tingsins røðarapalli. Hann spurdi: »Hvussu leingi var [...] eftirlønarpolitikkurin hjá fólkaflokkinum og Óla Breckmann. Hetta hava tit bundið tykkum til. Sum eg havi víst á í eini blaðgrein fyrr í vikuni, so er tann svarti tráðurin í eftirlønarpolitkkinum hjá fól [...] okkum fyri at menna samhaldsfasta, kann arbeiðsmarknaðareftirlønin úr grunninum eftir fáum árum gerast eins stór ella størri enn verandi fólkapensión. Spurningurin er bert, hvussu nógv vit vilja gjalda inn
prioritera og leggja ein politikk, ið peikar frameftir. Barnaansing er ein stórur trupulleiki í nógvum kommunum, ikki bert í Tórshavn. Ístaðin fyri íløgur í t.d. Tórsvøll kundi ein pulja verið sett av, [...] kommununum at loysa barnansingartrupulleikan. Ein kommuna, ið økti um ansingarplássini, kundi t.d. fingið 5% eyka frá landinum fyri tey nýggju plássini, ikki sum ein varandi loysn, men í eitt ávíst áramál. Hetta [...] nógv størri enn vit í dag kunnu røkta. Tað eru yvir 100 børn á bíðilista til dagrøkt/barnagarð eins og ein akuttur tørvur er á frítíðarskúla. Verður uppskotið hjá Kristiani Magnussen samtykt, so gevur hetta
Meðan Mærsk Air hevur 3000 fólk í arbeiði og hevur ein árligan umsetning uppá einar 1-2 milliardir kr. , hevur Mærsk Contractors 5000 fólk í arbeiði og ein umsetning uppá 3-4 mia. kr. Við nýggja starvinum [...] Hann ætlar sær at fáa ein góðan dialog við oljufeløgini, so-leiðis at tey kenna Mærsk Contractors. Bjarne Hansen ivast ikki í, at olja finst við Føroyar. Hann ber ikki ótta fyri, at ein oljumenning skal oyðileggja [...] Tað er ein maður við drúgvum royndum í Føroyum, sum tekur við einum av teimum mest týðandi leiðslustørvunum í AP Møller samtakinum, nevniliga stjóri í Mærsk Contractors. Hann eitur Bjarne Hansen og hevur
-Vit hava í Mærsk Contractors eina servicedivisión, sum rekur supplyhavnir. Skal ein supplyhavn byggjast í Føroyum og ein ynskir at fáa hjálp til tað uttanífrá, so eru vit í Mærsk Contractors sjálvandi [...] Bjarne Hansen um ta negativu støðu, sum av og á er at merkja í Føroyum móti AP Møller og Mærsk! -Eg havi sæð hetta í ávísum lesarabrøvum og eri sjálvandi keddur av tí. Eftir míni fatan er tað sera órímuligt [...] hvat AP Møller hevur gjørt og ger fyri at taka sær av føroyskum áhugamálum. Føroyar hava altíð átt ein týðandi leiklut hjá AP Møller, antin talan er um føroyingar, sum sigla við skipunum ella tað snýr seg