Flestu okkara minnast henda dagin fyri 7 árum síðan. Ja, hetta var dagurin, føroyska landsliðið sigraði á eysturíkum, og tíðindini fóru sum eldur kring heimin. Millum føroysku áskoðararnar í Landskrona sótu føroyski løgmaðurin, Jógvan Sundstein og annar av landsstýrismonnunum hjá Tjóveldisflokkinum, Signar á Brúnni.
Fótbóltsáhugi ella?
Tað kundi verið av fótbóltsáhuga, at hesir báðir garparnir høvdu leitað sær til Landskrona, men havast skal í huga, at tað, sum sermerkti tíðina í Føroyum um hetta mundi, var, at vit høvdu ein fíggjarmálaráðharra, Ivan Johannesen, sum afturat tí at hava funnið útav, at ein fíggjarlóg hevði eina inntøkusíðu og eina útreiðslusíðu, minst einaferð um mánaðin hótti við, at alment lønt helst ikki fóru at fáa mánaðarlønina,tí landskassin var skralltómur.
Fund við forsætis-
málaráðharran
Skjøl úr Forsætismálaráðnum vísa, at Jógvan Sundstein og Signar á Brúnni vóru í arbeiðsørindum og løgmaður hevur sama dag havt fund við danska forsætismálaráðharran. Føroyski løgmaðurin biður henda dagin Statsministaran um at vera við at loysa fíggjarligu trupulleikarnar í Føroyum.
Áheitanin kemur
óvart á
Skjøl úr forsætismálaráðnum benda á, at hetta kemur óvart á danir. Kanska hava teir ikki væntað slíka áheitan frá einum landsstýri, har Tjóveldisflokkurin og Fólkaflokkurin umboða meirilutan. Men valið hjá landsstýrinum hevur verið, antin at brandskatta føroyingar, sum aðrir máttu gera seinni, ella við tjóðskaparkensluni djúpt í skjáttuni, biðja danir loysa trupulleikan.
Danir kanna málið
Løgmaður noyðist sum av torvheiði til Landskrona, men avtalað verður at tosa saman aftur fyrst í oktober. At hetta kemur óvart á danir, vísir samskifti millum Forsætismálaráðið og aðrar danskar ráðharrastovur. Forsætismálaráðharrin kannar, um tað fer at ávirka danska kreditvirðið, um føroyingar ikki klára at halda gjaldsavtalur sínar við útheimin. Útkast til pressuskriv á enskum, ið skal royna at greiða útlendingum frá, at føroyingar hava heimastýrið o.s.fr., verður gjørt.Alt hetta ber til at fáa hendur á í Forsætismálaráðnum við lógini um alment innlit.
Eingi skjøl í Tinganesi
Eg havi spurt meg fyri í Tinganesi um henda fund, men har finst einki um áðurnevnda fund. Kanska ikki so løgið, tá havt verður í huga, at hetta eru ?garantarnir fyri tjóskaparpolitikkin? í Føroyum, sum ikki hava rygg at hækka skattin og royna at loysa egin viðurskifti, men hinvegin kasta trupulleikan til danir at loysa.
Heimafturkomnir fer samvitskan helst at gera um seg, og samgonguslit verður áðrenn fundin við Statsministaran í oktober, og løgtingsval verður lýst at verða 17.november. Men tað, sum harmar, er, at ?tjóðskaparligu? Tjóveldis- og Fólkaflokkurin hava tikið eitt so álvarsamt stig, sum at fara til danir og biðja teir taka um endan, og at hetta verður dult aftaná. Helst hevði hetta oyðilagt sjónleikin, hesir flokkar spæla í dag, har roynt verður at geva dønum alla ábyrgdina fyri gongdini eftir 12.sept.1990. Henda dag vóru danir tiknir á bóli, men síðan hava teir verið fyrireikaðir, og tað kann ein ikki lasta teir fyri , men helst høvdu føroyskir politikarar verið betri fyrireikaðir, um almenningurin hevði vitað um fundin Tjóveldis- og Fólkaflokkurin høvdu við danir 12. september 1990 og tað hevði neyvan eydnast at benda tjóðskaparkenslu okkara til tað hatur, sum fleiri leggja í orðaskiftið í dag.